Tvey føroyingalið í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.
Á heimavølli í Partille tóku Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof móti grannunum, Önnered.
Önnered var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var útiliðið á odda 17-12. Men í seinna hálvleiki avrikaði Sävehof munandi betri, og við støðuna javnleikur 32-32, og í álopi við 17 sekundum eftir á klokkuni kundu teir stjolið sigurin, men tað kiksaði, og so máttu Ísak og liðfelagarnir taka til takkar við javnleiki 32-32.
Ísak fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið.
Sävehof er nummar fimm í deildini við seks stigum fyri sjey dystir.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby kundu á heimavølli í Jönköping ikki gera tað stóra við verandi meistararnir, Ystad. Útiliðið vann ein greiðan 32-22 sigur á Hallby. Í steðginum var Ystad frammanfyri við fimm málum, 15-10.
Rói skoraði upp á tríggjar av 10 málmøguleikum. Hann var eisini noteraður fyri eitt assist.
Hallby hevur eins og Sävehof seks stig fyri sjey dystir. Men málmunurin sendir Hallby niður á eitt tíggjunda pláss. Tað eru í løtuni seks lið sum hava seks stig. Hini fýra liðini eru Ystad, Alingsås, AMO og liðið hjá Tróndi Mikkelsen, HF Karlskrona.
Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Tróndur og liðfelagarnir dyst á útivølli móti Malmö, ið er næstfremst í deildini.