Enniberg var ørskapur

Fríggjadagin 21. november hevði p/f Enniberg móttøku í samband við, at tað vóru 30 ár liðin, síðan fyritøkan varð sett á stovn

Byrjanin til fyritøkuna var, at hekkutrolarin Sjúrðarberg varð keyptur frá Kjølbrofyritøkuni og fekk navnið Enniberg. 


Tey, sum hava myndað hesa fyritøku, eru hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen. Fyrst kann verða sagt, at tað er fá hjún sum í so stóran mun hava havt tilknýti til sjógvin. 


Mortan er sonur Kaj Johannesen, kanska tann fremsti trolaraskipari, sum vit hava átt. Tað sama er við pápabeiggjum hansara, sum allir vóru úrmælingar. Abbin var tann eins kendi skiparin Mortan í Hvannasundi.

So tað lá í blóðinum, at sjálvsagt skuldi Mortan eisini enda sum trolaraskipari, og tað gjørdi hann eisini. Hann kom at sigla við Kjølbrotrolarum, og hjá teimum var hann í 27 ár og treivst væl hjá teimum. 


Væl lá eisini fyri. 


Hildigunn er dóttir Helenu og Niels Nicodemussen úr Skálavík. Her er tilknýtið til sjógvin ikki minni. Niels var sjálvur fiskimaður. Mamman Helena misti fyrra mannin, Sámal, við Immanuel í 1932. Við honum átti hon Sámal og Eiler Jacobsen, hvørs tilknýti til sjógvin øll kenna. Foreldrini hjá Helenu vóru Margretha og Jóan Hendrik Isaksen av Viðareiði, og var hann eisini kendur fiskimaður. Hann átti Margrethu, sum varð søkt á Føroya Banka í 1917. Hesar báðar ættir hjá Hildigunn og Mortan umboða ein stóran part av okkara fiskimannasøgu, bæði tá ið tað hevur gingist illa, og tá ið tað hevur gingist væl.


Enniberg var grundarlagið


Tað kann sigast at vera náttúrligt, at Mortan eisini fór at fáa sær trolara sjálvur. Hetta hendi tann 18. november 1978. Tá var sum ikki eina ferð kreppa, og tað hevur kanska verið ein kreppuloysn, at Kjølbro seldi Sjúrðarberg. Tí var heldur ikki so nógv gjørt burtur úr yvirtøkuni. Teir fóru bert tríggir mans eftir skipinum, Mortan, meistarin og kokkurin.

Hetta var mett at vera eitt vágið stig hjá Mortani. Hann hevði góðan skiparakjans, og hildið varð, at hetta var ørskapur, sum fór at beina fyri honum. 


Sjálvt pápi hansara, Kaj, helt tað sama. Hann rýmdi til Suðuroyar og vildi als ikki tosa um hetta. 


Men sum ofta eftir eina kreppu fer at ganga framá aftur, og tað fór skjótt at ganga so mikið væl, at fleiri mettu, at Svend Thulesen, stjórin á Kjølbro, mundi angra søluna. Tað segði hann seg kortini ikki at gera.

Í 1990 kom so tann verandi Enniberg. Tá sá heldur ikki so gott út. Tá ið teir vóru framsýningartúr var Eivind Niclasen, reiðarin á Vesturvón, ein av røðarunum. Hann helt ikki Enniberg hava nakran møguleika. Men tað gekk kortini við stríð og strev, og, sum Mortan sjálvur sigur, við góðum fólki.

Tað skal eisini sigast, at nógv av teimum mest væleydnaðu verkætlanum í føroyskum fiskiskapi hava sæð vónleysar út við byrjan. Men tað hava verið menn, sum hava trú uppá tað ómøguliga, og tí er hóast alt so væl komið burturúr, eisini fyri samfelagið. 


Gamli Enniberg gjørdist til Ljósafelli, sum royndi ymiskar ótroyttar møguleikar. Fyri nøkrum árum síðani seldi Mortan Ljósafelli, og hann gjørdist til Ran í Hósvík.


Konan verið stjóri


Hildugunn hevur havt ein stóran leiklut, sum stjóri í fyritøkuni. Hon er ein av teimum heilt fáu kvinnuligu reiðarunum, sum hava verið í Føroyum. Onnur dømi hava verið Ebba Müller og Hjørdis Háberg, og tað hevur riggað væl hjá teimum øllum. Mortan sigldi við tey nógvu fyrstu árini, men seinastu árini hevur hann verið heima og stuðlað Hildigunn.

Mortan takkaði eisini børnunum, Kaj, Niels og Helenu, fyri at hava verið góð í ráðum hvør á sínum øki.

Aðrir góðir stuðlar og ráðgevarar hava verið advokaturin Halgir Winther Poulsen og grannskoðararnir fyrst Carl Vilhelm Weihe, sáli, og síðan Claus Rasmussen.

Mortan endaði sína framløgu við at siga, at mest av øllum skuldi Gud Harrin hava tøkk fyri hjálp og trúfesti.

Á móttøkuni sang Bárður Tindskarð “Stór er tín trúfesti”, meðan Kaj spældi harmoniku til.

Tað vóru nógv fólk komin til móttøkuna. Heilsanir vóru frambornar av Óla Hendrik av Fløtum, Poul Johan Djurhuus, Eiler Jacobsen, Mortan hja Andrias, Sonju Mikkelsen og Jóhannu á Bergi.


Fjórða ættarlið tikið við


Sum sagt er Mortan triðja ættarlið av trolaraskiparum. Men sjálvur kemur hann so ikki beinleiðis at seta fjórða ættarlið við. Synirnir hava valt sær annað starv enn at vera skiparar.

Men kortini, maður Helenu, Dávur Jacobsen, uppkallaður eftir abbanum í Søldafirði við sama navni, hevur verið avloysaraskipari á Enniberg, og her tykist eisini væl at liggja fyri. Tað kundi hent, at við hesum er fjórða ættarlið “bjargað!”


Vit báðir hava verið mótpartar í mong ár. Vit hava heldur ikki altíð verið samdir. Men hava trupulleikar verið, so hava vit roynt at at finna loysnir.

Sum arbeiðspláss mann Enniberg hava verið gott. Fólkið hevur trivist væl umborð. Nógvir hava siglt við í 10-tals ár og summir enntá framum vanligan pensjónsaldur.

Hetta má eisini sigast at vera eitt trygt arbeiðspláss. Vinnan við flakatrolarum er tann bólkur av fiskiflotanum, sum man vera eina best fyri við fiskirættindum og møguleikum í hesi tíðini, tað ikki gongst eftir vild hjá øllum.

Hetta er hugaligt í eini tíð, har alt er so óvist.


ó.