bønin send upp til Himmalska Faðir okkara, um at lata hana liva. Men Jesupápi hevði brúk fyri henni heima hjá sær. Góðu Elsebeth og Ludvík. Tað vóru svárir dagar fyri tykkum, tá tit sótu hjálparleys uppi [...] skilja sundur. Nú gongur tú og grætur eftir annu Mariu. Tað man vrða ringt hjá tær at fata, hví øll sum tú ert so góð við, fara upp til Jesupápa. Góðu tit øll, ommur og abbar. Hanna, Ditlev og elsa og Rólant
komin heim til tíni, sum tú saknaði so nógv. Góða mamma, tú hevur verið pápa ein góð kona og okkum ein góð mamma, sum vit øll elskaðu so høgt, takk fyri alt. Vit møtast øll aftur heima í himlinum. Heilsan [...] Góða elskaða mamma, eg vil her bera tær eina hjartans tøkk, fyri alt tað sum tú hevur givið mær ígjøgnum lívið og alt sum eg lærdi av tær. Ja, góða mamma, tú vart altíð klár at hjálpa okkum, bæði í sorg [...] Heilsan við Korintbrævinum 2, kapitul 5, vers 1. Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotið niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum. Margith
Magnus Gunnarsson Gunnar Hansen má metast sum ein sera fjølbroyttur handilsmaður, hann kom til Føroyar í 1948 sum bókasølumaður. Tað vísti seg, at hann kundi selja alt frá bókum til gamalt jarn, og frá [...] hvalabátar og farmaskipið ?Barjama? sum fór á land út fyri Kirkjubø í 1952. Tey flestu skipini blivu løgd við bryggju og fyri ein part avmonterað, síðan send av landinum sum gamalt jarn. Bilar, motorsúkklur [...] Fiat og NSU. Mercedes-Benz vóru brúktir sum hýruvognar, vørubilar hjá handilsfyritøkum og bussar til rutu-koyring millum bygdir. DKW og NSU vóru mest seldir sum privatbilar. Vit í Føroyum høvdu nokk einki
torført tað var at læra stev. Roynt varð at siga frá sum best so spyrjarin skuldi fáa sum greiðast fatan av tí, sum fyrifórst. Í gongugøtuni varð, sum sagt, tikið saman, og Flóvin Bænadiktson varð kvøðin [...] frá, at onkur er, sum dugir meira enn 2.000 ørindi, sum hann bara dregur soleiðis hissini niður úr luftini, tá brúk er fyri teimum. Tá verður danska tíðindakvinnan heilt »benovet«, sum sagt verður har niðri [...] danska kirkjan var fullsett av føroyingum og dønum, sum á einhvønn hátt hava ávíst tilknýti til Føroyar. Har vóru makar hjá føroyingum, danir, ið sum ungir hava búð í Føroyum, onkur í Føroyum kendur filmstjóri
Sivertsen í Havn. Sum ung fór hon til Danmarkar at læra til barnapleyersku. Hon átti tá eina fastur, sum búði í Genova. Fasturin, Sigrid Sivertsen flutti til Italia fyri kríggið, har hon arbeiddi sum sjúkrasystur [...] um tað ikki eydnaðist at hitta tvær kvinnur úr Havn, sum hava búð í Italia í ávikavist 40 og 10 ár. Um tær báðar er at siga, at tær fóru heimanífrá sum blaðungar og komu ikki aftur. Umstøðurnar gjørdu, at [...] síðani. Hon arbeiddi tey fyrstu fimm árini sum barnapleyerska. Eftir at hon fekk børn, tey eru tvey í tali, gavst hon heilt at arbeiða. Maðurin, Piero, hevur arbeitt sum bankamaður alt sítt lív og er júst p
hevur ikki tað altjóða mæti sum fyrr, tá hvør evropeiskur mentamaður við virðing las Montaigne og Descartes á fronskum. Málsliga hevur franskt langt síðan mist leiklutin sum høvuðsmálið hjá sendiráðharrum [...] objektivari vitan sum síni mál. Le Monde er sjálvandi litað av at vera franskt vinstrahalt blað, men blaðið er eisini fyrimyndarligt. Ein fronsk fyrimynd kann man siga. Greinar, sum hava meira um rithøvundan [...] verður árliga heimsráðstevna teirra fransktalandi, við Boutros Boutros-Ghali í formannssessinum, sæð sum felagsskapur á hædd við S.T. Gamla hjálandið Vietnam er týdningarmikið umboð á ráðstevnuni, men sannleikin
Landsverkfrøðinginum, sum fáast við hetta arbeiðið. Tí eftir veðurforsøgini verður hann norðan í ættini týsdagin og mikudagin í næstu viku við avfalli, fyrst sum regni og síðani kanska sum kava. Hitin fer at [...] fyri tilkallivakt er endurgjald fyri at vera tøkur. ? Tann, sum hevur tilkallivakt, kann nevniliga ikki gera, sum hann vil. Tí hóast hann er heima, hevur hann ikki fult frí, tí hann skal altíð verða til reiðar [...] vegirnar, um tað verður hált. Tað er ein ósemja ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag, sum nú hevur ført til, at alt arbeiðið hjá Landsverkfrøðinginum, ið hevur samband við kava og kulda, verður
viðgerð, men hetta var ikki greitt, tá vit tosaðu við landsliðsmannin í gjár. Brotið á óstbeinið, sum var tað triðja á sama staði, kom hósdagin 30. mars: ? Eg vann eina takling, men ólukkutíð datt mót [...] ræðuligt. Eg brenni eftir at spæla fótbólt, men hetta darvar mær øgiligt, sigur Hans Fróði Hansen, sum hevur glett seg at fara við liðfeløgunum á landsliðnum til Liktinstein í aðru viku. Nú er ógvuliga [...] var í 1996, tá hann spældi við B68: ? Ta ferðina settu teir eina metalplátu í óstbeinið. Tá eg var heima á jólum, varð hon tikin burtur. Tá varð sagt, at hon var óneyðug. Nú veit eg ikki, hvussu tað verður
Líkamikið hvussu viðurskiftini eru heima, og hvussu evnini eru. Tey virði, sum tá kunnu koma burtur úr, kunnu als ikki verða borin saman við fiskastovnar ella annað. Tí mugu menn sum Anfinn Kallsberg fáast at skilja [...] hjá fólki, sum ikki hava nakað við trætuna at gera, at vita hvør hevur rætt, og hvørjum hildið skal verða við. Í so máta er hetta málið einki undantak, og at trætan er um so viðbrekið mál sum tíð, ger fløkjuna [...] staðin er hann farin upp í politiska kórið, sum bara dugir ein sang, ?6,5 % og øll verða glað?. Heilt serlig støða Vekfallið snýr seg ikki um løn, men um tíð, sum sjálvandi fer at kosta landskassanum nakað
gjár, at hann nú ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja eina lóg, sum ger enda á verkfallinum hjá teimum sáttmálasettu lærarunum, var tað sum at festa í fjús. Tí við hesi ætlanini hevur hann gjørt seg til [...] feløgini, so at vit sluppu undan støðum sum hesari, ið vit hava havt alt ov nógvar av tey seinastu árini Hann sigur, at fíggjarligu árinini av teimum ósemjum, sum hava verið, eru stór, men tey eru kanska [...] kanska ikki tey ringastu. ? Tað ringastu er at lekja tey høggini, sum álitið ímillum partarnar fær í lemjandi ósemjum sum hesum, sigur hann. ? Tað, at vit javnan og savnan hava ósemur á arbeiðsmarknaðinum