Tað var einki, sum bendi á, at Tommy Andreasen skuldi enda sum flogskipari, hugurin lá meiri til bóndaskap og útróður, men eini arbeiðsørindi vesturi í Vágum vendi huganum heilt til flogfør og flúgving.
- Øll barnaárini rokaðist eg sum ein rættur bygdadrongur nú einaferð ger. Mær dámdi ógvuliga væl at skrúva upp á eitt nú knallertir, og so hekk eg í reyvini á tveimum tilkomnum monnum, sum ofta róðu út saman, sigur Tommy Andreasen.
Annar teirra var størsti kongsbóndi í Nólsoy, og hevði tí bæði neyt og seyð, og tað ruku nógvir tímar av barnaárunum hjá Tommy í fjósinum saman við seyði, kúm og kálvum.
- Eg kláraði ongantíð at sita stillur, og so má eg viðganga, at eg skulkaði, tá eg fekk ein tjans, sigur Tommy Andreasen.
Hann hevur altíð verið framfarandi og ósmæðin, men tað var kortini ein stór broyting í lívi hansara, tá 9. flokkur var liðugur í Nólsoy, og hann fór til Havnar at ganga í 10. flokki.
Innan ítrótt var tað kappróðurin, ið vann hansara stóra áhuga, og hann róði kapp øll árini, hann var í Havn.
- Tá eg var liðugur við 10. flokk fór eg til skips. Pápi mín hevði verið kokkur umborð á Hvilvtenni, og tann vegin fekk eg, sum tá bert var 16 ára gamal, tjans við hesum stóra rækjubátinum hjá Kjartani Joensen í Leirvík, sigur Tommy Andreasen.
Í læru
Hann sigldi so við Hvilvtenni í eitt knapt ár, áðrenn honum stóð í boði at fáa lærupláss á Tórshavnar Maskinverkstaði, sum Kaj Olsen úr Nólsoy eigur saman við tveimum øðrum.
- Sum nevnt havi eg altíð havt sera góðan hug at skrúva, og tað var helst ein av orsøkunum til, at eg tók av at læra til maskinsmið, sigur Tommy Andreasen, sum byrjaði í læru tann 3. september 2003, 17 ára gamal.
Næstu árini gingu so við at læra til maskinsmið, og frítíðina brúkti hann í stórt mát til kappróðurin. Men í bakhøvdinum lá eisini ein annar áhugi og lúrdi, tó uttan av álvara at vinna fram í hugaheiminum.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri flogførum og flogvinnu, men fyri mær var hetta tá ein fjarur tanki at kunna ganga tær leiðirnar. Eg ímyndaði mær altíð stórt studentsprógv við høgum karakterum, so tað tóktist mær óuppnáiligt, sigur Tommy Andreasen.
Men ein túrur vestur á flogvøllin í Vágum broytti fullkomiliga hansara hugsunarhátt.
- Tað var ótrúliga bergtakandi at síggja øll flogførini lenda og fara á flog. Eg gjørdist púra bitin av hesum, og tá eg kom aftur til Nólsoyar fór eg beint inn á telduna at leita eftir flogskiparaskúlum, sigur Tommy Andreasen.
Tað fall heilt náttúrligt at leita eftir hesum flogskúlum í Danmark.
- Mær hevur ongantíð longst eftir at sleppa til eitt nú Onglands ella USA at útbúgva meg, sum so mong onnur tráa eftir. Eg hevði fleiri vinir, sum lærdu í Danmark, og tí fall tað náttúrligt hjá mær at leita tann vegin, sigur Tommy Andreasen.
Seldur
Hann fann fram til ein skúla, sum eitur Center Air Pilot Academy, og liggur í Roskilde.
- Eg gjørdi so tað, at eg ringdi niður á skúlan at spyrja meg fyri, hvørjar trytirnar vóru fyri at sleppa inn. Tey vóru bæði blíð og tíð og greiddu mær frá, at eg mátti til eina upptøkuroynd innan fakini danskt, enskt og fimisrokning. Tey buðu mær annars endiliga at koma framvið, um eg var í Danmark, sigur Tommy Andreasen.
