Góða elskaða mamma, eg vil her bera tær eina hjartans tøkk, fyri alt tað sum tú hevur givið mær ígjøgnum lívið og alt sum eg lærdi av tær. Ja, góða mamma, tú vart altíð klár at hjálpa okkum, bæði í sorg og gleði, tú stóð sterk við okkara lið. Tað er ikki so lætt at skriva hesar reglur, nú vit skulu titl at siga tær farvæl her á fold, men góða mamma, nú ert tú komin heim til tíni, sum tú saknaði so nógv.
Góða mamma, tú hevur verið pápa ein góð kona og okkum ein góð mamma, sum vit øll elskaðu so høgt, takk fyri alt. Vit møtast øll aftur heima í himlinum.
Heilsan við Korintbrævinum 2, kapitul 5, vers 1. Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotið niður, tá hava vit ein bygning frá Guði, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í himnunum.
Margith










