Landið leggjast lamið: Ongin kavarudding næstu fer tað kavar

Ósemja ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag hevur nú ført til, at næstu ferð tað fer at kava, verða vegirnir ikki ruddaðir, Tað verður heldur ikki hvørki salt ella sandur koyrt á vegirnar um tað verður hált

Nú kann tað væl henda, at alt landið verður mestsum lagt lamið næstu ferð, tað verður kalt og kavi.

Føroya Arbeiðarafelag hevur nevniliga gjørt av nokta limum sínum at rudda kava fyri landsverkfrøðingin, næstu ferð, tað fer at kava.

Arbeiðsfólkið sleppur heldur ikki at koyra salt, ella sand á vegirnar, um tað verður hált.

Tað er ein ósemja ímillum Landsverkfrøðingin og Føroya Arbeiðarafelag, sum nú hevur ført til, at alt arbeiðið hjá Landsverkfrøðinginum, ið hevur samband við kava og kulda, verður lagt lamið.

Og tað kann vísa seg, at tað verður rættiliga skjótt brúk fyri teimum monnunum hjá Landsverkfrøðinginum, sum fáast við hetta arbeiðið.

Tí eftir veðurforsøgini verður hann norðan í ættini týsdagin og mikudagin í næstu viku við avfalli, fyrst sum regni og síðani kanska sum kava. Hitin fer at liggja um frostmarkið.

Heldur forsøgnin, og tað fer at kava, fer tað at leggja alla ferðslu á landi lamna, tí so verður ongin at rudda kavan av vegunum.

Og hetta fer at uttan iva at fáa álvarsligar avleiðingar fyri nógv arbeiðspláss, skúlar og stovnar, tí nógv fólk ferðast ímillum bygdir hvønn einasta dag.


14 krónur um tíman

Ósemjan snýr seg um tilkallivaktirnar hjá teimum, sum skulu rudda kava.

Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað stendur í sáttmálanum, at menninir eiga 14 krónur um tíman fyri at vera tøkir á tilkallivakt mitt í viku og 28 krónur um vikuskiftini

? Men Landsverkfrøðingurin hevur gjørt sína egnu lýsing av hugtakinum ?Tilkallivakt?, sum vit undir ongum umstøðum kunnu taka undir við, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Hon sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur ásannað, at frá 1. oktober til 1 mai kann roknast við, at tað verður neyðugt at fara út hvønn morgun, um líkindi eru so, at ferðslan kann verða tarnað av hálku, kava, áarlopi, omanlopi ella øðrum.

Somuleiðis verður sagt, at meginreglan er, at er ivaveður, eiga menninir at fara út.

? Men kortini er Landsverkfrøðingurin ikki sinnaður at gjalda monnunum tilkallivakt, uttan at teir dagin fyri hava fingið greið boð um, at teir kunnu rokna við at verða boðsendir morgunin eftir, men at teir kortini ikki verða boðsendir, sigur Ingeborg Vinther

? Hetta merkir, at í veruleikanum skulu teir standa tøkir hvønn einasta dag til út ímóti midnátt, har teir so brádliga kunnu fáa boð um, antin teir skulu møta, ella ikki, uttan at fáa samsýning fyri tað, og tað góðtaka vit ikki, sigur hon.

? Hetta er ein andsøgn og vísir, at Landsverkfrøðingurin hevur ikki skilt, hvat hugtakið tilkallivakt merkir í sáttmálahøpi.

Ingeborg Vinther sigur, at ongin ivi kann vera um, at tann, ið skal vera tøkur, og kann verða biðin til arbeiðis í úrtíð, hevur tilkallivakt.

Tí er ongin ivi um, at eftir tí, ið Landsverkfrøðingurin sjálvur sigur, so hava allir menninir, ið fáast við vetrarhaldið, tilkallivakt frá 1. oktober til 1. mai, tí alla hesa tíðina kunnu teir vænta at vera boðsendir til arbeiðis í úrtíð.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at lønin fyri tilkallivakt er endurgjald fyri at vera tøkur.

? Tann, sum hevur tilkallivakt, kann nevniliga ikki gera, sum hann vil. Tí hóast hann er heima, hevur hann ikki fult frí, tí hann skal altíð verða til reiðar at koma til arbeiðis við stuttum skotbrái. ? Hann kann tí t.d. ikki fara at ferðast, fara í veitslu, ella á annan hátt gera nakað sum ger, at hann ikki er tøkur við stuttum skotbrái, og tað er hetta, hann fær 14 krónur um tíman fyri í endurgjaldi mitt í viku og 28 krónur í vikuskiftinum, sigur Ingeborg Vinther