Løgtingsval
Fyri einum lítlum ári síðani sótu teir báðir, Bartal Nolsøe Poulsen og Finnur Jensen, saman og skrivaðu pisurøðuna í sambandi við, at teir skuldu á pisufund, eftir at húgvan er komin á høvdið. Síðani er húgvan komin og farin, og eitt sindur av vatni er runnið í ánni. Teir standa nú aftur við sama vegamót. Hesaferð eitur slagið løgtingsvalið, men teir eru ikki longur á sama liðið.
Bartal stillar upp fyri Javnaðarflokkin, og Finnur stillar upp fyri Sambandsflokkin. Teir hava báðir greiðar meiningar, og teir duga meira enn so at vera samdir, men munur er á.
Stilla upp
Bæði Bartal og Finnur hava verið virknir í ungdómspolitikki. Teir hava savnað sær royndir í ávíkavíst Sosialistiskt Ungmannafelag og Ungmannafelagnum Samband.
Finnur hevur mestsum fingið sambandsboðskapin inn við móðirmjólkini. Bert fá ættarlið undan honum er sjálvur Andras Samuelsen, fyrrverandi løgmaður.
Finnur arbeiðir til dagligt sum marknaðarfólk, men droymir um ein sess í løgtinginum. Tað gjørdist rættiliga skjótt greitt fyri Finn, at hann hevði tokkað til Sambandsflokkin, og hann hevur nú verið limur í eini fýra ár. Finnur er í dag tjúgu ára gamal.
Bartal hevur eisini leingið verið javnaðarmaður. Bartal er ættaður úr Froðba. Ì Suðuroynni er góð gróðrarlíkindi hjá javnaðarmonnum, men hann legði eftir loknan fólkaskúla leiðina til Havnar fyri at ganga á studentaskúla. Hann gjørdist liðugur saman við Finni í fjør, og hann hevur fingið játtað pláss á kendum skúla yviri í USA. Bartal royndi seg eisini á valevnalistanum hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið, sum varð hildið 30. apríl síðsta ár.
Bartal er í dag 21 ára gamal.
Um orsøkirnar til, hví teir stilla upp sigur Finnur fyrst:
-Tí, eg kenni, at eg sum ungur sambandsmaður kann viðvirka positivt til sambandshugsjónina. Hvør løgtingslimur hevur síni hjartamál, og ert tú ungur, so vendir tú teir nógv til tey ungu.
Teir snýr seg í síðsta enda um at hava so góða umboðan sum gjørligt. Eg haldi, at sambandshugsjónin skal venda sær til alt fólkið, og tað er eisini ein stórur partur av orsøkini til, at eg stilli upp, sigur Finnur Jensen.
Hann leggur afturat, at hann ikki ætlar sær at dylja útyvir, at flestu sambandsfólk kanska eru í tí eldra endanum. Hann heldur ikki nakra orsøk vera til læsa seg fastan í hesum og ein ungur hevði kunnað gjørt stóran mun.
Bartal er somuleiðis av teirri áskoðan, at Javnaðarflokkurin í umboðani á tingi er ov smælur.
-Eg haldi ikki, at tann breiddin er umboð, sum hevði verið ynskilig. Serliga tá hugsað verður um, at flokkurin jú umboðar breið sjónarmið sum Javnaðarflokkurin, sigur Bartal Nolsøe Poulsen.
Hann vísir á, at ungdómurin hevur stóra ávirkan í Javnaðarflokkinum. Tað eru tó ikki nógv, ið tora at taka lopið frá ungdómspolitikki til at stilla upp og vera eitt andlit úteftir fyri flokkin.
-Eg havi nøkur sjónarmið, ið eg haldi skulu meira fram. Tey eru nøkur ting og nøkur viðurskifti, ið eg kundi hugsað mær fingið eina øðrvísi viðferð, sigur Bartal í sambandi við spurningin, hvør orsøkin var, at hann stillaði upp.
Ungir, men tó
Hesir báðir Finnur og Bartal kennast. Hetta skilst á øllum brøgdum, og teir duga eisini at vera samdir. Teir hava roynt at arbeitt saman áður, og teir trívast í leiklutunum yvirav hvørjum øðrum. Teir hava nú roynt at dystast politiskt, men vinalagið er ikki farið at bila av hesari orsøk.
Vit spyrja, hvussu tað er at vera ungt valevni?
-Tað er bæði gott og ringt. Tú fær tað stemplið, at tú er tað valevni, ið roynir seg. Tað kennist oftani soleiðis, at tú ikki verður tikin fyri fult, sigur Finnur Jensen.
Bartak hinumegin er als ikki ósamdur við Finni í hesari útsagnini.
-Oftani virkar hetta, vit gera, meira sum lobbyarbeiði. Tað er sum um, at fólk eru av teirri sannføring, at tingarbeiði er fyri fólk yvir 40 ár, sigur Bartal.
Báðir siga teir seg hava fingið respons frá fólki, nú teir eru vorðnir kendir sum valevni. Bæði fólk í flokkunum og eisini uttanfyristandandi fólk hava vent seg til teirra, og tað hevur eisini verið nógv positivt at hoyra. Báðir siga teir seg eisini fegnast um, at eldri fólk í flokkunum báðum hava stuðlað teimum í teirra roynduma at koma á ting. Málið hjá teimum báðum er nevniliga at koma á ting, men teir taka hetta ikki fyri givið júst enn.
