Ein óvirðilig gerð

Lat meg fyrst siga, at eg ætli mær ikki út í nakað alment orðaskifti við eitt av fyrrverandi starvsfólkunum á Sosialinum um innanhýsis viðurskifti á arbeiðsplássinum.

 

Jan Müller, blaðstjóri



Lat meg fyrst siga, at eg ætli mær ikki út í nakað alment orðaskifti við eitt av fyrrverandi starvsfólkunum á Sosialinum um innanhýsis viðurskifti á arbeiðsplássinum.

Kann tó siga so mikið, at tað er gera órætt móti blaðfólkunum, tá tað verður sagt, at bara javnaðarfólk sleppa at rættlesa greinar, har tey eru uppií, og at tað er ikki altíð, at fólk úr hinum flokkunum sleppa tað, og tá sagt verður, at rætningslinjurnar eru ymiskar har úti, tá tað snýr seg um javnaðarfólk og um onnur.

Er hetta ikki at stinga sínar gomlu starvsfelagar í bakið! Ynskja fólk, sum blaðið ger samrøðu við, og gera tey vart við hetta, at fáa síni úttalilsi til rættlestur, so fer neyvan nakað blaðfólk á Sosialinum at nokta teimum tað ella at gera mun á fólki. Eg veit ikki hvørjum endamáli slík skuldseting móti sínum gomlu starvsfeløgum tænir! Hvat málinum um Tórbjørn Jacobsen viðvíkur, so skal fyrst sigast, at Sveinur Tróndarson arbeiddi ikki á blaðnum um tað mundið, so hann veit ikki, hvat veruliga hendi. Og tað, sum hendi, var m.a., at maðurin eftir at hava fingið at vita, at úttalilsini kundu fáa avleiðingar fyri hann, vildi hava tey broytt. Men tá varð eingin vegur aftur, tí greinin var farin víðari í framleiðslumylluna. Tá var ov seint at biðja um rættlestur.

Sveinur Tróndarson, fyrrv. blaðmaður á Sosialinum, hevur so valt at fara út alment og leggja eftir leiðsluni á blaðnum og fyrrverandi starvsfeløgum sínum. Tað verður hann um. Hetta er tó eitt sjáldsamt og álvarsligt stig at taka. Tað er óvirðiligt. Hóast ongar avtalur finnast um tagnarskyldu, er tað tó ikki góður siður, tá man er farin av einum arbeiðsplássi, ikki at blanda innanhýsis viðurskifti haðani uppí eitt alment politiskt orðaskifti!

Tað vilja altíð vera viðurskifti á einum arbeiðsplássi, sum ymsar meiningar eru um, og tað kunnu vera ymiskar umstøður, sum gera seg galdandi í ymiskum málum. At undirritaði verður lagdur undir ikki at tora at taka upp ávíst tilfar frá umrødda blaðmanni haldi eg er ein grov og mannminkandi skuldseting. Og so er hon ósonn eisini. Men tað má eg so bara liva við. Eg ætli mær nevniliga ikki at fara út í tjak um slíkt, hóast tað finnast aðrar útleggingar av hesum. Slíkt tjak kann so bara enda við, at tað stendur orð móti orði.

Eg haldi annars, at tað er synd og spell fyri greinskrivaran sjálvan, at hann skal hava tikið hetta lítið virðiliga stigið at »heingja út« sítt gamla arbeiðspláss, eftir at hann sjálvur hevur sagt seg úr starvi her. At taka einstakar hendingar frá síni tíð á blaðnum fram og brúka tær í einum politiskum orðaskifti móti blaðum og starvsfólkunum her er illoyalt. Tað er eisini unfair, tí viðkomandi veit, at eingin arbeiðsgevari vil fara út alment at tjakast um innanhýsis viðurskifti á arbeiðsplássinum.

At Anita á Fríðríksmørk sum virkin politikari fer út alment og finst at blaðnum er hennara fulli rættur. Tað er ein partur av demokratiinum. Vit kunnu vera samd ella ósamd við hana, men ikki kemst uttan um, at hon brúkar bara sín demokratiska rætt. Hon ger sínar metingar og niðurstøður út frá tí, sum hon sum politiskur eygleiðari heldur seg síggja og skilja. Harfyri er tó ikki sagt, at hennara niðurstøður eru beinar.

Men at eitt fyrrverandi starvsfólk á Sosialinum tekur sær rætt til at fara út alment við innanhýsis viðurskiftum frá síni tíð á blaðnum - og entá í einum máli, sum einki beinleiðis hevur við Sosialin at gera - nevniliga eitt orðaskifti millum ein tingmann og blaðstjóran á einum øðrum blað - átti ikki at verið grundarlag fyri einum álopi á hvørki leiðslu ella starvsfólk á Sosialinum. Eg kann tí ikki við mín besta vilja skilja, at hetta fyrrverandi starvsfólk kann bera seg soleiðis at móti sínum fyrrverandi kollegum og arbeiðsgevara.

Eg fari at heita á teg, Sveinur Tróndarson, um at geva starvsfólkunum á Sosialinum arbeiðsfrið. Tú veit sjálvur, hvussu nógv arbeiði liggur á blaðfólki, ið skulu skriva bløð fimm ferðir um vikuna. Fyri tað um avgerðir, sum eru tiknar á blaðnum, ikki hóva tær, so hevur tú ongan rætt til at fara soleiðis við tínum fyrrverandi arbeiðsplássi.

Undirritaði ætlar sær ikki út í eitt alment orðaskifti við fyrrverandi starvsfólk um innanhýsis viðurskifti á arbeiðsplássinum og fari eg tí heldur ikki at svara aftur, um Sveinur Tróndarson kortini fer at halda fram við álopum sínum.