Heilsumál
Landssjúkrahúsið: Teir umleið 1.100 blóðgevararnir á Landssjúkrahúsinum fáa nú høvi at skipa seg í felag. Her fyri varð felagið Blóðgevi stovnað. Felagið hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevarar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði.
Tað steðgar ein bilur uttanfyri. Hann er sendur av Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum eftir blóðgevanum (donorinum), sum eftir avtalu skal lata blóð í Blóðbankanum.
Blóðbankin heldur til á triðju hædd á Landssjúkrahúsinum. Har er, sum vanligt teir dagarnar, tappað verður, væl av fólki . Onkur situr í gongini og bíðar. Onkur situr við eitt borð í rúminum við síðuna av sjálvum tappirúminum og fyllir út eitthvørt spurnarskjal, meðan upp aftur onkur annar liggur í stólinum, meðan tappað verður.
? Ger so væl og set teg niður, sigur fryntligi bioanalytikarin, sum tekur ímóti.
Hon setir seg við eina teldu og spyr um navn og føðingardag. Løtu seinni kemur eitt ark, sum nú er vorðið eitt spurnarblað, úr prentaranum. Har eru ymsir spurningar, blóðgevin skal svara uppá.
Navn, bústaður og føðingardagur eru longu á. Rímiligt. Tey hava tað jú liggjandi frammanundan.
So er at svara, um ein hevur verið sjúkur seinastu tíðina. Verður heiligvágur tikin? Hvusu við fremmandum konufólki? Hvar hevur tú ferðast seinasta hálva árið? Konufólkini skulu svara, um tey eru - ella hava verið - upp á vegin, síðan seinastu tapping.
Alt samalt spurningar sum svaraðir eru so mangan. Og so ein nýggjur niðast á blaðnum: Ynskir tú at gerast limur í felagnum Blóðgeva?
Svarið er greitt: Ja!
Brúk fyri blóðgevarum
Tað verður farið inn í tappingarrúmið. Tríggir stólar standa á rað, har blóðgevarin kann leggja seg í, meðan tappað verður.
Ein fryntlig kvinna tekur í móti og biður blóðgevaran finna sær pláss, har best er. Ein stólur er upptikin, so tann mittasti verður valdur.
Hon kemur við blóðposunum. Teir eru tríggir, tí blóðið verður sentrifugerað, eftir at tað er tappað. Tá liðugt er, eru tríggir ymsir úrdráttir, sum allir kunnu brúkast hvør sær, greiðir hon frá. Og teir fara so í hvør sín posa, uttan at neyðugt er at seta hol á nakran teirra.
Posin veðrur lagdur á eitt tól, sum er ein vekt, ið samstundis ristir blóðið. Ein hálvur litur av blóði, ið er nøgdin, tappað verður hvørja ferð, vigar út móti einum pundi, so tað lættari verður ein helst í dag, verður semtandi tikið til.
So smyr hon spritt á armin og setir ein nál í, haðani ein kløn slanga gongur niður í posan. Og tað er beinanveg, at tað fer at renna gjøgnum kláru slanguna.
Marita Simonsen, bioanalytikari í Blóðbankanum - sum forrestin man vera einasti bankin, nógvir gevarar seta inn í - er ein stigtakari til felagið Blóðgevi. Hon er eisini nevndarlimur í felagnum.
Í nevndini sita umframt Maritu Simonsen eisini Gunrið Jóanesarsson, bioanalytikari, sum eins og Marita umboðar Blóðbankan, Heðin Thomsen, umboðandi læknarnar á Landssjúkrahúsinum, Jóan Hendrik Winther Poulsen og Randi H. Jakobsen, sum umboða vanligu blóðgevararnar. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Marita greiðir frá, at allir nevndarlimirnir eru blóðgevarar ella fyrrverandi blóðgevarar. Tað er nevniliga soleiðis, at felagið eisini er fyri fyrrverandi gevarar.
Ókeypis limaskapur
Endamálið er at fáa so nógvar blóðgevarar á Landssjúkrahúsinum sum gjørligt at gerast limir í felagnum, sigur Marita Simonsen. Helst allar. Og ongum nýtist at ivast, tí limagjaldið er ókeypis.
Hinvegin fylgja fyrimunir við gerast limur, sigur hon. Sum felag ber til at fá eina ávísa peningaupphædd frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum felagið so kann brúka til limarøkt av ymsum slagi. Eitt nú smálutum, sum kunnu gera tað áhugavert hjá fólki at tekna seg sum blóðgeva. Ella tryggja blóðgevararnar, um eitthvørt skuldi hent teimum, meðan tappað verður. Tað kann vera so einfalt sum at blóð kemur á eina skjúrtu og ikki fæst úr aftur, soleiðis at skjúrtan er oyðiløgd.
? Tá kundi til dømis tryggingin hjá felagnum tikið við, heldur Marita Simonsen.
Í endamálsgreinini í lóg felagsins stendur millum annað, at ....Felagið skipar fyri fundum og øðrum tiltøkum til frama fyri limirnar.
Felagið skal umboða blóðgevararnar í øðrum feløgum so sum Bloddonorerne i Danmark og í altjóða feløgum fyri blóðgevarar.
Marita Simonsen greiðir frá, at hetta felagið er ikki tað einasta í Føroyum. Í grundini er íbláturin komin frá einum sera virknum felag, sum blóðgevarar við Klaksvíkar Sjúkrahús hava.
So floytar í vektini niður við stólinum. Hon sigur frá, at posin er fullur. Marita setir eina klemmu á slanguna, so ikki rennir meira. Síðan tekur hon nálina úr og heftir eitthvørt á armin, so ikki bløðir.
Eina lítla kurv við ymsum gløsum hevur hon, har hon hevur tikið ávísar blóðroyndir í. Alt verður merkt við nummari og blóðflokki, so ikki bland kemur í.
Tá liðugt er, kemur hon við eini fløsku av Sisu, sum drukkin verður teir tíggju minuttirnar, bíðað verður í stólinum eftir at tappað er.
Stólurin vinstru megin er upptikin. Maðurin, sum lá í stólinum høgrumegin, er farin, og annar komin í aftur. Og úti í gongini situr ein blóðgevi aftrat og bíðar eftir, at sleppa í tann mittassta stólin, sum veðrur tómur um nakrar fáar minuttir.