Radarin - til felags gagns, ella píkatráður?

Tað er óvanliga prinsipielt, at ein radari skal setast upp í Føroyum. Fólkavalda Løgtingið eigur at taka eina slíka avgerð. Eingin annar! Tað, sum má vera í trúnaði, verður viðgjørt í Uttanlandsnevndini. Men sjálv avgerðin um, hvørt ein radari skal setast upp, hvat slag av radara talan er um, hvør, ið skal hava ábyrgdina og reka hann, hvør, ið fær atgongd til upplýsingarnar og kann brúka hesar, hvørt hernaðarfólk verða til staðar og økið inngirt ella ei, hvørt føroyingar skulu hava ræðið, atgongd og avgerðarmøguleikar - og harvið eisini inntøkumøguleikar og so frameftir. Tað eru spurningar, ið fólkavalda tingið og allir flokkar eiga at sleppa at taka støðu til.

 

Tað er snøgt sagt djúpt ódemokratiskt at loypa fólkavalda Løgtingið um í einum spurningi, ið snýr seg um at geva atgongd til at seta upp og reka eina radara, ið kemur at framleiða týdningarmikið tilfar, ið brúkast kann bæði til hernaðarmál og til sivila loftferðslu.

 

“Hetta er ikki ein hernaðarradari, men eftirlitsradari” sigur landsstýrismaðurin. Men, tað er bara orðasnúgving. Danska verjumálaráðsfrúan hevur greitt sagt, at tað ikki gevur meining at seta radaran upp, um hann ikki kann brúkast sum partur av verjuni hjá teimum sameindu, so, sum danir langt síðani hava lovað NATO. Í donskum miðlum kemur nú eisini fram, at danska stjórnin, ið hevði vónað, at hetta bert var ein avgreiðsluspurningur, fer at halda lyfti sítt til NATO, uttan mun til, hvat føroyingar ella grønlendingar siga. Tað tykist sum, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur nikkað til danska ynskið, og ein kann bara undrast yvir, hvussu nógva orku hann higartil hevur brúkt, fyri at halda Løgtingið uttanfyri. Sigur tað vera so ivaleysa gott, um ein meiriluti í Uttanlandsnevndini játtar. Har eigur Miðflokkurin formannin, samgongan meirilutan og einans 5 av 7 flokkum eru umboðaðir.

 

Vóni veruliga, at Uttanlandsnevndin í hesum máli dregur eina línu, so vit í felag kunnu verja áhugamál og rættindi hjá føroyingum og landi okkara. Tað eru vit vald at gera.

 

Tað er ein sannroynd, at partur av loftrúmi okkara er uttanfyri eftirlit. Ein radari kann gera gagn, og kann eisini skapa størv og møguleikar, ikki minst tá vit fara at taka loftrúmið yvir á føroyskar hendir. Hetta er eitt mál, vit mugu standa saman um. Tað eigur at bera til.

 

Verður tað ein radari, innigirdur við píkatráði við stórum skeltum: Ongin atgongd? Og har føroyingar ikki sleppa framat, ella fáa innlit í, hvussu verður brúktur. Ella verður tað ein radari, sum kann tæna Føroya fólki og eisini geva okkum møguleikan at veita tænastur til bæði NATO og aðrar samstarvspartnarar?

 

Sjálvsagt eigur fólkavalda parlamentið, Føroya Løgtingið, avgerðina um radaran!

 

 

 

Bjørt Samuelsen

 

løgtingskvinna fyri Tjóðveldi