Le Monde

Telduposturin

Einaferð var París heimsins nalvi, men onki varir. Høvuðsstaðurin framum allar er eitt yndismál ferðamanna, men vísindaliga og mentanarliga er staðurin bara ein í rúgvu av systrum á foldum. London, Los Angeles, Sao Paulo og Bombay eru í ymsum málum meira týðandi í kapitalistisku heimsskipanini ár 2000. Hugfrøðin úr átjandu øld og franska kollveltingin tykjast hugtaka ferðafólk og søgufrøðingar meira enn politiska og vinnuliga úrvalslið vesturheimsins, tí Voltaire og Diderot eru als ikki in fyri tíðina.

París er hálvtómur leikpallur, ið minnist sínar litføgru hetjur við framtíðarhugsan og stríðsanda, ið ikki vóru raktir av nihilismu og sosialari líkasælu. Leiktjaldið er prýðiligt, men lítið og onki hendir á sjálvum pallinum. Stríðið fyri frælsi og menniskjarættindum fyri øll er av teim vitbornu, ið skriva og stýra samfelagskjakinum, avloyst av fløkjasligum og sera óítøkiligum diskursi um franska málið og postmodernismu. París blómar enn, hóast alt, men hann hevur ikki tað altjóða mæti sum fyrr, tá hvør evropeiskur mentamaður við virðing las Montaigne og Descartes á fronskum.

Málsliga hevur franskt langt síðan mist leiklutin sum høvuðsmálið hjá sendiráðharrum, aðalstætt og rithøvundum, hóast fransksinnað hava heilt aðra áskoðan. Í Fraklandi verður árliga heimsráðstevna teirra fransktalandi, við Boutros Boutros-Ghali í formannssessinum, sæð sum felagsskapur á hædd við S.T. Gamla hjálandið Vietnam er týdningarmikið umboð á ráðstevnuni, men sannleikin er, at gomul yvir 70 ár skilja franskt meðan hini duga enskt. Og í nógvum menningarlondum eru tey fransktalandi ein avmarkaður bólkur í landsins lítlu búskaparligu yvirstætt, so ongin ivi kann vera um, at enskt er latín í okkara tíð.


Dygdarblaðið Le Monde er av heimsins mest álítandi og virdu. Le Monde - Heimurin - er skrivaður á fronskum, men tilfarið er fjølbroytt og úr øllum heimspørtum. Skrivihátturin er sakligur og uttanveltaður, á jøvnum høgum støði, við avbera góðum greiningum av politiskum, búskaparligum og mentanarligum viðurskiftum. Einastandandi nágreiniligir tekstir um politiskar kreppur í Afrika, um hungursneyð í Suðurasia, um skipað brotsmannalið í Russlandi, um seinasta aðalfundin hjá G7-londunum og so framvegis, fylla hvønn dag stóru blaðsíðurnar í Le Monde. Blaðstjórin Columbani, hevur stórt lið av evnaríkum tíðindamonnum, atfinnandi og hugsandi, sum eygleiða týðandi hendingar og avgerðir - allastaðni -, teir síðani lýsa í blaðnum. Le Monde, við høvuðssæti í París, hevur meira tilfar enn flest onnur dagbløð, og lýsingarnar og myndirnar eru fáar og smáar. Reinur tekstur fyllir nærum alt plássið, og tí kann Le Monde virka turrislig og torskild hjá nógvum.

Le Monde verður endurgivin í fjølmiðlum kring allan heim, og hvør sendiráðharri - í minsta lagi teir fransktalandi - kannar regluliga sjónarmiðini hjá Le Monde fyri at fáa betri innlit í hendingar í altjóða politikki. Tá ið til dømis afrikanskur statur verður fyri blóðugum coup d´état, so skriva flestu dagbløðini í Evropa stutta frágreiðing, ið AP ella Reuter hevur sent teimum. Le Monde lýsir altíð hendingina við blaðfólki á staðnum, og sum oftast sleppa serfrøðingar eisini framat at geva sína heildarmynd av støðuni. Blaðið er sera álítandi og blæsir ongantíð nakra gølu upp uttan góða grund! Le Monde minnir um týska Die Zeit og bretska The Independent. Amerikanska Herald Tribune verður eisini roknað sum altjóða dygdarblað. Tað er drúgt at lesa eina heila útgávu av Le Monde, og tað er eisini púra óneyðugt. Tíðindini eru býtt upp eftir landi/heimsparti og tema, soleiðis at lesarin lættliga kann finna áhugamál síni og so velja restina frá.

Le Monde broytist ikki nógv, tíbetur, og heldur uppá klassiska stílin í tíðindaarbeiði, við upplýsing og objektivari vitan sum síni mál. Le Monde er sjálvandi litað av at vera franskt vinstrahalt blað, men blaðið er eisini fyrimyndarligt. Ein fronsk fyrimynd kann man siga. Greinar, sum hava meira um rithøvundan enn um hini, tey, ið hon í veruleikanum skal lýsa, sleppa ikki á prent hjá Le Monde. Blaðið kemur hvønn morgun á marknaðin, á tremur við tíðindum úr øllum heiminum, tí hugfrøðin í blaðstjórnini hevur altíð verið universalistisk og humanistisk. Blaðfólkið finst at órætti bæði heima og úti, men leypur ongantíð framav, tí tað kann bara skaða blaðið - og lesaran, sjálvandi.

Tout le monde merkir øll fólkini, og blaðið fylgir fronsku siðvenjuni, at taka allan heimin við í ritum sínum; ein arvur frá upplýsingartíðini. Á skrivstovunum hjá Le Monde í París, Kongo og Kina halda tey á við tí arbeiði, sum byrjaði við alfrøðini hjá Diderot og øðrum heimspekingum í átjandu øld. Alt skal festast á blað...men helst á fronskum. Le Monde er blómandi fyrimynd úr landi, ið var heimsmiðdepil fyri list og vísind, men við ógreiðum tjóðsamleika ár 2000.


Firouz Gaini

Paris