Tarvamykja og Tórsvøllur
Klæmint Olsen
býráðslimur
Takk fyri innbjóðingina HB-stuðlar. Tað er gott, at onkur hevur áhuga fyri býráðspolitikki.
At tit á hendan hátt seta politikk í samband við tarvamykju og seyðasparl býur mær tó eitt sindur ímóti. Satt at siga haldi eg tað vera nakað fjasut við hesum mykju-kappingunum, sum hava vundið upp á seg. Er tað so stuttligt, at eitt av Harranum skapt kríatúr ger burtur av sær? Tað gera vit menniskju jú eisini. Men helst er tað júst tað, sum er tað stuttliga. Eisini súmbolikkurin er skeivur. Í dag verður skitið á Tors-vøll. Gávuna, sum borgararnir hava latið fótbóltinum og ítrottini. Orsakið at eg sigi tað: Tað tykist eitt sindur ómentað.
Sum tit kanska hoyra, eri eg ikki komin higar at tosa nøkrum eftir munni. Hóast nógv mál kundu verið at trivið í, fari eg her fyrst og fremst at tala um Tórsvøll.
Sitandi býráð gjørdi skjótt av í spurninginum um Tórsvøll. Helst ov skjótt. Tað sum bara hevði verið ein dreymur, gjørdist eftir stuttari tíð veruleika. Og nú hava vit so Tórsvøll. Men er hann vorðin ein óndur dreymur? Tað haldi eg avgjørt ikki. Tórsvøllur umboðar nógv gott, og í felag fara vit at fáa uppaftur meira burturúr.
Framyvir eigur býráðið tó at fara meira virkið inn í tilgongdina. Býurin skuldi hava eitt ?stadion?, men einki hendi. Vit í býráðnum vildu hava okkurt at henda, og lótu vit tí avgerðarrættin yvir til Tórsvallargrunnin. Eisini hvat útsjónd og innrætting viðvíkur.
Tað gav at bíta, tá ið Tórsvøllur knappliga onga rennibreyt hevði, sum upp-runa-ætlanin annars var. Í stórum skundi varð spurningurin so lagdur fyri byráðið. Men tá var nakað seint, byggingin var longu byrjað. Ein meirluti í býráðnum valdi so - meira ella minni tvingað av umstøðunum - at vælsigna avgerðina hjá grunninum. Vit vóru tó tveir býráðlimur, ið bóðu um at fáa kannað, um møguleiki framvegis var fyri rennibreyt, áðrenn arbeiðið helt fram. Men lítið nyttaði . Eg haldi framvegis, at rennibreyt átti at verið í Gundadali, har miðdepilin er fyri ítrott í Føroyum.
Sum er er Tórsvøllur eitt misprýði fyri Gundadal og býin. Eingin ivi er um, at Gundadalur mátti gerast ein annar, tá ið Tórsvøllur kom. Hetta áttu øll at gjørt sær púra greitt. Men við verandi útsjónd kunnu vit ikki liva, og má alt gerast fyri at bøta um støðuna.
Eftir mínum tykki eigur nývalda býráðið at endurskoða Tórsvallarprojektið. Hetta bæði tá ið tað snýr seg um avgerðarrættin og fíggingina, umframt møguligar broytingar og útsjónd. Endaliga útslitið má gerst so nøktandi sum yvirhøvur gjørligt.
Og hetta hava vit bæði tíð og møguleika til. Vøllurin fer ongastaðni, hann kann nýtast sum er. Latið okkum tí fara inn í eitt positivt samstarv. Og latið okkum gera tað í opin-leika. Tað tænar ongum endamáli at spæla krógva og blunda. Tað gevur bara uppruna til illgitingar og illvilja.
Men ein rennibreyt er framvegis á skránni. Og eitt golføki. Býráðið hevur játtað stuðul til báðar ætlaninar. Tað næsta stóra takið eigur at verða ein skoytibreyt. Tað hevði óivað eisini verið teimum, ið vanliga ikki íðka ítrott, til stóra gleði.
Takk fyri!
(Tala hildin á Tórsvølli leygardagin, tá ið HB-stuðlar skipaðu fyri politiskum fundi í sam-bandi við ?mykjukapping?)
Barnaansing
Olga Østerø
valevni Sambandsfloksins
Forskúli, barnagarður og heimaarbeiðandi foreldur.
