Uttanflokkar
Vit hava júst fingið eina avkláringa av hvør skal vera kandidatur hjá Demokratunum til næsta val í USA, tað er ikki smávegis slagmál, sum hevur verið millum persónarnar. Kortini er flokkurin heilur og taparin styðjar vinnaran. Hóast hesi veldigu slagmálini innanfloks, hevur USA bara tveir flokkar av týdningi.
Vit hava havt eitt floksbýti síðan 1906, hinvegin er tað synd at siga at vit hava fingið sterkar flokkar burturúr floksbýtinum. Okkara valskipan legggur ikki upp til flokkar, sum loysa probleminin innanhýsis. Tað er lættari at stovna ein nýggjan flokk enn at loysa problemini innanhýsis.
Spiltar atkvøður
Í USA og Englandi eru tingmenn valdir í einstaklinga valdømum, hetta merkir at tann, sum fær flestar atkvøður í valdøminum er valdur. Í eini slíkari skipan velur tú ein perón, sum sigur seg hoyra til ein flokk, men flokkurin er ikki til fyrr enn persónurin kemur á ting. Tað er sostatt onki beinleiðis samband millum talið av atkvøum og tann ráðandi flokkin.
Flokkarnir í USA og Englandi eru kortini minst líka sterkir sum flokkarnir hjá okkum.
Fyrimunurin við at velja flokkar á ting í staðin fyri einstaklingar í valdømum, er at atkvøður ikki fara til spillis. Flokkurin er kortini í nógavar mátar í andsøgn við endamálið at velja persónar á ting, tí teir skulu bara vera bundnir av síni egnu samvitsku og ikki eini kollektivari samvitsku, sum flokkurin er.
Spiltir flokkar
Flokkurin byggir á eina ímynd av at vit hava nakrar persónar, sum eru grundleggjandi samdir um ávís mál og tí kunnu veljararnir velja teir kollektivt inn á ting. Eitt slíkt kollektiv krevur tó disciplin og tað eru vit ikki so fegin um. Skal ein flokkur hava disciplin, so má hann hava eina leiðslu, sum kann revsa tey, ið bróta disciplinina. Slík disciplin er nærmast ómøgulig við tí vallóg vit hava, tí hon bannar uppstilling í nummarrøð – tað ber bara til at uppstilla alfabetiskt eftir eftirnavninum.
Ein nummererað uppstilling krevur slagsmál innanfyri flokkin og tað eru vit ikki hugaði fyri. Vit hava sæð hvussu Hillary og Obama hava bart fyri at gerast forsetavalevni, tað slagmálið er farið fram innanfyri demokratiska flokkin. Tá slagmálið er av, mugu partarnir finna saman fyri at styrkja flokkin. Slagsmál krevur samskifti og samskifti styrkir flokkin. Ein annar fyrimunur við eini nummereraðari uppstilling er at flokkurin kann stilla upp soleiðis at kynsbýtið er javnt.
Okkara valskipan er ein kombinatión av at velja einstaklingar og geva teimum, sum kalla seg ein flokk, møguleika at taka onkran inn við sær, sum ikki hevur fingið nóg mikið av atkvøðum. Atkvøður mugu ikki fara til spillis er eitt høvuðsargument.
Flokkarnir hjá okkum eru eitt slag av bindiklubbum. Valfeløgini eru ikki nógv meria enn hugnaklubbar í einum valdømi, sum ikki er til longur. Hóast vit hava fingið eitt valdømi, so fer uppstillinin framvegis fram í valdømum. Vit eru so bangin fyri konflikt at vit ikki tora at gera avmarkingar, tí skulu øll upp á listan og veljarin veit í veruleikanum ikki hvat hann velur. Atkvøður man fyri einum fokki ella einum persóni.
Strukturelt eru flokkarnair ógvuliga líkir, allir byggja á valdømini, sum ikki eru til longur. Kortini er Miðflokkurin, sum ongantíð náddi út í øll valdømini, eitt sindur øðrvísi.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin hevur ongar viðtøkur á netinum og tað er neyvan tørvur fyri tí. Flokkurin er so breiður at tað er neyvan brúk fyri at seta treytir fyri limaskapi.
Tjóðveldið
Tjóðveldi, hevur sum tann fyrst tikið avleiðingarnar av veruleikanum og koyrt orðið flokkur úr navninum. Treytin fyri at gerast limur er at man ikki er limur í einum øðrum politisku flokki og tekur undir við hugsjónunum hjá flokkinum. Hóast flokkurin er dottin úr navnninum so livir hann víðari í viðtøkunum. Limaskapurin fer fram gjøgnum valfeløgini, sum eru leivdir frá valdømunum.