Somuleiðs eru teir samdir um, at tað er eitt stórt stig at stilla upp. Teir halda, at tað krevur nógv av einum, tí nógv arbeiði er knýtt at valstríðnum.
Nú valið av álvara er farið at nærkast, so kenna teir báðir veruliga, hvat tað er, ið teir hava sagt ja til gera.
-Tað er nú, at mann følir trýstið, sigur Bartal.
-Hesar seinastu tvær vikurnar hava eg lært ótrúliga nógv. Tú lærir veruliga nakað um tað politiska spælið og hvussu tú skalt handfara tínar feilir, sigur Finnur Jensen.
-Tú mást kenna tínar avmarkingar. Tú hevur ikki svørini uppá allar spurningar, og har krevur, at tú kennir tínar avmarkingar, sigur Bartal, og Finnur er skjótur at taka undir við honum.
-Tú verður allatíðina vigaður. Sjóneykan er allatíðina á tær, siga teir báðir við ein munn.
Teir eru samstundis samdir um, at eitt av aðalmálunum má vera, at tú ongantíð gongur uppá kompromis við teg sjálvum. Tú mást berjast fyri tínum málum. Henda fyrimun hava teir báðir serliga, tá teir báðir ikki hava verið við til eitt nú samgongusamráðingar, har semjur skulu gerast tvørtur um floksmørk.
?Ì nógvar mátar er tað ein pláta, sum spælir, tá luttekur í politiskum kjaki. Valevnini eru so mikið vand av flokkunum, at tey leggja seg eftir valskráunum hjá hesum, sigur teir báðir.
Ættarlið
Hóast teir báðir enn ikki hava klatrað uppum høgu tinggáttina, so myndar teir eitt nýtt ella kanska komandi ættarlið í føroyskum politikki. Hesa støðu vilja teir báðir eisini ávirkað sum best.
-Eg vóni at fáa onnur perspektivir inn, har vit fara at merkja, at málini verða viðgjørd meira heilt í framtíðini og pláss verður fyri endurnýggjan, sigur Bartal.
-Tað kemur eitt nýtt ættarlið, og hetta ættarliðið velur samband, sigur Finnur.
-Hesum eri eg ósamdur við. Eg haldi heldur, at loysnin verður øðrvísi hjá nýggja ættarliðnum. Eg haldi, at spurningurin um tjóð og nationalitet fer burtur. Málini verða meira merkt av høgra-vinstra enn loysing og samband.
Eg vil hava onnur ting á skránna. Ein ungur persónur kennir ikki til annað enn loysing og samband, sigur Bartal.
Finnur sigur, at hann heldur ikki, at sambandsfólk eru ein doyggjandi rasa, men hesi rópa ikki upp og eru harðast, tí hetta liggur ikki til sambandslyndi. Bartal heldur talan heldur vera um ein serføroyskt lyndi, meira enn eitt sambandslyndi.
Umhvørvi og ríkisfelagsskapur
Sum eitthvørt annað valevni, so hava Finnur og Bartal eisini sett sær nøkur mál á dagskránni til hetta valið.
Á visit-kortinum, ið vit fáa útleverað frá Bartal standa trý mál: Umhvørvi, útbúgving og mentan, og tað er hesi somu øki, ið Bartal ynskir at raðfesta ovarliga til hetta valstríðið og tey komandi árini.
Umhvørvi er vanliga ikki tað, ið vit hoyra mest til í føroyskum valstríðið, men Bartal hevur kortini valt at taka hetta við, tí hann sigur, at hetta liggur honum sera nær at sinni.
-Til valið stendur Javnaðarflokkurin saman sum ein maður, og eg kann leggja mitt álit á flokkin, samstundis sum eg komi við mínum, sigur Bartal.
Fært tú hinvegin eitt kort frá Finni, so stendur skrivað við stórum: Samband ynskist. Tað er eisini hetta sama sambandið og ríkisfelagsskapurin, ið Finnur hevur sett ovast á sína persónligu valskrá.
-Eg havi frælsið. Eg haldi ikki, at føroyingar eru vánaligari enn onnur. Eri eisini føroyingur, og mær tørvar einki fullveldispappír fyri at kunna prógva tað, sigur Finnur.
Finnur heldur, at okkara støðu sum lítil tjóð og okkara støða í Norðuratlantshavi eru millum fremstu orsøkirnar til, at hann ikki heldur tað vera nøkur onnur loysn enn at vera í ríkinum.
Hjá Finni er svarið í fullveldisspurninginum, at fullveldi er nakað, ið hann ongantíð vil hava.
Svarið um støðuna hjá Bartali í fullveldisspurninginum er ikki nakað, ið kemur bóltandi frá honum, og hann vil heldur sleppa undan at svara, tí raðfestir ikki við hesum spurninginum ovast, sigur hann.
-Eg droymi ikki um fullveldi. Tað kann vera, at vit fáa fullveldi ella ikki. Eg leggi dentin á tað persónliga frælsið, og eg haldi, at Føroyar eru frælsar.
Vit í Javnaðarflokkinum hava eina loysn á hesum spurninginum, sum merkir fult sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin, sigur Bartal at enda.
Teir báðir hava nú svarað spurningum, og tað tykist ikki sum um, at teir eru stórliga bilsnir um svørini hjá hvørjum øðrum, og stevið verður ikki verri av at vera í hvør sínum flokki.
Nú eigur veljarin tørn at velja flokk hin 30. apríl.