kringvarp, sum hevur styrkina til at røkja sínar public service skyldur, og sum kann virka sum fjórða statsvaldið, mugu vit finna ein støðugari og meira samhaldsfastan fíggingarhátt. Ein hækking av [...] hesin fíggingarháttur fylgt inflatiónini. Ein tílík skipan hevði verið meira samhaldsføst, og sostatt ein bati hjá teimum mongu, sum ikki fingu lut í flatskattinum. Ein stakur fólkapensjónistur hevði goldið [...] ikkin, sum vit hava so stóran tørv á. Um lýsarar ella lýsingarvinnan kortini ynskja at lýsa í Kringvarpinum, kunnu inntøkurnar av hesum fara í ein miðlagrunn, sum allir miðlar, privatir sum almennir
? Eg fór tá sjálvur niður á verkstaðið, sum liggur norðan fyri Hull, segði Suni Joensen, sum var sera hugtikin av øllum bilunum, tanksunum og flúgvarunum, sum vórðu umvældir á hesum serliga verkstað, [...] Sandavági er ein hin best varðveitti av hesum slagnum í heiminum. Bilurin er í dag sum hann var, tá hann var gjørdur til herin. Hann hevur fingið nýggja last í Onglandi við presending, júst sum vit kenna [...] Húsið er tað sama, men motorurin er ein umbýtingsmotorur. Bilurin er fýrahjólstrektur, men hevur tó ikki vegvísaraljós. Men hann hevur á vinstru síðu ein vegvísaraarm, sum við einum kápli veðrur koyrdu út
orðaskifti! Tað vilja altíð vera viðurskifti á einum arbeiðsplássi, sum ymsar meiningar eru um, og tað kunnu vera ymiskar umstøður, sum gera seg galdandi í ymiskum málum. At undirritaði verður lagdur undir [...] viðurskifti á arbeiðsplássinum. At Anita á Fríðríksmørk sum virkin politikari fer út alment og finst at blaðnum er hennara fulli rættur. Tað er ein partur av demokratiinum. Vit kunnu vera samd ella ósamd [...] um, at hon brúkar bara sín demokratiska rætt. Hon ger sínar metingar og niðurstøður út frá tí, sum hon sum politiskur eygleiðari heldur seg síggja og skilja. Harfyri er tó ikki sagt, at hennara niðurstøður
ymsir úrdráttir, sum allir kunnu brúkast hvør sær, greiðir hon frá. Og teir fara so í hvør sín posa, uttan at neyðugt er at seta hol á nakran teirra. Posin veðrur lagdur á eitt tól, sum er ein vekt, ið samstundis [...] armin og setir ein nál í, haðani ein kløn slanga gongur niður í posan. Og tað er beinanveg, at tað fer at renna gjøgnum kláru slanguna. Marita Simonsen, bioanalytikari í Blóðbankanum - sum forrestin man [...] seta inn í - er ein stigtakari til felagið Blóðgevi. Hon er eisini nevndarlimur í felagnum. Í nevndini sita umframt Maritu Simonsen eisini Gunrið Jóanesarsson, bioanalytikari, sum eins og Marita umboðar
við, tí hann sigur, at hetta liggur honum sera nær at sinni. -Til valið stendur Javnaðarflokkurin saman sum ein maður, og eg kann leggja mitt álit á flokkin, samstundis sum eg komi við mínum, sigur Bartal [...] og eru harðast, tí hetta liggur ikki til sambandslyndi. Bartal heldur talan heldur vera um ein serføroyskt lyndi, meira enn eitt sambandslyndi. Umhvørvi og ríkisfelagsskapur Sum eitthvørt annað valevni [...] honum er sjálvur Andras Samuelsen, fyrrverandi løgmaður. Finnur arbeiðir til dagligt sum marknaðarfólk, men droymir um ein sess í løgtinginum. Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt fyri Finn, at hann hevði