Flokkurin hevur ásetingar um ekslutión, sum fer fram á flokstinginum. Treytin fyri ekslutión er at arbeiða ímóti politikkinum hjá flokkinum, men tað er ilt at siga hvussu ein slík grein skal brúkast, tá t.d. Heini O. Heinesen fer beint ímóti Tobba, Tobbi hevur verið beint uppi ímóti Høgna Hoydal.
Støðan vísir týðuliga at her er hvørki talan um ein flokk ella ein politikk.
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin hevur treytir fri limaskapi. Har ber til at tekna seg sum lim í flokkunum beinleiðis uttanum valfeløgini. Treytin fyuri limaskpi er at viðkomandi tekur undir við grundsjónarkiðunum hjá flokkinum.
Limur sum mótarbeiðir hesum grundsjónarmiðum og lógunum hjá flokkinum kann koyrast út. Eftir hesum verður tað ringt at fáa Gerhard úr flokkinum, hann er neyvan ímóti grundsjónarmiðunum og hevur neyvan brotið nakrar lógir hjá flokkinum.
Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin er ógvuliga torskildur. Har stendur:
Øll, ið vald verða til álitisfólk í flokkinum, eiga at vera limir í einum veljarafelag ella Ungmannafelag Sambandsfloksins.
Eingin kann, uttan at vera limur í veljarafelag Sambandsfloksins í tí valdømi, har viðkomandi býr, verða stillaður upp sum valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsval, kommunuval ella fólkatingsval.
Tað er sum um flokkurin av tilvild velur nøkur álitsfólk og aftaná kannar man so eftir um tey eru limir í onkrum veljarafelag ella í Ungmannfelagnum hjá flokkinum. Uppstillingin fer ekslusivt fram gjøgnum veljarafeløgini, sum eru bundin til valdømini, sum ikki eru til longur.
Nevndin í tí einstaka felagnum kann nokta fyri limaskapi og útihýsa limum, sum arbeiða ímóti endamálinum hjá lokalfelagnum. Ein slík avgerð kann tó skjótast inn fyri aðalfundin ella landsnevndina hjá flokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin
Flokkurin hevur eitt landsfelag, sum er samansett av valdømisfeløgunum. Tað eru ognar treytir fyri limaskapi ella útihýsing. Flokkurin er væl so breiður at tað neyvan er fyri neyðini at hava nakrar treytir um limaskap.
Miðflokkurin
Eisnasti flokkur, sum ikki byggir á lokalfeløg er Miðflokkurin, helst tí hann ongantí rættuliga fekk uppstilling í øllum valdømum. Flokkurin hevur ongar viðtøkur á netinum.
Miðflokkurin hevur ongar viðtøkur á netinum.
Veikir flokkar
Gjøgnumgongdin vísir ógvuliga veikar flokkar, sum við verandi viðtøkum, neyvan tola nakað innanhýsis slagsmál, tí har er ongin stjórn, sum kann taka avgerðir og ongin stjórn at siga hvør skal vera fyrstur og hvør skal vera seinastur. Er ósemja í flokkinum, stovnar man bara ein nýggjan flokk.
Verandi politiska støðan vísir best, hvussu veikir flokkarnir eru, landstýrismaðurin í fiskivinnumálum er í minniluta, bæði innanfyri og uttanfyri samgonguna.
Um endamálið er at fáa flokkar á ting, so skal veljarin bert kunna atkvøða fyri einum flokki, fyri einum persóni.
Okkara alskur til persónligu atkvøðurnar kemur týðiligast fram í lógini um stuðul til politiskt virksemi hjá flokkunum. Endamálið við lógini er at veita stuðul til politskar flokkar og teirra politska virksemi. Tað ljóðar sum um politiskir flokkar eisini reka annað virksemi enn politiskt.
Í lógini er í §3 ásett at uttanflokkatingmaður eisini skal hava stuðul, men endamálið við lógini er at styrkja flokkarnar. Í okkara ræðslu fyri konfliktum skunda vit okkum at gera av við flokkarnar. Um ein tingmaður er koyrdur úr flokkinum, so skal hann eisini hava stuðul, soleiðis at flokkurin absolut ikki hevur møguleika fyri at sanktionera teir, sum ikki vísa disciplin. Tað løgnasta er at okkara vallóg eisini hevur hugtakið uttanflokkalisti við, hetta eru listar, sum ikki eru góðkendir av flokkinum.
Vit vilja hava flokkar, men samstundis gera vit alt fyri at flokkarnir ikki kunnu gerast sterkir, tí vit dyrka persónin, helst ein skipara.
Flokkarnir líkjast allir uttanflokkum, tí tað er ongin leiðsla, sum kann siga hvør er uttanfyri ella innanfyri.