nakrantíð áður fara á fólkatingsval. TAÐ er tí kanska ikki út av lagi at siga, at vit í veruleikanum skulu hava tvey sera týðandi val í næstum, har tað eina ikki er minni áhugavert og týdningarmikið enn hitt [...] botnin til løgtingsvalið. NETTUP av hesi orsøk er tað tí kanska meira týdningarmikið enn nakrantí, hvørji fólk vit velja á fólkating at umboða okkum øll. Tað er stórt spell og sera óheppið, at tað í dag eru [...] menniskju, sum ikki hugsa og tosa sum hann sjálvur! Óli Breckmann er føroyska svarið uppá Kirsten Jacobsen. Tosingarháttur hansara er so nið ursetandi og so mannminkandi, atvanligir danir, sum bara hava
lokalpolitikkur longu nú er komin uppí oljumálið. Tulkar løgmaður málið rætt, so er greitt, at vit eru alt annað enn heppin við handfaringini av sjálvum lógargrundarlagnum. Spurninugurin er tí, um ikki málið [...] einum tilvildarligum landsstýrismanni er niðurstøðan, sum tingmenn gera sær. TAÐ, sum løgmaður eisini var sera betonkiligur yvir , var spurningurin um útgerðarstøð/ir. Her hevur Vinnunevndin gjørt ta broyting [...] vansarnar fyrst, so er tað dekan ov tíðliga longu nú at skula taka støðu til, hvat ella hvørji øki skulu brúkast til útgerðarhavn. Oljufeløgini sóu kanska helst, at tey gjørdu av, hvat øki er best at brúka,
verið karmur um so mangt. Her hava vit riðið í runsivalsstríð saman við Rólandi og her hava vit mangan lagt knørr við knarraborð. Her hava vit dansað til »goggu-tónleik« og her hava vit dansað mangan »sjelara« [...] ein kekk við 5000 krónum er ein so stór skomm, at tað hevði verið betur ógjørt. Men hvat, henda upphæddin er jú helvtin av tí, sum føroyameistarin í fótbólti fekk í fjør, so tað er helst í samljóði við okkara [...] titað og mangt kærleiksbandið man vera knýtt. HER eru mong kend skaldaorð søgd á palli ? leikir eftir Shakespeare, Wilde, Williami ella Valdemar ? og her hevur mangur sjónleikaraspíri fingið høvi at royna
var ov feitt at fara frá. Hugsunarvert og hugvekjandi. HVUSSU er so nevndarstandurin í landinum? Her eru bæði nevndir fyri ditt og datt. er nakað skil í? Nevndir eru býttar upp í tveir høvuðsbólkar. Summar [...] HAR er nógv áhugavert og serliga er hansara lýsing av nevnd og nevndararbeiði hugsunarverd. Nevndin verður lýst sum eitt »gummistempul« fyri tær gerðir, ið leiðslan framdi. Um aðrar meiningar vóru, so [...] SPURNINGURIN er eisini, um løgtingsins formansskapur ikki átti at sett umsitingarleiðararnar á einum ávísum støði. Viðvíkjandi nevndarvali til ráð- og fyritøkunevndir, har løgtingið fyrr valdi, er nú tann broyting
partapening. Tvs. at vit her hava tvey oljufeløg, sum skulu til at útvega milliónir av kr. í eginpeningi. HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru [...] tí tey meta, at munur longu er gjørdur á feløgunum! LØGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst [...] Og reyði tráðurin í politikkinum higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað
ng sigst vera, at hon skal forða øðrum í at fremja slík brotsverk, men veruleikin er ein annar. Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi [...] fyrstu kvinnuna í meira enn 130 ár av døgum. TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borgarar av døgum - borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum [...] statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi við peikifingurinum, tá tað ræður um órættvísi og brot á mannarættindi í øðrum londum
avtala er gjørd er so spurningurin, hvussu verður við víðari viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Landsstýrið hevur gjørt greitt, at tað ynskir kollveltandi broytingar millum londini, har málið er ein [...] loystar og harvið verður størri ábyrgd løgd á landsstýri og løgting, hvat eisini bara er gott. SAMBART avtaluni, sum er ein heild, tvs. at bankaendurgjald og skuld verða tvinnað saman, so verða 900 mill. [...] upphæddin strikað. Uppi í hesum upphæddum er so eisini endurgjaldið fyri bankamálið. Men av tí at málini eru tengd saman ber ikki til at síggja, hvussu nógv er fyri endurgjald og annars hevur beinleiðis
avleiðingarnar - tí stjórnin ikki segði teimum allan sannleikan! Slíkt er ikki álitisvekjandi - slíkt er álitisniðurbrótandi, og er orsøkin til kølnaðu viðurskiftini millum javnaðarflokkarnar báðar, hin [...] fólkatingsmaður er fólkatingsmaður, eins og allir hinir - og at um hann ikki vil vera tað, so hevur hann einki at gera á Christiansborg. Men tað sum Jóannes Eidesgaard er valdur á fólkating upp á er júst at hava [...] at Jóannes Eidesgaard »gongur í fólkatinginum og spælir klovn?« Tað er skiljandi, at danir halda hetta vera at spæla klovn. Men her eiga vit at minna á viðferðina, sum danski Javnaðarflokkurin við Poul
nýggjar vinnugreinir, nú tøkniøldin eisini hevur fingið fótin fastan her heima, so hevði nógv verið vunnið. Tað er líkasum, at orðið gransking er so fremmant fyri mong av okkum. Latið okkum fara inn í næstu øld [...] num. Tað er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein av fo [...] Eitt nú hevur undanfarni landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen gjørt eitt stórt arbeiði í so máta. Nú er so hjá eftirmanninum Signari á Brúnni at arbeiða víðari við málinum. NÚ frætta vit so, at tríggir
á føroyskar hendur. Hetta hevur verið frammi áður, men tað er greitt, at hetta er gott ?stoff? nú beint undan samráðingunum týsdagin. TAÐ er greitt, at danska stjórnin vil gera alt fyri at stuðla donskum [...] k kundi verið spurt, hvat í liggur aftanfyri. Er tað bara vanlig jura og stórlandapolitikkur ella eru tað milliardirnar, sum her banka uppá? Sjálvandi er hetta ein spurningur um pengar. Men nú londini [...] møguleikarnar at finna olju. Er tað so, at bretska stjórnin situr inni við upplýsingum um Hvíta økið og inn at føroyskum øki, sum vit ikki hava, so er greitt, at talan er um tveir samráðingarpartar, sum