Ein hevur seinastu tíðina hoyrt og lisið nógv um, hvat flokkar og tey einstøku valevnini hava lovað veljarunum. Vit vita, at nógvur peningur skal til fyri at fremja alt tað í verki, ið fram er komið í valstríðnum. Kommunan eigur tí at gera eina langtíðarætlan, har tað, sum hevur størstan týdning fyri kommununa, verður prioriterað ovast, og tað sum hevur minni týdning verður at steðga til seinri.
Latið okkum vera positiv.
Tað er gleðiligt, at kommunan hevur prioriterað skúlarnar og barnaansingina frammaliga seinastu árini. Skúlin á Ziskatrø er komin væl áleiðis og vónandi verður hildið fram við hesum arbeiði. Nýggjur skúli norðanfyri Ósáskúlan verður fyrireikaður og vit hava fingið tveir ansingarstovnar afturat. Dagrøktarskipanin er eisini víðkað. Sigast skal, at í øllum hesum hevur Sambandsfloksins partur ikki ligið eftir.
Tó er enn tørvur á barnaansingarplássum. Kommunan eigur grundøki til barnagarð, og ætlanin er at byggja, tá umstøður verða til tess.
Áðrenn næsta stig verður tikið viðvíkjandi ansingartørvinum, eigur býráðið at taka spurningin um forskúla upp. Er tíðin ikki komin, at vit seta forskúla á stovn í kommununi. Forskúli er ikki allan dagin, tí mugu vit hava ansingarstað til tey børnini í hava tørv fyri tí.
Eitt annað, sum eg hugsi um, eru tey foreldur, sum ynskja at ansa børnum sínum heima, serliga meðan tey eru smá. Tað er ikki altíð so stuttligt at ríva børnini upp kl. 7.00, vaska teimum, lata tey í, geva teimum at eta, gera seg sjálvan kláran og so skunda av stað. Tað er soleiðis vorðið í dag, at tað skal meira enn ein inntøka til fyri at klára at uppihalda einari familju.
Um hesi fingu ein stuðul av einum hvørjum slag, so hevði bíðilistin eftir ansingarplássum minka nakað. Hetta kundi verðið ein fyrimunur bæði fyri hesar familjurnar og kommununa.
Eg vóni, at nýggja býráðið tekur hesar tankar við, tá farast skal víðari við barnaansingarmálinum.
Valið nærkast, og stundir vera ikki til at skriva meira á hesum sinni. Men eg vil heita á tykkum, góðu veljarar, um at stuðla listan hjá Sambandsflokkinum týsdagin.
Gott val!
tengarbrúgvin gerast tíðarhóskandi
Petur Hans á Høvdanum
Valevni til Býráðið í Klaksvík
Fólkaflokkurin hevur gjørt nógv fyri at betra havnarlagi í Klaksvík, einamest á vestur síðuni, men nú eiga Stengurnar tørn. Stengarbrúgvin krevur stórar ábøtur. Nýtt bulverk eigur at setast upp skjótast gjørligt, tað gamla er burtur, og kann stórur skaðið henda, um ikki tað kemur í rættlag.
Nýggj vatnleiðing og el til útróðarbátarnar framvið kajuni har bátarnir liggja, tí sum nú er mugu slangur og ledningar fáast úr skúrinum. Heldur ikki eru útiljósini nøktandi, tí fleiri staðni á stengarbrúnni er sera myrk og tað kann seta trygdina í vanda. Hetta er bert nøkur átronkjandi økir, ein kann fáa eiga á, men møguliga eru tað nógv fleiri og kanska hevði tað verið rættast, at man valdi ein havnanevnd, har bert útróðrarmenn vóru umboðaðir, so at teir kundi gera sína hugsan um tingini, sum mangla. Tonkjast má uppá, at tað er av fiskinum vit liva av og er tað ein sjálvfylgja at teir fáa so góðar umstøður sum møguligt at virka undir. Hetta ætli eg mær at arbeiða fyri, um eg fái tann heiður at koma inn í Býráðið og sjálvsagt veit eg, hvat eg tosið um, tí Stengarbrúgvin eg eisini staðið har mítt arbeiðspláss er. Betur er at standa saman og verja borg í felag, tí á tann hátt kunnu vit fáa umstøðurnar nógv betur á Stongunum.
