einasta sum kann geva okkum ein góðan og dynamiskan fólkaskúla er vælútbúnir lærarar, góðir karmar og næmingar/foreldur, sum eru við. Latið foreldur vera foreldur at børnunum og lærararnar vera undirvísarar [...] neyðugt ella minni neyðugt fyri skúlan at røkja. Tó kann eg her nevna bara nakrar uppgávur, sum í dag eru ein náttúrligur partur av skúladegnum, men sum veruliga taka dýrabara tíð burtur frá ætlaðu undirvísingini: [...] Eg havi longu arbeitt sum lærari í seks ár, á tveimum ymiskum skúlum. Bara hesi 6 árini er skúlin heilt nógv broyttur. So um vit tosa um skúlan, eg sjálv var næmingur í, er hetta ein heilt onnur verð. Sjálvandi
nikkað til danska ynskið, og ein kann bara undrast yvir, hvussu nógva orku hann higartil hevur brúkt, fyri at halda Løgtingið uttanfyri. Sigur tað vera so ivaleysa gott, um ein meiriluti í Uttanlandsnevndini [...] greitt sagt, at tað ikki gevur meining at seta radaran upp, um hann ikki kann brúkast sum partur av verjuni hjá teimum sameindu, so, sum danir langt síðani hava lovað NATO. Í donskum miðlum kemur nú eisini [...] Tað er óvanliga prinsipielt, at ein radari skal setast upp í Føroyum. Fólkavalda Løgtingið eigur at taka eina slíka avgerð. Eingin annar! Tað, sum má vera í trúnaði, verður viðgjørt í Uttanlandsnevndini
Uttan iva er ein tílík útmelding ein styrki á valinum. Spurningurin er so, um hon ikki kann vera ein veikleiki aftaná valið. Tí fyri at fáa meiriluta, mugu í minsta lagið tveir stórir flokkar vera í samgongu [...] verður ov lítil, so er bara Tjóðveldi eftir. Hetta kann blíva ein trupulleiki hjá einum floksformanni, sum eisini hevur boðað alment frá, at undir hansara leiðslu verður Javnaðarflokkurin ein samríkisflokkur [...] Javnaðarflokkurin hevur avskrivað hann sum samgongufelaga, og verður Sambandsflokkurin ikki størri enn tað sum veljarakanningin vísti, so hevur Fólkaflokkurin bara ein møguleika, og tað er at fara í eina
eina heilsan til mín tá trettanda ráðharra. Hetta var so seint sum í august 2000. Yvirskriftin, Álitið fer ongan veg, var kanska í so djørv, kann eg bara staðfesta í dag, men hon slapp vissuliga at standa [...] skal skilið vera? Einoghvør kann siga sær sjálvum, at við so títtari útskifting, kemur ikki tað burturúr, sum tann politiski myndugleikin setur sær fyri. Hvørki av einum ella øðrum. Fólkini sum hava høvð [...] tað er galið við? Og so kann man spyrja seg sjálvan: teir, sum ongantíð vórðu koyrdir, munnu teir hava verið heilt okay? Hava teir gjørt nóg mikið til nyttu? Eg má bara siga, sum er, eitthvørt vanligt
undantaksloyvi. ? Men fyri fyrst so ganga vit útfrá, at norðoyastevnan verður, og ein fyribilsskrá er løgd. So mugu vit bara fáa at síggja, sigur Jan Gardar, sum tykist at vera í dýrastu neyð av hesum hurlivasanum [...] til Klaksvíkar í sambandi við norðoyastevnuna, tí so heldur hann, at onnur bara fara at gera tað sama. ? Tað kann verða so skjótt, at um vit fáa loyvi, so fara onnur at halda tað sama, sigur hann. NFÍ hevur [...] fyri at vita, um tað kann lata seg gera. Jan sigur, at sum hann hevur skilt, so verður tað ringt til arbeiðarafeløgini allatíðina og spurt um undantaksloyvir til bæði eitt og annað, so hann heldur, at tað
