Fjølbroyttur handilsmaður

Gunnar Hansen hevði umboð fyri Mercedes, DKW og NSU bilarna

Magnus Gunnarsson


Gunnar Hansen má metast sum ein sera fjølbroyttur handilsmaður, hann kom til Føroyar í 1948 sum bókasølumaður. Tað vísti seg, at hann kundi selja alt frá bókum til gamalt jarn, og frá sjokolátu til jarnbreytaskinnarar.


Keypur skip til upphøggingar

Gunnar Hansen var dani, føddur 23. oktober 1914 í Holeby á Falster.

Hann var útbúgvin bilsmiðjur og kom til Føroyar í 1948 sum bókasølumaður. Hann sá beinanvegin fleiri møguleikar her í landinum, tí skjótt fór hann at keypa og selja gamalt jarn.

Hann búsettist her og giftist við Annbritt Højgaard, dóttir Hans Jacob Højgaard, lærara og tónaskald. Tá Seinni Heimsbardagi var av, vísti tað seg, at eftirspurningurin eftir jarni var sera stórur, og Gunnar Hansen keypti fleiri skip til upphøggingar.

Millum annað keypti hann fleiri hvalabátar og farmaskipið ?Barjama? sum fór á land út fyri Kirkjubø í 1952. Tey flestu skipini blivu løgd við bryggju og fyri ein part avmonterað, síðan send av landinum sum gamalt jarn.


Bilar, motorsúkklur og knallertir

Miðskeiðis í fimtiárunum fór hann at selja bilar, motorsúkklur og knallertir.

Hann fekk aðalumboð uppá Mercedes Benz, DKW Auto Union, Fiat og NSU.

Mercedes-Benz vóru brúktir sum hýruvognar, vørubilar hjá handilsfyritøkum og bussar til rutu-koyring millum bygdir. DKW og NSU vóru mest seldir sum privatbilar.

Vit í Føroyum høvdu nokk einki kelinavn til DKW bilarnar. Í Týsklandi høvdu DKW bilarnir kelinøvn sum ?Das Kleine Wunder?, danir kallaðu teir ?Det Kørende Wækkeur?, sum kom av tí eyðkenda ljóðinum frá 2-taktmotorinum.

Innan motorsúkklur, scootarar og knallertir hevði Gunnar Hansen fleiri umboð, so sum MZ, Triumph, Suzuki, Heinkel, NSU, Derby.

Fyrstu tíðina, áðrenn Frits Jensen bygdi nýggju Esso servicustøðina í Gundadali, høvdu hann og Gunnar Hansen samstarv um tænastuveitingar á verkstaðnum hjá Sigird av Reyni niðri í Rættará.

Tá Frits Jensen fekk aðalumboð uppá Fiat bilarnar, helt samstarvið teirra millum uppat. Seinnu árini varð avtala gjørd við bilverkstaðin hjá Edvin Hammer. Sølan av bilum og eykalutum var heima hjá Gunnar Hansen í Lucas Debesargøtu.


Góðgæti og køliútbúnaður

Gunnar Hansen seldi Gram køliútbúnað og leveraði stór anlegg til m.a. Landssjúkrahúsið og fleiri flakavirkir, eisini hevði hann heilsølu av Toms, Anthon Berg og Galle&Jessen góðgæti. Hann leveraði jarnbreytaskinnarar til havnaútbyggingina hjá Tórshavnar Havn, til teir stóru havnakranarnar at koyra á.

Gunnar Hansen andaðist í havn 20. oktober í 1968 næstan 54 ára gamal. Eftir tað helt konan, Annbritt Hansen fram við heilsøluni. Poul Gaard Hansen, sum hevði arbeitt har nøkur ár framman undan, kom aftur í starv, og var har til hann fór frá vegna aldur.

Tann 15. november 1997 varð lýst í bløðunum við at heilsølan, P/F Gunnar Hansen, gavst og tey takkaðu viðskiftafólkum sínum fyri gott samstarv.


Keldur: Bent Jacob Hensen

og Annbritt Hansen