Tað gekk ikki leingi, so hevði hann keypt ein flogferðaseðil til Danmarkar at vitja skúlan. Og var hann ikki vísur í karrieruvalinum áðrenn, so sannførdi hendan ferðin hann fullkomiliga um, at hann skuldi verða flogskipari.
- Á túrinum á veg niður til Danmarkar tosaði eg við flogskiparan og stýrimannin, og eg greiddi teimum frá mínum ørindum. Tað endaði við, at stýrimaðurin bjóðaði mær at sita í hansara stóli allan vegin niður og undir lendingini eisini. Tá varð eg púra seldur, sigur Tommy Andreasen.
Á skúlanum var hann ógvuliga væl móttikin. Hann varð vístur runt á skúlanum og fekk greitt frá, hvussu undurvísingin fór fram, og hvørji krøvini vóru, at verða upptikin.
- Danskt og enskt lá rímiliga væl fyri hjá mær, men í rokningini haltaði eg nakað eftir. Eg gjørdi tí av av ganga til rokning í kvøldskúla á Eysturskúlanum, og tað má eg siga er ein av bestu avgerðum, eg havi tikið, sigur Tommy Andreasen.
Tá upptøkuroyndin so var í januar 2007, stóð hann við ein glans.
- Eg mátti tó lata tey vita, at eg ikki kundi byrja við tað sama, tí eg var ikki liðugur við maskinsmiðslæruna. Tað spældi eisini inn, at eg róði kapp, men eg brúkti tíðina til at gera sveinastykki og til at fáa hilsukanningina frá hondini á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Tommy Andreasen.
Í skúla
Tað er sjálvandi nógv at fáa greiði á, tá tú skal flyt av landinum, millum annað skal tú hava eitt stað at búgva, tú skal søkja um studning og annað líkt.
- Eg má siga, at eg altíð fekk ógvuliga fríar teymar frá teimum á Tórshavnar Maskinverkstaði, og tí bar tað eitt nú til at taka heilsukanningina á Ríkissjúkrahúsinum og onnur ørindi, sum eg skuldi fáa frá honini, áðrenn eg kundi byrja á skúlanum, sigur Tommy Andreasen.
- Eg var ikki liðugur við lærutíðina, men tankarnir vóru langt síðani farnir á flog, sum hann tekur til.
Men endiliga upprann so 3. september 2007, dagurin, hann fekk sveinaprógv, og longu tveir dagar seinni, 5. september, byrjaði hann á Center Air Pilot Academy.
- Eg byrjaði ein mikudag, og tann dagurin gekk við at eta pizza og at koma at kenna hvønn annan, men longu mánadagin eftir var eg fyrstu ferð á flogi, sigur Tommy Andreasen.
Stigvíst lærdi hann at kenna flogførini.
- Tað verður bygt upp á alla tíðina, og teori og praksis fylgjast. Fyrst skal tú gjøgnum eitt grundskeið, ið kallast PPL (Private Pilot Licence), og tá tú hevur fingið tað prógvið, kanst tú flúgva smá, privat flogfør, sigur Tommy Andreasen.
Næsta stigið er stóra og tunga teoretiska útbúgvingin, ið kallast ATPL, ið stendur fyri Airline Traffic Pilot Licence. Hon tekur 10 mánaðar og umfatar 12 ymisk fakøki.
- Tá so teoriin er komin upp á pláss, er ein rúgva av flúgving eftir. Á skúlanum, har eg lærdi, høvdu tey trý sløg av flogførum, Piper Cherokee, sum er eitt lítið eitt-motors flogfar, við føstum landingshjólum, Piper Arrow, ið hevur heldur kraftigari motor og kann taka landingshjólini upp undir seg, og so tvey-motors Piper Seneca flogfarið, sigur Tommy Andreasen.
Starv hjá Ryan Air
Tað tekur einans tvey ár at útbúgva seg sum flogskipari á CAPA, men tað skal eisini gerast nakað við útbúgvingina.
- Tað ljóðar stutt, men tað var ótrúliga intenst. Vit gingu í skúla um kvøldarnar eisini, leygardagar og enntá heilidagar. Og tá vit so endiliga høvdu frí, máttu vit lesa og studera, so vit høvdu so at siga onga fríløtu. Tá onnur fóru í biograf ella í býin, máttu vit sita inni og studera, sigur Tommy Andreasen.