hevur Woody Allan gjørt ein sera stuttligan film, har handlingin mangan endar sum tað reina Gøg og Gokke ella Egon Olesen frá Olesen bandanum í New York, men sum sagt: filmurin er sum heild ikki millum teir [...] men soleiðis er ikki. Seinastu árini hevur hann gjørt ein musikal Everyone Says I Love You, ein Fellini inspireraðan svart-hvítan film Celebrity og ein um hin næstbesta jazzguitar spælaran í heiminum Sweet [...] fegin viðurkennast sum ein partur av yvirstættini, men hon hevur ongar fyritreytir og Ray vil bert fáa frið at sita í undirbuksum og hyggja at sjónvarpi og drekka øl. Frenchy er ein fyrrverandi strippari
býráðsmanningin er, tá ein hevur ligið á tí latu síðuni við ikki at greiða atkvøðu, ella at ein hevur valt skeivt. Avgerðin liggur hjá veljaranum í dag, og kann hesin dagurin metast sum ein stórur almennur [...] umstøður og karmar at virka undir. Tað, sum eg havi skrivað her, kann tykjast sum at ein bert hevur hug til at krevja. Men vit hava sjálvsagt eisini fingið nógv, sum vit kunnu gleðast um. Hugsa vit um ítróttin [...] spurninginum um Tórsvøll. Helst ov skjótt. Tað sum bara hevði verið ein dreymur, gjørdist eftir stuttari tíð veruleika. Og nú hava vit so Tórsvøll. Men er hann vorðin ein óndur dreymur? Tað haldi eg avgjørt ikki
meg, sum so mong onnur tráa eftir. Eg hevði fleiri vinir, sum lærdu í Danmark, og tí fall tað náttúrligt hjá mær at leita tann vegin, sigur Tommy Andreasen. Seldur Hann fann fram til ein skúla, sum eitur [...] barnaárini rokaðist eg sum ein rættur bygdadrongur nú einaferð ger. Mær dámdi ógvuliga væl at skrúva upp á eitt nú knallertir, og so hekk eg í reyvini á tveimum tilkomnum monnum, sum ofta róðu út saman, sigur [...] lærupláss á Tórshavnar Maskinverkstaði, sum Kaj Olsen úr Nólsoy eigur saman við tveimum øðrum. - Sum nevnt havi eg altíð havt sera góðan hug at skrúva, og tað var helst ein av orsøkunum til, at eg tók av at
hann hevur sagt »gott er« við leigu tann mánaðin, sigur Jenis av Rana, sum er ein annar av nevndarlimunum í Lindini. Eitt annað, sum eisini hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri sjálvbodna arbeiðið í [...] skal rásin eisini senda tíðindi, skal ein sponsorur finnast til ta sendingina. Tað er í stóran mun somu fólk, sum manna rásina og nevndina. Í dag situr Preben Hansen sum formaður, meðan hini í 4-mana nevndini [...] undir sendingar 21. januar 2000, sigur Preben Hansen. Beinanvegin, sum einkarrætturin varð avtikin, fóru fyrireikararnir undir at kanna, um ein útvarpsrás kundi fíggjast einans við gávum og øðrum fíggjarligum
tað ikki verið fyri ein gamlan mann, sum arbeiddi í neystinum, so er ógvuliga ivasamt, um rógvararnir høvdu sloppið út henda morgunin. Gamli maðurin hjálpti teimum tó við at finna ein bát við røttu árunum [...] vóru aftur fyrireikararnir, sum søgdu, at teir arbeiddu fram ímóti at fáa eina kapping í lag. Hetta var ikki nøkur DM-kapping, men bert ein kapping fyri allar rógvararnar, sum vóru á staðnum. Nógvir av [...] har tey skuldu taka lut í kappingini um danmarksmeistaraheitið í rógving í lítla býnum Brabrand, sum liggur í útkantinum av Århus. Teir fimm dreingirnar og tær tríggjar genturnar høvdu vant sera hart líka