filmsummæli
Ray og Frenchy eru hjún, ið saman vilja fremja eitt bankarán. Ætlanin er at leiga høli, ið liggur næst einum banka og í besta Bjørnebanden-stíli grava ein tunnil inn í bankan. Meðan Ray (Woody Allen) og hinir brotsmenninir grava í kjallaranum, skal Frenchy (Tracey Ullman) selja køkur í handlinum. Einasti trupulleikin er, at hesar køkurnar eru so góðar, at tær við eitt gerast víðagitnar. Tey gerðast tí øll høvuðrík og aftaná eitt ár eiga tey øll eina sera stóra fyritøku.
Men ikki er lætt at vera (ný)ríkur í New York. Tey eru púra vanlig fólk, ið ikki duga at tosa um opera, vín ella hvat rætt er at gera, tá ið ein nú einaferð er vorðin ríkur og vil ferðast í tí rætta umhvørvinum í yvirstættini í New York.
Frenchy hittir hin fína og vællærda David (Hugh Grant), ið er listahandilsmaður. Hon vil seta hann í starv til at bera teim eina fínari mentan í beinini. Hon gerst ástartikin í hesum mentamanni, men hann er bert áhugaður í peningi hennara.
Ray mistrívist skjótt við at vera ríkur, honum dámar best at eta burgarar, drekka øl, spæla kort og hann skilir ikki alt hetta mentalívið. Hann hevur tað ræðuligt til konsertir, til opera og á listasøvnum. Serliga stuttligt er, tá David hevur tikið hjúnini við til ein sera nýmótans og krevjandi avantgardesjónleik, har Ray er um at forkoma av keðsemi.
Woody Allen kann bert spæla intellektuellur ella ein, ið er púra óvitandi um alt. Tað eru nógv ár síðani Woody Allen hevur gjørt ein film, ið er so stuttligur sum hesin.
Yvir 30 filmir
Hann hevur gjørt meiri enn 30 filmir (31) seinastu 35 árini. Teir eru ymiskir í góðsku, men ongantíð beinleiðis keðiligir. Nógv halda, at hann bert ger hin sama filmin ferð eftir ferð, men soleiðis er ikki. Seinastu árini hevur hann gjørt ein musikal Everyone Says I Love You, ein Fellini inspireraðan svart-hvítan film Celebrity og ein um hin næstbesta jazzguitar spælaran í heiminum Sweet and Lowdown, har Sean Penn spældi tónleikarin Emmet Ray. Nú hevur hann gjørt eina komediu av tí gamla slaginum, sum hann gjørdist kendur fyri seinast í sekstiárunum. Sjálvur haldi eg, at bestu filmarnir hjá honum eru um viðurskifti millum mann og kvinnu - komediurnar sum Annie Hall, Manhattan, Me and Bogart og Hannah and her Sisters. Seinni komu so teir meiri stuttligu filmarnir sum The Purple Rose of Cairo, Love and Death og Sleeper. Av og á hevur hann roynt seg við álvarsligum filmum sum Crimes and Misdemeanors og einum filmi um Kafka Shadows and Fog. Seinastu árini hava hansara filmar verið heldur ymiskir, so sum Deconstrutcing Harry og Mighty Afrodite, ið báðir eru góðir men tó ikki so góðir sum eitt nú Annie Hall og Manhattan.
Aftur á slóðina
Við Small Time Crooks er Woody Allen komin aftur til komediuna. Hann byrjaði í 1965 við filmunum What´s New Pussycat?, What´s Up, Tiger Lily?, Casino Royale, Dont Drink the Water, og Take the Money and Run. Hesin seinasti gjørdi Woody Allen kendan og síðani komu Bananas (1971), Everything You Always Wanted to Know About Sex (But Were Afraid to Ask) (1972) og Play It Again Sam (1972). Hetta eru mangan púra sjúkar komediur, ið eru stuttligar men hava heldur lítið uppá seg. Allen kom ikki fyri seg sum ein álvarsligur listamaðir fyrr enn í seinnu helvt av sjeytiárunum, har m.a. Annie Hall gav honum fýra Oscars.
Í nýggja filminum tekur Woody Allen tráðin upp aftur og ferð inn á gomlu slóðina, men her er eisini álvari. Frenchy vil sera fegin viðurkennast sum ein partur av yvirstættini, men hon hevur ongar fyritreytir og Ray vil bert fáa frið at sita í undirbuksum og hyggja at sjónvarpi og drekka øl. Frenchy er ein fyrrverandi strippari og Ray ein vánaligur bankaránari. Tey hava enn ikki eitt studentaskúlaprógv og royna tó at tosa uppi í við teir størstu listasnobbarnar í New York. Hetta gongur sjálvandi ikki - tey gerast aldrin ein veruligur partur av elituni sjálvt um tey hava nógvan pening. Hetta er heldur tragiskt, tí vit síggja skjótt, at Frenchy er um at oyðileggja alt fyri seg sjálva og síni viðurskifti til Ray.
Tað er ikki so lætt at skilja hví Woody Allansa filmar koma so seint til okkara, tá hann longu hevur ein nýggjan film við á Vendig Festivalinum kallaður: The Curse of the Jade Scorpion¸ ið sigst vera sera góður. Hesin verður helst ikki at síggja fyri enn næsta ár.
Við Small Time Croocks hevur Woody Allan gjørt ein sera stuttligan film, har handlingin mangan endar sum tað reina Gøg og Gokke ella Egon Olesen frá Olesen bandanum í New York, men sum sagt: filmurin er sum heild ikki millum teir bestu hjá honum.
Alment vantar filmurin eina størri djúpd fyri at vera meiri tragiskur og meiri humor fyri at vera ein rein komedia.
Small Time Crooks:
USA, 2000. 94 min. Komedia. Sweetland Films.
Woody Allen, Tracey Ullman, Michael Rapaport, Tony Darrow, Elaine May, Elaine Stritch, Hugh Grant, George Grizzard, Brian McConnachie & Kristine Nielsen.










