?Er tað eitt framstig ella eitt afturstig, at ein løgtingsmaður er í ferð við at broyta føroyskar málreglur? Í mínari verð er ongin ivi um, at talan er um eitt afturstig. Grundgevingin um, at øll verðin skrivar z, q, w, x og c, og tí skulu føroyingar eisini hava hesar stavir, er líka fjákut, sum tá afturhaldssinnað knarra um, at føroyingar onki duga ella orka. Veruligi boðskapurin hjá Sjúrða Skaale er, at vit skulu lata vera við at menna og skapa okkara egna mál. Vit skulu bara apa okkum eftir øllum hinum? ?
?
Lat meg sláa fast beinanvegin, at eg vænti ikki, at deyðin er í durunum hjá føroyskum máli, og henda viðmerking er tí ikki ein gravartala fyri føroyskum máli. So nógv er føroyskt ment, síðan Hammershaimb gjørdi skriftmálið í 1846, og jólafundurin í 1888 setti ferð á mentanarligu endurvekingina í Føroyum, at føroyskt mál er bjargað væl og virðiliga. Túsundtals bøkur standa í bókahillunum skrivaðar samsvarandi teimum málreglum, sum í grundini hava verið í gildi í heila øld. Føroyskt er nógv ment við nýggjum orðum, verður lystiliga brúkt í fjølmiðlunum og blómar eisini í nýggjum elektroniskum miðlum sum eitt nú Facebook.? ?Men okkara tíð hevur við sær, at bæði hugsjónir og virðir upploysast meir og meir, og kanska júst tí kann tað henda, at ein løgtingsmaður úr Tjóðveldi leggur eitt uppskot fram á ting, ið kann skeikla ta málsligu kós, vit hava hildið, og sum kann upploysa tann málsliga norm, ið okkara børn sita á skúlabonki hvønn dag og læra. Gev okkum z, q, w, x og c, sigur løgtingsmaðurin, og grundgevur við, at eins og vit siga 1, 2, 3, so siga vit jú eisini a, b, c. Retorisku gávunum bagir onki, og heima í stovunum siga lurtarar og hyggjarar, at hatta ljóðar jú so rætt, og undirtøkan tykist tí at vera vís. ? ?Løgtingsmaðurin brúkar eisini eina aðra grundgeving. Hann nevnir, at øll verðin brúkar latínsku stavirnar, og skulu føroyingar sleppa burtur úr heimføðiliga haftinum og gerast heimsborgarar, ja, so mugu teir taka teir útihýstu latínsku stavirnar til sín umgangandi. Hvør skal siga, tú ert eitt bygdasligt, afturhaldssinnað grenj, um tú ikki tekur undir við mínum uppskoti, og tey, sum ikki tíma at vera tað, yppa so bara øksl og siga ok. At so sjálv málnevndin nú rekur við streyminum og mælir til at taka undir við løgtingsmanninum, virkar veikt og opportunt, serliga tá nevndin í sama andadrátti formanar, at føroyskar stavsetingarreglur ikki mugu fara av lagi av broytingini.? ?Hví sigur málnevndin tað? Er tað tí, at hon er greið um ein alstóran vanda, ið kann fara at taka seg upp? Tað má tað vera, og tann vandin er ikki so lítil, verður havt í huga, hvussu føroysk stavseting hevur lagað seg samsvarandi teirri málkós, sum tolulig semja hevur verið um at halda. Fleiri serkønir viðmerkjarar hava í orðaskiftinum um stavraðið víst á, at verða teir fimm latínsku stavirnir loyvdir í føroyska stavraðnum, kann henda, at fólk fara at taka sær frælsi at skriva eitt nú cirkus í staðin fyri sirkus og pizza í staðin fyri pitsa. Viljin til at tillaga fremmand orð til føroyska stavseting fer at hvørva, og stavsetingin kann gerast eitt brongl av øllum og ongum.? ?Henda vanda er Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í málnevndini, greiður um, tá hann í sjónvarpinum loyvir teimum fimm latínsku stavunum inn í stavraðið og samstundis hevur tað stóra fyrivarnið, at stavsetingin má ikki fara av lagi. Tá málnevndin hevur so stórt fyrivarni, hvat er tað so, sum fær hana at mæla til, at bókstavirnir fáa heimarætt í stavraðnum? Er avgerðin umhugsað? Er hon populistisk? Hevur nevndin kannað møguligar avleiðingar? Hava vit eina so veika málnevnd, at bara onkur løgtingsmaður pippar um ein málsligan spurning, so gerst málnevndin ein viðloypari í einum sekteriskum stemningi um altjóðagerð mótvegis føroyskum heimføðiskapi?? ?Mær tykir, at júst hetta er støðan, men tað er sanniliga ikki heimføðiskapur at menna og skapa sítt egna mál. Tað er at hava sterka sjálvkenslu og tilvitan um sítt egna. At leppa øllum, sum ikki er eins egna, við teirri grundgeving, at vit skulu fylgja við verðini, er mangan bara at pynta seg við læntum fjaðrum. Ein fáfongd roynd at tykjast nútímans og tekkjast flest møguligum opportunistum, sum innast inni ikki tíma at taka málsliga spurningin í álvara, lítið og onki innlit hava í málsøguligar veruleikar og enn minni tíma at læra seg føroyskt. Loysnin hjá teimum, ið bera seg soleiðis at, er altíð at geva føroyskum skyldina fyri egnan dovinskap. Føroyskt er so ringt, føroyskt er so ræðuligt, og meðan tey áttu at lært seg málið, bróta tey tað bara niður tað, sum upp er bygt. Av egnari ómegd.
