Sólfríð Lydersen fødd 23. apríl 1999 - deyð 7. september 1999

Tankar okkara leita eisini aftur til 7. september 1999. Tá varð eisini sorgardagur á viðareiði. Lítla Sólfríð varð tikin heim til Harran, bert 5 mánaðar gomul.

Tankar okkara leita eisini aftur til 7. september 1999. Tá varð eisini sorgardagur á viðareiði. Lítla Sólfríð varð tikin heim til Harran, bert 5 mánaðar gomul.

Góðu Elsebeth og Ludvík, ta stuttu tíð, tykkum unntist at hava Sólfríð hjá tykkum, varð ein rík og signað tíð. Hon var ein sólstrála, og Elsa gleddist yvir at hava fingið eina lítla systir.

Tit høvdu júst keypt hús og stríddust við at væla um, so tit øll fýra kundu flyta inn í tykkara egna heim. Men Harrin vildi tað annarleiðis. sólfríð gjørdist sjúk, og alt meðan hennara lítla likam nívdist av sjúku, og hon viknaði alt meira og meira, varð mong bønin send upp til Himmalska Faðir okkara, um at lata hana liva. Men Jesupápi hevði brúk fyri henni heima hjá sær.

Góðu Elsebeth og Ludvík. Tað vóru svárir dagar fyri tykkum, tá tit sótu hjálparleys uppi yvir Sólfríð niðri á Ríkissjúkrahúsinum, og sóu tykkara elskaðu dóttir fara í Harrans hendur.

Svárast mundi tó vera, tá tit vóru komin í Vágar, og kistan við lítlu Sólfríð stóð eftir í Kastrup. Tað man hava verið longsta nátt í tykkara lívi.

Má Harrin styrkja og troysta tykkum.

Góða lítla Elsa. Hetta hevur verið ein ring tíð fyri teg, tú vart so góð við tína lítlu systir. Nú bleiv so eisini tín besta vinkona tikin upp til Jesupápa. Tú og Anna Maria vóru so góðar, vóru næstan ikki til at skilja sundur. Nú gongur tú og grætur eftir annu Mariu. Tað man vrða ringt hjá tær at fata, hví øll sum tú ert so góð við, fara upp til Jesupápa.

Góðu tit øll, ommur og abbar. Hanna, Ditlev og elsa og Rólant, mostrar, fastrar, mammubeiggjar, pápabeiggi, langommurnar og systkinabørnini øll.

Má Harrin troysta tykkum, og hjálpa tykkum ígjøgnum hesa sváru tíð.

Góðu Elsebeth, Ludvík og lítla Elsa, vit hugsa um tykkum, og vit eru mong, ið biðja fyri tykkum. Má Harrin styrkja og troysta tykkum. Vit goyma minnið um lítlu sólfríð í hjørtum okkara.

Ærað verið minnið um elskaðu lítlu Sólfríð.

Malan og Margreth við húski.