Stríðið hjá Hans Fróða Hansen at koma longri fram í altjóða fótbólti hevur fingið enn eitt skot fyri bógvin. Í løtuni gongur hann við brotnum óstbeinið, og í gjár var heilt ógreitt, nær hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt. Tað kann hugsast, at Hans Fróði fer at koma til Føroya fyri at fáa viðgerð, men hetta var ikki greitt, tá vit tosaðu við landsliðsmannin í gjár.
Brotið á óstbeinið, sum var tað triðja á sama staði, kom hósdagin 30. mars:
? Eg vann eina takling, men ólukkutíð datt mótstøðumaðurin niður á meg, og óstbeinið brotnaði aftur. Hetta er ræðuligt. Eg brenni eftir at spæla fótbólt, men hetta darvar mær øgiligt, sigur Hans Fróði Hansen, sum hevur glett seg at fara við liðfeløgunum á landsliðnum til Liktinstein í aðru viku. Nú er ógvuliga ivasamt, hvussu tað verður við tí ferðina hjá Hans Fróða.
Sama brot
Heilt stutt frammanundan at landsliðið síðst í januar fór á venjingarlegu í La Manga breyt Hans Fróði óstbeinið. Hetta hevði við sær, at hann var noyddur at geva avboð til venjingarleguni.
Ta ferðina rann og súkklaði hann í sjey vikur, áðrenn hann aftur luttók í venjingini. Tað gekk skjótt rætta vegin, og á venjingarleguni í La Manga 15. til 25. mars var hann við í fleiri dystum. Undir venjing hósdagin 30. mars var aftur galið:
Nú hevur Hans Fróði Hansen brotið sama óstbeinið tríggjar ferðir. Fyrsta ferðin var í 1996, tá hann spældi við B68:
? Ta ferðina settu teir eina metalplátu í óstbeinið. Tá eg var heima á jólum, varð hon tikin burtur. Tá varð sagt, at hon var óneyðug. Nú veit eg ikki, hvussu tað verður. Kanska verður neyðugt at seta hana í aftur ella kanska mugu teir taka bein onkra aðra staðni frá og seta tað í óstbeinið, sigur Hans Fróði Hansen, sum ógvuliga fegin ynskir, at tað skal ganga skjótt.










