Tað er eftirhondini ein niðurslitin klisje, men kortini passar hon sera væl til dagin: Lindin er komin fyri at vera.
Kristiliga útvarpsrásin dekkar í dag 90% av landinum, rásin sendir alt døgnið runt. Og nevnd og felag er komið langan veg, síðani stigtakararnir á fyrsta sinni tóku fyrstu smáu stigini fram ímóti einari føroyskari kristiligari útvarpsrás.
- Tað fara at vera 21 ár síðani, at fýra samkomur tóku seg saman og sendu inn eina umsókn um at senda útvarp. Hetta stig varð tikið væl vitandi, at einkarrættur valdaði á økinum, og tí kom eitt noktandi svar á ongan hátt óvart á, sigur Preben Hansen, nevndarformaður fyri Lindina.
Ætlanin var upprunaliga at sleppa at nýta sendinetið hjá Útvarpinum um náttina, tá eingin sending kortini var, men hetta kundi ikki lata seg gera. Lív var kortini hildið í ætlanunum, og tá ættin tóktist at skifta seinast í 90-unum, varð doyðurin aftur lagdur á at fáa umsóknina játtaða.
- Í 1999 var so einkarrætturin hjá Útvarpinum at senda avtikin, og vit fingu okkara sendiloyvi. Síðani varð farið undir at útvega høli og so varð smíðað og snikkað til soleiðis at vit kundu fara undir sendingar 21. januar 2000, sigur Preben Hansen.
Beinanvegin, sum einkarrætturin varð avtikin, fóru fyrireikararnir undir at kanna, um ein útvarpsrás kundi fíggjast einans við gávum og øðrum fíggjarligum stuðli.
- Vit fingu einar 60 tilsøgnir um stuðul, og so varð lagt til brots. Rásin hevur ment seg ógvuliga nógv síðani, og teir 60 stuðlanir eru vaksnir til 700-800. Vit senda nú eisini á netinum, og Lindin er at hoyra alt døgnið runt, sigur Preben Hansen.
Alt sjálvboðið
Kjarnin í øllum virkseminum er sjálvbodna arbeiðið, sum serliga vertirnir veita.
- Allar sendingar uttan teir tveir tímarnir, sum vit senda beinleiðis fyrrrapart, hava sjálvbodnar vertir. Hesar sendingar fara eisini í mestan mun fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eisini um kvøldið, sigur Preben Hansen.
Ein annar ómetaliga stórur stuðul eru hølini og tann næstan láturliga lága leigan, sum Lindin heilt frá byrjan hevur notið gott av.
- Vit liggja sera sentralt í Havnini, og hjølini eru bæði stór og góð, men kortini hava vit øll hesi árini einans goldið 5.000 krónur í leigu um mánaðin. Hartil hevur eigarin, Osmund Justinussen – vanliga nevdur Ossi – javnan ringt og spurt, hvussu til stóð, og so er tað meiri enn so komið fyri, at hann hevur sagt »gott er« við leigu tann mánaðin, sigur Jenis av Rana, sum er ein annar av nevndarlimunum í Lindini.
Eitt annað, sum eisini hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri sjálvbodna arbeiðið í Lindini er, at tær útbyggingar, ið nevndin hevur ynskt, eru sponsoreraðar, ofta av ónevndum persónum ella fyritøkum.
- Tað hevur altíð verið okkara arbeiðsháttur, at vit útvega pengarnar, áðrenn vit gera eina íløgu. Vit lata tað frætta á Lindini, at vit nú hava í hyggju at gera eitt nýtt studio ella annað, og áðrenn nakran varðir, hevur ein ónevndur donorur givið 100.000 krónur, sigur Símun Hansen, enn annar nevndarlimur.
Tíðindasendingar
Nevndin er sjálvandi altíð áhugað í at betra um sendiflatuna, og stóri áhugin millum fólk hevur eisini sannført nevnd, starvsfólk og allan felagsskapin í síni heild um, at Lindin nøktar ein tørv.
- Vit hava eina langa røð av ringbindum standandi í tí vit kalla bønarhølið. Hetta eru áheitanir frá fólki um at biða fyri einumhvørjum, og tað kann vera alt frá tí sera persónliga til tað heilt almenna. Frá trupulleikum í hjúnarbandinum og til ræðuligu støðuna á Haiti, sigur ein av vertunum og nevndarlimurin, Hjørdis Háberg Petersen.
Hon hevur eina beinleiðis sending um morgunin millum 9 og 11, og hennara fyrsti gestur í morgun var eingin annar enn Óli Breckmann, ið neyvan er henni heilt ókendur. Óli skrivaði jú bøkurnar um lívsleiðina hjá pápa Hjørdis, Ejler Jacobsen.
Men eitt er tað, sum Lindin nú sendir, eitt annað er, hvat liggur í kortunum. Og nevndin hevur eitt avgjørt føðingardagsynski.
- Vit gera í løtuni eitt kanningararbeiði at vita, um tað ber til at gera tíðindasendingar á Lindini. Ynski er at fáa fatur á einum professionellum journalisti, sum kann arbeiða hálva tíð við tíðindum. Tað rørist jú nógv í føroyska kristinlívinum, sum útvarpið hjá Kringvarpinum og Rás2 ikki dekka. Og tað er har vit ætla at seta inn, og ikki taka upp kappingina við hinar rásirnar um hini tíðindini, sigur Jenis av Rana.
Fíggjarætlanin hjá Lindini er í dag 1,4 milliónir, alt gávur og stuðul, og skal rásin eisini senda tíðindi, skal ein sponsorur finnast til ta sendingina.
Tað er í stóran mun somu fólk, sum manna rásina og nevndina. Í dag situr Preben Hansen sum formaður, meðan hini í 4-mana nevndini eru Jenis av Rana, Hjørdis Háberg Petersen og Símun Hansen.