at arbeiða so skjótt sum gjørligt, so ein endi kann fáast á verkætlanini. Hon skal vera liðug nú tað várar, tað er einki sum eitur. Orsøkin til seinkingina skyldast, at man hevur hildið ein steðg, meðan [...] nú, og so verður tað flutt til Havnar. Góðskan á føroyska grótinum er góður, men okkurt galið kann vera innímillum. Hetta er heldur ikki nakað vanligt arbeiði, tí flísarnar til trappuna eru so veldiga [...] verða liðug á jólum. Tá so tann tíðarfreistin heldur ikki kundi haldast, vórðu tíðarfreistirnar bara sleptar, og hálvlidna trappan hevur nú staðið í frið í fleiri vikur. Nú hómast tó ein endi. Heðin Mortensen
vegna at hava klárað at reist ein so tignarligan bygning á einum so listarligum stað við so frágera kveikjandi útsýni, sum bert kann geva íbástur til hópin av spennandi myndum, sum framtíðin fer at vísa okkum [...] myndir hingu har, men har var so nógv fólk, at tú fekk ikki notið tær, so eg má fara avstaðaftur. Sosleiðis sigur Dávur Winther, sum í gjár var til móttøkuna á Eiði: »Men ein mynd var sett í eitt kanska [...] mynd, sum nógv fólk fingu nógv burturúr og samtalaðu um. Serliga vóru tað politikararnir, sum vóru til staðar, ið fingu skálksmílið fram og hildu myndina vera beinrakna. Og sjálvandi var tað ein frælslint
meir og meir, og kanska júst tí kann tað henda, at ein løgtingsmaður úr Tjóðveldi leggur eitt uppskot fram á ting, ið kann skeikla ta málsligu kós, vit hava hildið, og sum kann upploysa tann málsliga norm [...] greið um ein alstóran vanda, ið kann fara at taka seg upp? Tað má tað vera, og tann vandin er ikki so lítil, verður havt í huga, hvussu føroysk stavseting hevur lagað seg samsvarandi teirri málkós, sum tolulig [...] nevndin kannað møguligar avleiðingar? Hava vit eina so veika málnevnd, at bara onkur løgtingsmaður pippar um ein málsligan spurning, so gerst málnevndin ein viðloypari í einum sekteriskum stemningi um altjóðagerð
Eitt slíkt kollektiv krevur tó disciplin og tað eru vit ikki so fegin um. Skal ein flokkur hava disciplin, so má hann hava eina leiðslu, sum kann revsa tey, ið bróta disciplinina. Slík disciplin er nærmast [...] øgini, sum eru bundin til valdømini, sum ikki eru til longur. Nevndin í tí einstaka felagnum kann nokta fyri limaskapi og útihýsa limum, sum arbeiða ímóti endamálinum hjá lokalfelagnum. Ein slík avgerð [...] veikar flokkar, sum við verandi viðtøkum, neyvan tola nakað innanhýsis slagsmál, tí har er ongin stjórn, sum kann taka avgerðir og ongin stjórn at siga hvør skal vera fyrstur og hvør skal vera seinastur. Er
itøkuni og fekk navnið Enniberg. Tey, sum hava myndað hesa fyritøku, eru hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen. Fyrst kann verða sagt, at tað er fá hjún sum í so stóran mun hava havt tilknýti til sjógvin [...] tann fremsti trolaraskipari, sum vit hava átt. Tað sama er við pápabeiggjum hansara, sum allir vóru úrmælingar. Abbin var tann eins kendi skiparin Mortan í Hvannasundi. So tað lá í blóðinum, at sjálvsagt [...] grundarlagið Tað kann sigast at vera náttúrligt, at Mortan eisini fór at fáa sær trolara sjálvur. Hetta hendi tann 18. november 1978. Tá var sum ikki eina ferð kreppa, og tað hevur kanska verið ein kreppuloysn