Hann heldur, at tað hevur bæði sínar góðu og ringu síður.
- Tað ringa var, at vit ongantíð høvdu frí, tað góða, at útbúgvingin var skjótt yvirstaðin, sigur Tommy Andreasen.
Tíðirnar innan flogferðslu vóru ikki góðar, tá Tommy varð útlærdur 7. deseber 2009, og fyri at betra um møguleikarnar at fáa starv, tók hann eitt sonevnt Jet Orientation Course.
- Hetta var fyri at betra um møguleikarnar at fáa starv hjá einum Jet-felagi, tí øll útbúgvingin annars fór fram við propell flogførum, sigur Tommy Andreasen.
Hann søkti sjálvandi beinanvegin hjá Altantic Airways, men har var long bíðirøð av flogskiparum, har fleiri hava royndir við jetflogførum.
- Eg gjørdi so av at fara at arbeiða sum timburmaður, meðan eg bíðaði, sigur Tommy Andreasen.
Tað var ikki fyrr enn út í februar, at honum rann í huga Ryan Air, og hann sendi eina umsókn avstað.
Tað gekk ein vika, til hann fekk boð um at koma til upptøkuroynd.
- Upptøkuroyndin skuldi vera 5. mars, og eg hevði einar 14 dagar til ta tíð, so hesar tvær vikurnar brúkti eg til at lesa frá morgni til myrkurs, fyri at vera so væl fyrireikaður sum gjørligt, sigur Tommy Andreasen.
Byrjar síðst í august
Øll hendan lesingin kom honum til góða, tá teoriin gekk av tí allarbesta, men teori er ikki nóg mikið einsamøll.
- Ein avgerandi roynd er flogsimilatorurin. Har verður tú testaður, hvussu tú reagerar í ávísum støðum, og hvussu kaldur tú ert í neyðstøðu, sigur Tommy Andreasen.
Átta vóru slopnir gjøgnum nálareygað til upptøkuroynd, tveir flogskiparar og seks stýrimenn.
- Eg varð paraður við einum donskum flogskipara, sum í sínari tíð hevði flogið upp á Føroyar við Mærsk, sigur Tommy Andreasen.
Upptøkuroyndin var fríggjadag 5. mars, og longu týsmorgunin eftir fekk hann felefonboð frá Ryan Air, sum ynskti honum tillukku við starvinum.
Hann byrjaði so hjá Ryan Air 31. mai í ár, men hann skal ígjøgnum drúgva umskúling, áðrenn hann sleppur at sita aftan stýripinnin,
- Sum nevnt fór øll undirvísingin fram við propellu flogførum. Ryan Air nýtir bert Boeing 737/800 flogfør, so tað er sum at fara av brúnni á einum útróðrarbáti, á brúnna á Norrönu, sigur Tommy Andreasen.
Nú vit eru komin út í juli er Tommy liðugur við teknisku umskúlingina, sum er at seta seg inn í, hvussu eitt Boeing 737 er uppbygt. Nú eru tímar og tímar í similatorinum eftir at fáa frá hondini.
- Eg skal gjøgnum 60 tímar í flogsimilatorinum, áðrenn eg eri til reiðar at seta meg við stýripinnin á einum veruligum flogfari, sigur Tommy Andreasen.
Ryan Air er eitt lágprís flogfelag, og tað vil siga, at teir einans flúgva upp á frítíðardestinatiónir.
- Vit flúgva um alt Europa, allastaðni, har frítíðarstøð eru. Arbeiðstíðin er fimm dagar til arbeiðis, fýra dagar frí, og ferian er fýra vikur, men hon kann jú ikki liggja í sesongini, tí tá skulu flogfeløgini vinna pengar, so mín feria verður um veturin, sigur Tommy Andreasen.
Tað, sum liggur í kortunum, er, at Tommy skal byrja flúgvingina síðst í august. Og tá er bóndaaspiranturin veruliga vorðin flogskipari.