Skuldin má burtur, -ongantíð ov skjótt
Sofus Strøm,
Trongisvágur
Tað er ikki sørt áhugavert at hyggja eftir valgreinunum, sum skrivaðar eru í bløðunum í hesum døgum upp undir kommunuvalið. Hefti meg við at flestu greinirnar eru sera væl skrivaðar, og at valevnini eru sera vælmeinandi í tí tey viðgera, - og lyftini, tey tróta ikki ? tvørtur ímóti, - tað er gylt av teimum.
At egna við gyltum lyftum munnu valla ráð vera til.
Í 21 ár havi eg búð á Tvøroyri, og mær hevur dámað sera væl, havi følt meg sum heima. Her býr eitt raskt og røkið fólk, sum als ikki er bangið at smoykja upp um armar tá á stendur, - tað hevur tað fleiri ferðir víst.
Ì øll hesi árini hevur kommunan havt stóra skuld at dragast við , og henda minkar alt ov seint, - her er als eingin vilji til staðar at fáa hana burtur,- teir sum nú ráða spæla harrar í húsi í lántum fjaðrum, og hetta sýnist ikki at fáa enda, dansurin um gullkálvin fer at halda fram, um vit skulu taka lyftini fyri góðar vørur, sum givin verða á prenti.
Funnist hevur verið at mongum við góðari grund, sum farið er fram í farna valskeiði, hetta lati eg fara aftur við borðinum, men eg vil bert siga, at henda glantrileik hava vit als ikki ráð til. Skulu vit gera okkum vónir um, at skattaprosentið her á staðnum skal lækka, so er eitt at gera, og tað er einfalt at gjalda skuld okkara niður sum skjótast. Ikki fyrr enn skuldin er fjarað munandi, verða líkindi fyri at lækka skattin.
Sambandsflokkurin fer tí ikki at góðtaka annað enn, at alt verður gjørt fyri, at skuldin verður niðurgoldin sum skjótast. Flokkurin fer als ikki at góðtaka óneyðugar útbyggingar av nøkrum slagi, sum koma at kosta borgarunum óneyðugan pening.
Tað er mín vón, at tvørafólk saman taka sær um reiggj, og velja flokk inn í býráðið, sum vil gera alt fyri at fáa skuldina burtur. Hetta er aðalmál floksins til hetta býráðsval.
Vel tí Sambandsflokkin!
Bústaðartørvurin verður nøktaður
Heðin Mortensen
býráðslimur og sambandsvalevni til Tórshavnar býráð
Seinnu árini hevur verið stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum til sethús, og í dag eru umsóknirnar umleið 180 í tali.
Samstundis sum høvuðsstaðurin veksur allar vegir, eru eisini neyðug stig tikin til at minka um henda bíðilista.
Í Hoyvíkshaganum er gjørd ein ætlan, ið fevnir um randarhús og vanlig grundstykki, umframt at bæði barnaansingarstovnur og eldrasambýli eru við í hesi ætlan.
Henda útstykking liggur millum Løgmannabreyt og Klingruna, niðan móti ætlaða ytra ringvegnum. Økið er umleið 112.000 fermetrar til víddar, og tilsamans er pláss fyri 155-160 íbúðareindum, býttar á randarhús og grundstykki, ið eru ávikavist 300, 400 og 500 fermetrar til støddar.
Eisini eru øki løgd av til handlar, barnaansingarstovn og eldrasambýli, eins og møguleiki er at gera serligar íbúðir í sambandi við randarhúsini, so hesin nýggi býarparturin kann virka sum ein sjálvstøðug eind.
Útstykkingin er fyrsti partur av eini størri ætlan. Tá hon er liðug, fevnir hon um eitt øki á umleið 460.000 fermetrar, ið liggur millum Løgmannabreyt, Ytra Ringvegin, Klingruna og Vegin Langa.
Loysnin er so stór og umfatandi, at hon rúmar umleið 600 íbúðareindum, alt eftir hvussu bygt verður.
Í fyrsta umfari verður farið undir partin, sum liggur millum Løgmannabreyt og Klingruna, so her eru millum 155 og 160 íbúðareindir, ið verða lidnar um minni enn hálvtannað ár.
Harvið er verandi bíðilisti í roynd og veru burturi, men arbeiðið steðgar ikki fyri tað, tí miðvíst verður farið víðari, so alt økið um fá ár er liðugt og klárt til búseting.
Meira um hesa ætlan sæst á heimasíðuni www.hemorten.com.
