Breið samgonga tað besta fyri Føroyar

Veljarin hevur lagt upp til eina stóra og breiða samgongu, sum bæði ynskir størri sjálvstýri og menning av vælferðarsamfelagnum. Stóru flokkarnir eiga at stinga út í kortið saman og gloyma partapolitiskt agg. Føroya framtíð stendur uppá spæl. Smáu flokkarnir og sambandið eiga at verða í andstøðu til næsta val.

NÚ má brótast upp úr nýggjum í føroyskum politikki. Snævurskygdur partapolitikkur, persónligt agg og trongskygni mugu víkja fyri eini felags roynd at fáa Føroyum og føroyingum ta besta og mest breiða stýri hugsast kann. Hetta er umráðandi, nú stórar og týðandi avgerðir skulu takast. Her hugsa vit um samráðingarnar við danir um bankaendurgjald, afturrindan av skuld, broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum oma. Vit hugsa um eina loysn á marknatrætuni við bretar, um skilagóða menning av eini oljuvinnu, um endurnýggjan av fiskiflotanum og annars um nýhugsan á teimum vinnuligu økjunum.


MEN vit hugsa eisini um at tryggja vælferðarsamfelagið, so tey gomlu og sjúku og annars øll , ið eru við skerdan lut, ikki verða slept upp á fjall men fáa liviligar umstøður. Hetta økið má ikki niðurprioriterast, tó at vit um sama mundið skulu til at taka størri ábyrgd av egnum samfelag. Sjálvstýrismenningin má tí verða tætt tengd at møguleikunum hjá umrøddu stættum.


OG nettup fyri at kunna varðveita og menna vælferðarsamfelgið samtíðis sum vit taka størri sjálvstýri, er neyðugt at gera alt fyri at fáa eina vælvirkandi vinnu. Hetta er tað, sum ein breið samgonga eigur at seta sær sum stevnu og borga fyri. Tann tíðer farin, at ávísir flokkar taka sær patent uppá at vera vinnulívsflokkar. Allir flokkar við ábyrgd eru vinnulívsflokkar, tó at tað eru ymsar áskoðanir um, hvussu vit skilabest menna vinnulívið. Nettup fyri at kunna geva vinnulívinum tær best hugsandi umstøður at virka undir - er ein stór og breið samgonga so týdningarmikil. Kollveltandi broytingar í fiskivinnuni og at fóta sær í marknatrætu og eini oljuvinnu eru so álvarsligar avbjóðingar fyri Føroyar, at her mugu breiðir herðar til - her má breið samgonga til fyri at tryggja kontinuitet, fast- og tryggleika.


TAÐ hvílir tí ómetaliga stór ábyrgd á Anfinni Kalsberg, samráðingarleiðara í hesum døgum. Ein má seta sítt álit til, at hann er maður fyri at lyfta seg upp um vanliga partapolitiska keglið. Sosialistiskar ræðumyndir á løgtingi ella á fólkatingi mugu ikki sleppa at avgera lagnu og framtíð Føroya. Spurningurin er nú at fáa teir stóru flokkarnar, sum vunnu valið, at finna eina felags stevnu fyrst og fremst á vinnu-, almanna- og heilsuøkinum, á mentanar- og á tjóðskaparøkinum. Her skulu so stórar avgerðir takast, at fyri at fáa ein heilskaptan langtíðarpolitikk at sláa ígjøgnum ber ikki til at útihýsa flokkum, ið hava stóra undirtøku í fólkinum. Ímynda vit okkum, at bæði javnaðarflokkur og sambandsflokkur verða settir uttanfyri nú, kann hetta at koma at kosta tjóðveldis- og fólkaflokki dýrt við næsta val, ja so dýrt, at umrøddu flokkar (B og C) koma at koppa myndini og senda A og E út aftur í myrkurið. Og tá eru líka vítt sum sítt. Tá er vandi fyri, at tað, sum A og E hava bygt upp í fýra ár, verður rent um koll aftur. Slíkt tænir ikki ætlanunum um at fáa samfelagnum meiri sjálvstýri og tryggari og fastari karmar at virka undir.


Tað rætta hevði verið at latið sambandsflokkin, sum var stóri taparin, farið í andstøðu. Og sama við smáu flokkunum. Tíðin er komin hartil, at eitt landsstýri, sum skal føra Føroyar trygt, væl og virðiliga inn í næstu øld, byggir á ein tryggan meiriluta í fólkinum. Tað merkir, at smærri flokkarnir eiga ikki at sleppa at vera tungan á vágskálini longur. Hóast demokratiið gevur hesum flokkum eina lyklastøðu sum brúgvabyggjarar millum vinstra og høgra og sjálvstýri og samband, so hevur veljarin hesaferð týðuliliga og greitt peikað á eina breiða og stóra samgongu. Hetta eigur núverandi samráðingarleiðarin at taka til eftirtektar, og vit loyva okkum at halda, at við tí bakgrund hann hevur í politikki, dugir hann eisini at innsíggja hetta.


VIT vilja tó ávara javnaðarflokkin móti blint at trúgva, at samgonga við fólkaflokkin verður nakar dansur á rósum. Sporini ræða. Alt ov oftani hava ávísir fólkafloksmenn verið illoyalir, tá óstóð. Tað er líkasum at sosialistahatur ÓB´s er vorðið so inngrógvið í pørtum av fólkaflokkinum, at flokkurin, tá ástendur, ikki er førur fyri at taka nóg skilagóðar avgerðir. Tí verður neyðugt hjá javnaðarflokkinum, um boð verða eftir honum at koma í eina samgongu, at tryggja sær, at samstarvsflokkar spæla við opnum og reinum kortum frá byrjan av.