?Men eg haldi ikki, at eitt løgtingsuppskot frá einum einstøkum manni skal enda við, at hetta málsliga grenjið og uppgávulyndið verður autoriserað á hægsta stað. Tað er sjálvsagt sum amen í kirkjuni, at vit hóvliga eiga at laga fremmadaorð, eisini staðarnøvn og fólkanøvn, til galdandi føroyskar málreglur. Tað er sjálvsagt, at føroyingar skulu kunna skriva Ný Sæland í staðin fyri New Zealand, Kili í staðin fyri Chile og Kristian í staðin fyri Christian. Hetta hevur verið málfrøðiliga kósin í heila øld. Sjálvandi er navnaspurningurin sera persónligur og viðkvæmur, og sjálvur haldi eg, at júst navnalistin einans eigur at vera vegleiðandi og viðmælandi. Men kósin? Skal hon sleppast heilt? Vil málnevndin tað?? ?Við tí, sum málnevndin nú hevur borið fram, og við áganginum hjá løgtingsmanninum á tey, sum sita í navnanevndini, snýr hetta málið seg ikki longur um at loyva nøkrum ósekum stavum inn í stavraðið. Hetta snýr seg um eitt beinleiðis álop á allan tann málfrøðiliga normin, sum undirvíst verður eftir í skúlunum, og sum higartil hevur verið við til at ment føroyskt til eitt sterkt og sjálvstøðugt mál. Als ongin fólksligur hópuppreistur hevur sett fram tann pástand, at føroyskt var eitt ómøguligt mál, tí teir fimm latínsku stavirnir ikki vóru í stavraðnum. Tað hevur bara ein løgtingsmaður gjørt, sum hevur dugað væl at fingið alt málið at ljóðað týdningarmikið.? ?Merkisvert er tað, at fremstu fjeppararnir hjá løgtingsmanninum eru nakrir, sum í fleiri áratíggju hava happað hampiligar málrøktarar, sum gamaní viðhvørt hava verið í so bondskir sjálvir, men sum sanniliga mentu málið og settu eftir seg lívsverk málinum at frama. Eg hugsi um tað, sum Kristian á Brekkumørk, M. A. Jacobsen, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jonhard Mikkelsen, Annfinnur í Skála, Árni Dahl og fleiri aðrir ótroyttiligir stríðsmenn við kønari hond hava borið fram í talu og ikki minst skrift. Teirra strev hevur verið tað veruliga strevið, og hetta, sum nú fer fram, er at meta við niðurbrótandi og ikki uppbyggjandi andstøðingavirksemi. Andstøðingarnir hava sjálvandi loyvi at vera ósamdir, men teir byggja onki upp. Definera bara seg sjálvar við at happa tað, sum hinir bygdu upp.? ?Mítt endamál við hesi viðmerking er at mæla til størsta umhugsni. Las viðmerkingarnar hjá Jonhardi Mikkelsen, sum løgtingsins mentanarnevnd fekk í sambandi við viðgerðina av stavraðnum, og taki fult og heilt undir við teimum. Skilji eisini væl missiónina hjá Árna Dahl, nú hann er flogin í blekkhúsið í sambandi við óumhugsaða álopið á málnormin. Skilji eisini so hjartaliga Annfinn Johansen, formann í navnanevndini, at hann stendur fast við navnalógina, tí hvat skal hann annars gera? Føra málpolitikk eftir høvdinum hjá einum einstøkum løgtingsmanni?? ?Tað kann væl vera, at ein meiriluti í løgtinginum heldur tað vera nýmótans at taka undir við z, q, w, x og c, kanska í einum populistiskum herðindi. Men tað er heilt margháttligt, at sama løgting hevur lagt seg flatt fyri einum uppskoti, ið kann føra við sær stóran málfrøðiligan skaða, tá tað ikki enn hevur ómakað sær at hava aðalorðaskifti um stóra álitið um framtíðar málpolitikkin í Føroyum. Landsstýri og løgting hava við at ignorera hetta álitið forsømt sína uppgávu og hildið tann stóra sakkunnleika, ið evnaði til hetta álitið, fyri spott, og tíð er nú uppá, at føroyskur málpolitikkur kemur aftur á beint og verður viðgjørdur skipað og virðiliga og ikki samsvarandi onkrum tilvildarligum upplopi í løgtinginum.