Hjálp í heiminum
Jónas Johnsson
valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum
Heimarøktin er eitt sera gott framtak til tess at kunna búgva heima, tá ið evnini bila. Men arbeiðið hjá heimahjálparum er ikki málrættað at betra ella at halda viðlíka likamliga førleikan og nøkur vikna skjótt. Tað er eisini gott at eldrasambýlir og røktarheim eru, men í Havn sum aðrastaðir manglar kapasitetur. Tað forklárar skommina, at eldrasambýlir m.a. verða nýtt sum røktarheim. Tað var ikki ætlanin. Nógv eru eisini noydd at innrætta røktarheim við hús. Tað er sjálvandi einki galið í tí, um tað er í samsvari við ynskið. Men tá ið fólk koma í neyðstøðu vegna atgerðarloysi frá myndugleikunum, er tað ein heilt onnur og syndarlig søga, sum tíverri telur nógv dømir. Hvat er at gera? Stovnar skulu til, men einans at biðja um fleiri, er lítið nýhugsandi og ov lætt ? tað gera øll.
Til tess at betra umstøðurnar til eitt gott lív og fyri at minka økjandi trýstið eftir nevndu stovnum, átti ein vælvirkandi framskygd økisterapi at verið stovnsett, sum setti nógva orku av til at viðgera og viðlíkahalda likamliga trivnaðin og sjálvhjálpni sum longst. Nógv verða óhjálpin alt ov tíðliga. Hjá fleiri eru ov lítlar avbjóðingar til likamligt ídni. Tað er m.a. grundað í lítlari vitan um týdningin av muskil og liðrøkt, sum ikki er minni umráðandi enn t.d. tannrøkt. At venja við teimum, motivera fyri sjálvvenjingum og at útbreiða vitan um orsøkir og árin, skuldi verið einfalt at gjørt nakað munagott við. Økisterapeuturin eigur eisini at leggja lag á hjá hjálparfólkinum í húsinum. Og skal hava heimild at kunna avgreiða smærri hjálpartól skjótt og ómakaleyst.
Tá ið tað snýr seg um afturstig vegna sjúku, kunnu fakfólk í økisterapiini eisini veita leiðbeiningar og venjingar. Nevnast kann til dømis uppfylging av at klára seg best møguliga heima aftaná úkriving. Og eisini at virka fyri innleggingarfyribyrging í fyrstu atløgu. Onnur eru, sum fyri størsta partin krevja psykusosiala stimbran og ugga, til tess ikki at kenna seg slept uppá fjall aftaná ymiskan mótgang og einsemi.
Hesum økjum brenni eg fyri, soleiðis at koma skulu góðar og skynsamar loysnir. Um kommunan skal njóta møguligt gagn av tí, tað er tín avgerð tann 21. november.
Umstøður hjá áhugafeløgum
Elmar Krosstein
valevni Sambandsfloksins
Tá Sambandsflokkurin heitti á meg um at stilla upp, helt eg, at eg átti at játta hesum, tí áhugin fyri tí, sum hendir í okkara kommunu hevur altíð havt mín stóra áhuga.
Tað sum eg havi hugsað mær at tikið fram, er um ítrótt og tey smáu áhugafeløgini, sum eru í Klaksvík.
Taka vit ítróttin fyrst, vita vit væl, at KÍ fær góðan stuðul frá kommununi, alt gott um tað. KÍ hevur umleið 400 aktivar limir og ger eitt gott ungdómsarbeiði, sum vit øll eru glað fyri.
Ein trupuleiki hjá KÍ er, at tað er ov lítið við einum ítróttarvølli. Vøllurin er sera nógv upptikin. Sigast kann, at vøllurin er størsta og besta spæliplássið vit hava, og her verður spælt frá morgni til myrkurs.
Trupuleikin við bert einum vølli rakar ikki bert KÍ. Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina var nógvur firmafótbóltur eisini. Hetta er alt dotti niðurfyri nú, tí at ikki er pláss fyri hesum. Verandi vøllur er umleið 100 ára gamal. Tá hugsa verður tann fólkavøkstur, sum hevur verið og tann stóra áhuga tað hevur millum fólk at spæla fótbólt, er tíðin nú komin, at farið verður undir at gera ein fótbóltsvøll afturat (um ikki annað so ein venjingarvøll).
Svimjihøllin treingir til umvælingar og hevur hon verið stongd fleiri ferðir tey seinastu árini. Hetta er sera óheppi fyri svimjifelagið Ægir, sum ongantíð hevur megnað at fingið eina sterka elitu upp at standa aftur. Tí vil eg virka fyri, at svimjihøllin sum skjótast fær tað umvæling, hon treingir til.
