Verða vit gráir ella knáir?

Eg gleðist um, at fólkaskúlin er settur á dagsskránna, og at tað verður roynt at seta inn, har tørvur er á. Skúlin hevur leingi havt tørv á einum lívligum kjaki við munadyggum og gevandi kritikki. Tó eru klár tekin um, at okkurt er farið av sporinum, og fleiri lærarar fara aðrastaðni enn í skúlan at arbeiða. Her havi eg hug at varpa ljós á ein av trupulleikunum í fólkaskúlanum í dag

Skúlin fingið nýggjan ham

Eg havi longu arbeitt sum lærari í seks ár, á tveimum ymiskum skúlum. Bara hesi 6 árini er skúlin heilt nógv broyttur. So um vit tosa um skúlan, eg sjálv var næmingur í, er hetta ein heilt onnur verð. Sjálvandi er tað náttúrligt við broytingum, og nógar eru eisini til tað betra. Vit fóru miðskeiðis í 90unum at kalla fólkaskúlan fyri “Skúlin fyri øll”. Sjálvandi skal skúlin vera fyri øll, men í dag síggja vit, at skúlin skal vera fyri øll og rúma øllum – ja, skúlin við øllum. Fyrr var skúlin bara skúli, og lærarar bara lærarar, men í dag er skúlin meir ella minni ein vavstur av óteljandi uppgávum, sum lærarar skulu taka sær av og brúka tíðina til.

 

Skyldur skúlans

Fólkaskúlin eigur og skal røkja skyldur, sum menna og strimbra næmingarnar. Skúli og kommuna skulu í felag skapa góðar karmar til næmingarnar at læra, og her er trivnaður ein týðandi partur. Vit skulu minnast til, at fakligu krøvini til næmingarnar eru ikki smá, tí mugu umstøðurnar vera góðar. Eg skal ikki avgera, hvat er neyðugt ella minni neyðugt fyri skúlan at røkja. Tó kann eg her nevna bara nakrar uppgávur, sum í dag eru ein náttúrligur partur av skúladegnum, men sum veruliga taka dýrabara tíð burtur frá ætlaðu undirvísingini: eta við næmingum, tannlækni, heilsusjúkrasystir, prestur, Bláikrossur, Ferðslutrygd, Fyrstahjálp, Trygdarskeið, upplýsing um framhaldsskúlar, vitjan á SEV, Datueftirlitið, Roykipolitikkur og afturat hesum, eru næmingarnir náttúrliga burtur frá undirvísing onkuntíð í privatum ørindum og onkur fer at ferðast í skúlatíð – tí tað er bíligari.

 

Hóast alt hetta er partur av dagsins skúla, er samlaða tímatalið ikki merkisvert økt, ella tímarnir longri, men skúlin hevur seinastu árini fingið ótalligar uppgávur, sum ikki beinleiðis eru fakligar. Pensum er tað sama og krøvini í veruleikanum herd. Hvar seta vit markið? Vit mugu bara síggja sannleikan í eygunu og erkenna, at vit náa ikki alt. Okkurt má liggja uttanfyri skúlan ella skúlatíð.

 

Lærarar eru undirvísarar

Í hesum kravmiklu PISA-døgum, har hart verður sett inn á skúlan, og tosað verður um at seta størri krøv til lærarar og næmingar, havi eg hug at siga: “Lat okkum lærarar sleppa at undirvísa”. Tað er ein almennur vaksandi trupulleiki, at lærarar heldur velja onnur størv enn lærarastarvið. Hetta er ein álvarsamur trupulleiki, sum als ikki undrar meg. Lærarar eru fyrst og framst undirvísarar og um fakkunnleikin minkar við fleiri “óviðkomandi” uppgávum, hvar kennir lærarin so sítt pláss? Eg haldi, at her er farið av sporinum.

 

Vit skulu vera millum fremstu lond í 2015 við besta skúla, men um vit hugsa um skúlaskap og fakkunnleika, skilji eg ikki heilt, hvussu vit skulu røkka málinum. Skulu vit gerast best, mugu vit vera meir málrættað og vita, hvat vit vilja – og sjálvandi krevja eitt sindur av hvørjum øðrum. Virðing og álit í góðum samstarvi millum heim og skúla er avgerandi fyri skynsamum og neyðugum disciplini. Føroyar eru lítið og yvirkomiligt land, men hvar eru okkara eyðkenni sammett við stór lond? Tað einasta sum kann geva okkum ein góðan og dynamiskan fólkaskúla er vælútbúnir lærarar, góðir karmar og næmingar/foreldur, sum eru við. Latið foreldur vera foreldur at børnunum og lærararnar vera undirvísarar – og fáa rúm at undirvísa.

 

Gráir ella knáir næmingar?

Skúlin hevur grundleggjandi týdning fyri land okkara, tað er fortreyt fyri lærdómin hjá børnum og ungdómi. Hetta eru børn og ung, sum eftir skúlatíð hava møguleika at røkja alskyns persónlig áhugamál – sum ofta verða sett fram um skúlan, tó skúlin er einasta stað, børnini við lóg eru bundin at. Um ov nógv verður lagt inn í skúlan er vandin sjálvsagt, at vit bara ala “gráar” næmingar, sum eru toliligir í øllum, og ikki úrmælingar á nøkrum øki. Heldur knáir enn gráir næmingar, um eg sum lærari sjálv skal velja.

 

Tað kundi verið so nógv annað at trivið í, men eg lati tað liggja til seinni.