Fakfeløg í øðini: Krígsavbjóðing frá Jákup Sverra Kass

? Løgtingið hevur onki at gera við læraraverkfallið og bæði Jákup Sverri Kass og allir aðrir løgtingsmenn skulu halda seg langt burtur, siga fakfeløgini

Tá ið Jákup Sverri Kass, løgtingsmaður, fortaldi í Sosialinum í gjár, at hann nú ætlar at fáa Løgtingið at samtykkja eina lóg, sum ger enda á verkfallinum hjá teimum sáttmálasettu lærarunum, var tað sum at festa í fjús.

Tí við hesi ætlanini hevur hann gjørt seg til seg sera illa lýddan, bæði hjá lærarum og ikki minst hjá fakfeløgunum.

Jákup Sverri Kass segði við Sosialin í gjár, at hann helt, at lærarverkfallið nú hevði vart ov leingi og fyri at verja børnini og foreldrini, ætlaði hann hesa vikuna at royna at savna undirskriftir frá 16 øðrum ting-limum, so at uppskot kundi leggjast fyri tingið sum endaði verkfallið við lóg.

Fyri at leggja uppskot fyri tingið nú, krevjast nevniliga undirskriftir frá 17 tinglimum


Ein krígsavbjóðing

Men hendan ætlanin hevur rættiliga loypt øði í, bæði hjá lærarum í verkfalli, hjá Lærarafelagnum sjálvum og hjá øðrum fakfeløgum við.

Heini Joensen, næstformaður í Starvsmannafelagnum kallar hetta rætt og slætt eina krígsavbjóðing.

Starvsmannafelagið hevur samstundis sent løgtinginum mótmæli, har ætlanin at leggja seg uppí ósemjuna verður harðliga átalað.

?Hetta er at leggja seg út í viðurskifti, sum Løgtingið onki hevur við at gera, sigur Heini Joensen.

Hann sigur, at hetta er grovur ágangur ímóti rættinum hjá fakfeløgunum at samráðast um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum.

Næstformaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at skuldi tingið gjørt nakað, so skuldi tað einasta verið, at tað álegði fíggjarmálastýrinum at farið undir veruligar samráðingar, so at ein semja kundi fingist í lag.

? Løgtingið hevur heimild til at áleggja fíggjarmálastýrinum at fara undir veruligar samráðingar og føldi tingið, at trupulleikar vóru, átti tingið at brúkt tað heimildina, ístaðin fyri at brúka sítt lóggevandi vald til at taka tann grundleggjandi rættin, sum verkfalsrætturin er, frá fakfeløguum

Eftir hansara tykki er tað júst trekleikin hjá fíggjarmálastýrinum tann stóri trupulleikin í samráðingunum.

? Ístaðin fyri at hetta æviga stríðið ímóti fakfeløguum, áttu bæði Løgtingið og fíggjarmálastýrið heldur at lagt á annan bógv og roynt at skapt frið á arbeiðsmarknaðinum.

? Tað skuldi fíggjarmálastýrið gjørt við at ført eitt veruligt og støðugt samskifti við feløgini, so at vit sluppu undan støðum sum hesari, ið vit hava havt alt ov nógvar av tey seinastu árini

Hann sigur, at fíggjarligu árinini av teimum ósemjum, sum hava verið, eru stór, men tey eru kanska ikki tey ringastu.

? Tað ringastu er at lekja tey høggini, sum álitið ímillum partarnar fær í lemjandi ósemjum sum hesum, sigur hann.

? Tað, at vit javnan og savnan hava ósemur á arbeiðsmarknaðinum er kanska tann álvarsamasta avleiðingin av tí linju, sum fíggjarmálastýrið hevur lagt.

?Men fer Løgtingið nú at leggja seg uppí, fer tað heilt avgjørt ikki at bøta um útlitini fyri at luftin ímillum feløgini og politiska myndugleikan skal batnað.

?Tí hetta er ein ósiður, sum ongastaðni hoyrir heima, sigur Heini Joensen.

?Rætturin at fara í verkfall er tað einasta, fakfeløgini eiga og tann rættin skal Løgtingið ikki taka frá okkum, leggur hann afturat.


Niðurbrýtur alt álit

Eisini formaðurin í einum øðrum, stórum fakfelag. Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag átalar harðliga ætlanina hjá okkara yngsta løgtingsmanni at fáa tingið at gera enda á verkfallinum.

Tingið skuldi heldur tvingað Karsten til aftur samráðingrborðið og Jákup Sverri Kass skuldi heldur savna 16 tingmenn saman við sær at lagt uppskot fyri tingið um at játta tann neyðuga peningin, sum lógin kostar, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur, at álitið hjá feløgunum á politikararnar er lítið, sum er, men leggur tingið seg uppí samráðing-arnar, er tað seinasta farið.

Og hetta er í beinleiðis andsøgn til tað, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður fleiri ferðir hevur ført fram í seinastuni um, at tað, sum umræður nú, er at endurbyggja álitið ímillum fakfeløgini og landsins myndugleikar, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.