Fara vit yvir í fimleikahallirnar, so er sera trongligt har. Mjølnir við sínum nógvu meistaraheitum hvørt ár, Klaksvíkar fimleikarafelag við sínum umleið 150 aktivu limum, kvøldskúlin og útleigaðir tímar. Tað sigur seg sjálvt, at har má vera trongligt.
Tí eigur býráðið at arbeiða fyri at skapa karmar soleiðis, at øll kunnu trívast. Gevur býráðið ikki feløgunum góðar umstøður, trívast limirnir ikki og gevast.
Seinastu árini hava fleiri áhugabólkar stungið seg upp. Her hugsi eg um feløg sum Bridgefelagið, RC-felagið, Fotofelagið, Bátafelagið, Krokkfelagið og Rossafelagið. Smá feløg hvør sær, men eitt limatal uppá umleið 150 limir. Ítróttur ella ikki, tað er líka mikið. Fyri at skapa trivna í hesum býi, eiga hesi feløg eisini at fáa umstøður og karmar at virka undir.
Tað, sum eg havi skrivað her, kann tykjast sum at ein bert hevur hug til at krevja. Men vit hava sjálvsagt eisini fingið nógv, sum vit kunnu gleðast um. Hugsa vit um ítróttin, so er tað eitt framstig at hava fingið skýlið við fótbóltsvøllin, og tað skal býráðið hava tøkk fyri!
Sambandsflokkurin vil virka fyri góðum trivnaði fyri allar borgarar í kommununi.
Gott val! X við Sambandsflokkin!
Avgerðin er tín
Schumann Hjaltalin,
býráðslimurValevni fyri Sambandsflokkin
Í dag skulu veljararnir í Tórshavnar kommunu kjósa sær umboð at stýra býnum tey komandi fýra árini.
Ofta verður tikið til, at mín atkvøða nyttar einki, og at tað er líkamikið um farið verður á val. Hetta er ikki so, ein og hvør atkvøða telur við, og tí er neyðugt, at maður og kona fara av húsi í dag.
Við at sita heima valdagin ert tú við til at velja teir ella tey, sum tú ikki ynskir at greiða atkvøðu fyri.
Tað nyttar ikki aftan á valið at gremja seg um, hvussu vánalig býráðsmanningin er, tá ein hevur ligið á tí latu síðuni við ikki at greiða atkvøðu, ella at ein hevur valt skeivt.
Avgerðin liggur hjá veljaranum í dag, og kann hesin dagurin metast sum ein stórur almennur býráðsfundur, men hesin fundur verður bert hildin fjórðahvørt ár.
Frá tí at valúrslitið fyriliggur einaferð á midnátt í kvøld, hevur veljarin givið teimum 13 umboðunum myndugleika at stýra býnum til tann næsta stóra almenna býráðsfundin um 4 ár.
Tá tað er so neyðugt at fáa góð umboð í býráðið, bjóða vit okkum, sum eru valevni á sambandslistanum, at stýra býnum tað komandi býráðsskeiðið. Hettar letur seg bert gera við, at tit sum taka undir við okkum, veita flokkinum dyggan stuðul í dag.
Hvørji eru vallyftini?
Elisabeth Joensen (Betta),
býráðslimur.
Tað er ikki eiti á, sum summi valevni seta sær høg mál. Vit hoyra og lesa um alt møguligt, ið ætlanin er at fremja men ikki eitt orð um, hvussu kommunan skal fíggja alt hetta. Er ætlanin at taka lán av nýggjum og skuldarbinda okkara ella hvussu?
Eftir at hava sitið í býráðnum í 4 ár, veit eg, at hetta eru tóm lyfti, ið ikki kunnu haldast.
Vit hava stríðst við at goldið skuldina niður og av tí, at inntøkan hevur verið sera góð, hevur borið til at fingið nakað frá hondini og sett ymisk arbeiði í verk.
Komandi býráð eigur at raðfesta, hvat neyðugt er at gera fyrst og hvat kann bíða, hóast tað ikki altíð er lætt, tí tað er so mangt, sum er átrokandi.
Mál mítt er, at kommunan gerst skuldarfrí, at vit gera tey arbeiði liðug, ið byrjaði eru, fáa átrokandi mál frá hondini og síðani, um komandi árini gerast góð, fara í holt við ymiskt, ið liggur á láni.
