Jan harmast stórliga um støðuna, sum hon nú er. Og hann sigur bart út, at um verkfallið framvegis er á norðoyastevnu, so verður hon rættiliga skerd, um hon yvirhøvur verður.
? Vit fáa ikki gjørt so nógv, um verkfall er. Vit fáa jú ikki nakað norður, sigur hann. Hann ivast stórliga í, um tað fer at nytta nakað at biðja um undantaksloyvi til at flyta farm til Klaksvíkar í sambandi við norðoyastevnuna, tí so heldur hann, at onnur bara fara at gera tað sama.
? Tað kann verða so skjótt, at um vit fáa loyvi, so fara onnur at halda tað sama, sigur hann. NFÍ hevur tó ikki sett seg í samband við arbeiðarafeløgini fyri at vita, um tað kann lata seg gera. Jan sigur, at sum hann hevur skilt, so verður tað ringt til arbeiðarafeløgini allatíðina og spurt um undantaksloyvir til bæði eitt og annað, so hann heldur, at tað er lítið sannlíkt, at norðoyastevnan fer at fáa undantaksloyvi.
? Men fyri fyrst so ganga vit útfrá, at norðoyastevnan verður, og ein fyribilsskrá er løgd. So mugu vit bara fáa at síggja, sigur Jan Gardar, sum tykist at vera í dýrastu neyð av hesum hurlivasanum. Honum hevði sjálvur dámt betur, um stevnan bara bleiv útsett. Hann nevnir tann møguleikan, at eitt vikuskifti er millum vestanstevnu og ólavssøku, har norðoyastevnan møguliga kundi verðið í staðin, men tað er sum sagt bert ein møguleiki.
Og hann ásannar eisini, at tað verður ein øðrvísi norðoyastevna tá, tí hon eigur at vera fyrst. Eitt annað tiltak er í Gøtu tað vikuskiftið, og tað er G-festivalurin, men um tað bilar so nógv, veit Jan ikki at siga.
Hann staðfestir bara í øllum førum í skrivandi stund, at um verkfallið heldur fram, so verður tað ikki so góð norðoyastevna, tí ongin vøra kemur norður, og somuleiðis ivast hann stórliga í, um nakar stevnugestur fer at koma.
Klokkan hálvgum ellivu hósmorgunin sessaðust partarnir aftur niður við semingsmonnunum, og Jan vónar bara, at teir fáa semju, tí so koyrir alt aftur sum vanligt, og norðoyastevnan verður ikki nakað stórvegis skerd. Men hinvegin slitnar aftur, so er hann sannførdur um, at verkfall verður framvegis á norðoyastevnu.
Kappróður
Ein annar trupulleiki, sum stingur seg upp viðvíkjandi norðoyastevnu, er kappróðurin. RSF hevur verið í samband við strandferðsluna, sum sigur, at tað helst ikki verður nakar trupulleiki at føra bátarnar til Klaksvíkar, tí teir verða mettir at vera ólønandi farmur. Men Hannis leggur tó afturat, at tað bleiv sagt, at onki er vist í hesum verkfalstíðum, so RSF og SSL avtalaðu at tosa saman aftur mánadagin aftaná døgurða.
Tað ber sera illa til at útseta kappróðurin, tí kappingarárið er so stutt. Hannis Joensen, forðmaður í RSF, sigur, at so longi sum strandferðslan og Klaksvíkar Róðrarfelag ikki siga, at tað ikki ber til at fáa kappróðurin avgreiddan leygardagin 31. mai, so dugir hann ikki at síggja nakra orsøk til at útseta róðurin.
? Øll feløg hava teirra ábyrgdarøki til eina stevnu, og okkara er so at fáa kappróðurin avgreiddan. Og tað fara vit at gera alt, sum vit kunnu fyri, sigur hann.
Hannis skilir væl, at tað er ein dyggur smeitur fyri øll feløgini, sum skulu skipa fyri einum og hvørjum til norðoyastevnu, men hann vísir á, at um norðoyastevnukappróðurin til dømis verður útsettur til vikuskiftið eftir Hvítusunnu, so verður alt kappingarárið forskotið, og komið verður út um ólavssøku, tá vestanstevnan verður.
? So sum nú er, so verður kappróður í Klaksvík leygardagin 31. mai, og tað stendur við inntil strandferðslan ella Klaksvíkar Róðrarfelag siga nakað annað, staðfestir Hannis Joensen.