Størri vallyfti kann eg ikki geva, hóast eg fegin vildi, men tað ber ikki til. Vit noyðast at síggja veruleikan í eyguni og hava bæði bein á jørðini.
Neyðugt verður, eisini í framtíðini, at føra ein varnan fíggjarpolitikk, soleiðis at vit ikki aftur koma okkum í óføri.
Sambandsflokkurin ynskir framburð, trivna og trygd fyri allar borgarar í kommununi. Setið tí X við lista B!GOTT VAL!
Ódámlig ræðuherferð til kommunuvalið á Skála
Emil Jacobsen
Fyri valevnir og stillarar
Í politikki verður ofta tikið til ljót vápn fyri at verða við yvirlutan.
Í fjølmiðlunum hava vit verið vitni til, hvussu valevnini í USA hóreiggja sær, men at hetta skuldi raka eina vanliga bygd í Føroyum, hevði ongin av valevnunum ella stillarum til annan listan, droymt um.
Í bygdum á okkara stødd eru tað ofta tær stóru familjurnar, sum sita við valdinum.
Stutt áðrenn listarnir skuldu vera inni, hoyrdist í bygdini, at bert ein listi bleiv gjørdur, og tóku tí nakrir seg saman at gera ein lista aftrat, so javnvág fekst. Tosað varð við valevnini um, hvat okkara ynski var, og at dentur skuldi leggjast á at skapa trivna í bygdini, har ímillum útstykking og víðkaða barnaansing.
Nú stutt undan valinum hava tveir menn í bygdini lopið út í orð, at listi okkara er gjørdur fyri at fáa nýggja kommunuskrivaran frá.
Hetta er ongum komið til hugs, hvørki valevnum ella stillarum.
Kommunuskrivarin er sera dámligur maður, sum vit hava fult álit á og vóna vit, at hann verður í starvi sínum í mong ár.
Vit vilja tí við hesum skrivi upp á tað harðasta avsanna hesa ljótu sleygusøgu, sum gongur um lista okkara.
Tvørtur ímóti vilja vit, at valevni okkara í tíðini sum kemur, koma at fremja lívgandi atgerðir, - í tøttum samstarvi við kommunuskrivaran, - bygdini og fólkinum, ið her býr, til frama.
Gott val!
Fólkaflokkurin hevur víst í verki
Jan Christiansen
Í 22 ár av seinastu 30 árunum hevur fólkaflokkurin rátt fyri borgum, og víst at hann dugur.
Eingin flokkur hevur í verki víst sama avrik sum fólkaflokkurin, tá talan er um kommunalpolitikk í Tórshavnar kommunu. Seinastu 30 árini hava vit havt leiðsluna í býráðnum í 22 ár.
Tað er Fólkaflokkurin, ið hevur verið drívmegin tá talan hevur verið um at bygt høvuðsstaðin upp á tað støði hann er í dag. Tað vóru vit, sum stóðu við róðrið, tá m.a.:
? Byggisamtyktin varð gjørd fyri býin
? Ringvegurin varð gjørdur
? Havnalagið varð útbygt
? Brennistøðin varð bygd
? Vatnverkið varð lagt í Villingardal
? Miðbýurin varð hampaður
? Býlingshúsini vóru bygd
? Stadionøkið varð útbygt við m.ø.:
¸ Gundaddalshøllini
¸ Svimjihøllini
¸ Tennisvøllunum
¸ Ovara vølli
¸ Graslíki
¸ Badmitonhøllini
Omanfyri nevndu punkt eru bert nøkur av avrikum Fólkafloksins.
Tó einki verður gjørt av einum flokki aleina, tí er umráðandi at stabilitetur er í býráðsarbeiðnum. Fólkaflokkurin vil leggja doyðin á, at samarbeiða við flokkum, sum eins og vit, seta fíggjarstýringina á hásæti.
Borgarin hevur krav uppá, at tað eru polittikarirnir, ið taka avgerðir í býnum. Somuleiðis væntar borgarin at skott eru millum umsitingarliga- og polittiska arbeiðið.
Polittikarin skal vera politikari, og embætismaðurin embætismaður. Fyrst tá kann býararbeiðið verða effektivt og borgarin kenna seg tryggan
Vísið okkum álit týsdagin. Vit hava víst í verkið at vit duga og at vit eru góð við okkara høvuðsstað.
Er býráðsins fíggjarpolitikkur nóg góður?
Gunnar Mohr
valevni á lista B
Í ?Tórshavn í tølum? síggja vit fylgjandi útreiðslutøl í býráðsins fíggjarætlan fyri árini 1997 og 2000 :
Eftir hesum er fyrisitingin í Kommununi frá 1998 til 2000 økt við 70 % í mun til fíggjarætlanina fyri árið
1997, og í sama tíðarskeiði eru aðrar útreiðslur øktar við 80%.
Fíggjarætlanin fyri árið 2000 vísur, at nevndu tøl eru økt samanlagt við 8,6 mió. Ella 30 % í mun til fíggjarætlanina fyri árið 1999, bert uppá 1 ár.
Eg hugsi at nógv undrast og spyrja, hví og hvussu so ógvisligar økingar eru farnar fram uppá so stutta tíð?
Eg eri eisini varugur við, at í fíggjarætlanini fyri 2000 er sera lítil munur millum upphæddirnar til sosial- og heilsumál og aðrar útreiðslur !
Nú vit fara at velja nýtt býráð, ber til at taka samanum og sláa fast, at listi B vil virka fyri
- at lækka kommunuskattin og hækka barnafrádráttin
- at føra ein opnan fíggjarpolitikk mótvegis skattaborgarunum
- at loysa hesi stórmál :
1. Barnaansing
2. Røkt av gomlum og brekaðum
3. Íbúðir til lesandi, barnafamiljur v.m.
4. Stuðul til mentan herundir ítrótt, sjónleik, tónlist, felagsskapir v.m.
5. Útbyggja og betra bussleiðina
6. Umhvørvið í kommununi í síni heild
7. Betra smábátahavnina
8. Skapa karmar til smáídna.
Tað er tí sera umráðandi, at borgarnir í Tórshavnar kommunu nú brúka sín valrætt og hugsa seg væl um, áðrenn krossurin verður settur. Gott val.
Sunnur politikkur í sunnum býi.
Góð minnir úr Havn
Hallstein Sigurðsson
á Javnaðarlistanum í Havn
Síðan desember 92 hevur Javnaðarflokkurin verið partur av býráðsmeirilutanum, og hóast hetta hevur verið eitt upprudd-ing-ar--stýrið, so er nógv komið á skafti, tá havt verður í huga, at útgangsstøðið var eitt vaksandi arbeiðsloysi, ógvislig fráflyting og ein skuld, ið var 278% av skattaálíkningini í Havn.
Tíbetur tykist, sum tað aftur gongur rætta vegin.Tamarhald er fingið á skuldini, og inntøkurnar veksa, so nú má størri dentur aftur leggjast á tað virðismesta, ið er borgarin í býnum. Heilt frá nýføðinginum til hin elsta borgaran.
Lat okkum í felag gera okkara valdagin, so býráðspolitikkur í framtíðini snýr seg um íbúgvaranna eydnu, trivna og vælferð, har øll fáa møguleika fyri at minnast aftur á góð minni í Havn.
Samanumtikið meti eg, at útgangsstøðið hesaferð er munandi betri enn fyri fýra árum síðan.
At Fólkafloksvalevni dyrgja eftir eini breiðari samgongu, har allir listarnir vera umboðaðir, tað sigur mær so mikið, at Fólkaflokkurin hevur ta kenslu, at hetta ikki verður eitt fólkafloks val.
Tey ynskja Javnaðarflokkin har pipari grør, og nú útlit teirra eru so vánalig, tosa tey um samstarv.
Nei! Nú uppvaskið eftir samgonguna 88-92 er gjørt, nú mugu somu flokkar ikki sleppa frammat aftur, tí tá endurtekur søgan seg.
Opið bræv
til teknisku deild
Tórshavnar býráð
Vaglið
100 Tórshavn
Greta Ellingsgaard
Býráðsvalið nærkast í hvørjum. Eg loyvi mær tí at venda mær til Tórshavnar býráð við nøkrum viðmerkingum, áðrenn Marknagilsvegurin, sum nú eftir drúgva tíð, tykist at røkka móti einum enda.
Sum eitt av súkklufólkunum íbýnum undrist eg á, hvussu lítið tykist at verða hugsað um súkklararnar, tá ið nýggir vegir verða gjørdir.
Av tí at ongar súkklubreytir verða gjørdar, loyvi eg mær ístaðin at skjóta upp, at loyvt verður at súkkla á gongubreytunum. Tað er ikki meira enn hendinga fólk tú sært ganga á Marknagilsvegnum, og tað má bera til hjá gongu- og súkklufólki at ansa hvør eftir øðrum, so at súkklarin ikki rennur á gongufólkið. Sum nú er, sleppur tú ikki upp á gongubreytina uttan at verða noyddur at fara av súkkluni. Hetta er til stórt tarn og forargilsi fyri súkklaran. Tú kundi sloppið undan hesum vansa, um nakrir lækkar vóru gjørdir, har kantarnir eru. Býráðið, sum er borgarans talsmaður, eigur at geva sær fær um nevndu viðurskifti, uttan at tað nýtist at garna øðrum, ið eisini skulu hava sín tørv nøktaðan í sambandi við vegagerð.
Høvdu súkklararnir havt henda møguleika, hevði tað verið ein stórur bati. Súkklarin kundi sett seg upp á súkkluna og ikki farið av henni aftur, fyrr enn komið var á mál.
Ein annar trupulleiki hjá súkklarunum er, at flestu kloakkristirna rí býnum venda skeivt. Tað er ikki so sjáldan, at súkklarin noyðist heilt yvir í høgru síðu, um hann/hon ikki skal verða árend av bili, ið kemur aftan ífrá. Súkklarin má víkja fyri bilinum, sum rætt er, men stórur vandi er fyri, at framhjólið rennur seg fast í kloakkristina, og tú dettur av súkkluni. Tað kann bara vera av góðvild, at stórur skaði ikki hevur staðist av nevndu kloakkristum.
Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at gongubreytirnar inni í býnum treingja allar sum ein til ábøtur.
Javnaðarcafèin
á Tvøroyri
Martin S. Eidesgaard
Javnaðarcafèin á Tvøroyri læt upp fríggjadagin í Snaruni og hevur havt opið allar dagarnar fram til valdagin.
Valevni og onnur álitisfólk skiftast um at práta við og taka ímóti vitjandi.
Í dag, valdagin, letur upp kl. 10.00 og verður opið út á kvøldið.
Vinarligar heilsanir.
Menniskjað í miðdepulin
Við einstaka borgaranum í miðdeplinum fer Javnaðarlistin í Vágs bygdaráð at føra ein politikk, sum setur trivnaðin og vælferðina í hásætið.
Okkara fremsta mið og mál er, at í Vágs kommunu skal vera gott at búleikast hjá øllum borgarum.
Vit fara at leggja dent á at tryggja borgarunum jøvn demokratisk rættindi og menna tær kommunalu tænasturnar.
Fyri at náa hesum málum er brúk fyri politikarum, sum bæði duga og tora at taka upp dagsins mál, samstundis sum hugburðurin um tað góða samfelagið ikki verður mistur burtur.
Vit fara at virka fyri at
? gera tað liviligari hjá borgarunum við støðugt at lækka skattaprosentið
? gera tað liviligari hjá familjum við børnum
? hækka barnafrádráttin
? barnagarður verður settur á stovn
Øll størri arbeiði hjá kommuni verða bjóðað út, so mest fæst fyri borgarans skattapening
Havnaútbyggingin skal fremjast so
? vinnuvirki við havnina sleppa at byggja út
? størri skip sleppa til bryggju ? landið skal luttaka í hesi útbygging
Eitt blómandi vinnulív og nógv arbeiðspláss, er ein lívstreyt, men kanningar vísa, at skal ein kommuna vaksa og fólk trívast, so er neyðugt, at lokalsamfelagið t. v. s. kommunan hevur nøkur tilboð at bjóða borgaranum.
Tí skal dentur verða lagdur á at stuðla allari mennandi mentan í kommuni, bæði ítrótt, tónleik, leiklist,myndlist o.a.
Farið fjølment á væl og veljið ein sterkan Javnaðarlista til býráðsvalið
Jónleif Augustinussen, bakari
Páll Augustinussen, skrivstovumaður
Kirstin Strøm Bech, lærarinna
Elitha Hjelm, húsmóðir
Marius Kjærbæk, lærari
Petur Ludvig, bilførari
Eyðfinn Mørk, bilførari
Atli Poulsen, sjómaður
Torkil Strøm, maskinmeistari
Esther Suðuroy, lesandi
Niclas Thomassen, arbeiðsmaður
X við lista C