Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna lat í gjár upp nýtt, rúmligt og snotisligt listaverkstað og framsýningarhøli upp á Eiði.
- Hópin av fólki hevði leitað Niðan í Koll at fegnast saman við Sigrun Gunnarsdóttir í nýggju hølum hennara. Og allar hennara fagrastu myndir hingu har, men har var so nógv fólk, at tú fekk ikki notið tær, so eg má fara avstaðaftur. Sosleiðis sigur Dávur Winther, sum í gjár var til móttøkuna á Eiði:
»Men ein mynd var sett í eitt kanska symbolskt horn - hon æt Høgni H. Ein lítil fuglur í einum lítlum búri við hurini opnari. Hann stóð bert og hugdi ovfarin at tí stóra føroyska vaðmalinum, sum leiddi út í heim, men fann ikki útav at hoppa útum...
Serliga skemtilig og sigandi mynd, sum nógv fólk fingu nógv burturúr og samtalaðu um. Serliga vóru tað politikararnir, sum vóru til staðar, ið fingu skálksmílið fram og hildu myndina vera beinrakna.
Og sjálvandi var tað ein frælslint íslendsk kvinna, sum keypti føroyska manni sínum hana. Sådan!
Til móttøkuna í sambandi við at nýggi verkstaðurin og framsýningarhølið varð tikin í nýtslu, spældi sonur Sigrun, Heini Niclasen, sum er kendur í tónleikabólkinum Boys in a Band.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvInna í Mentamálum helt fagra røðu fyri Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu og ynskti henni tillukku við nýggju snotiligu kørmunum, ið bæði eru ætlaðir sum listaverkstaður og framsýningarhøli.
Jú, sigast má at henda lítilátna og friðarliga listakvinnan hevur nóg upp á hjarta, og hon hevur nógv at siga frá í sínum myndum. Men tú fært ikki alt borið upp í hendurnar, tú mást grunda yvir myndirnar, sum hava hópin av ímyndum (symbolikki). Ofta eru tað brot úr heimliga umhvørvinum, hon nýtir sum myndevni, men setur tey saman á ein serstakan hátt.
Og hennara høvuðsmotiv vóru eisini til staðar við móttøkuna: 89 ára gamla mamma hennara og 91 ára gamli pápi hennara. Hesi gjørdust sjálvandi - umframt myndaframsýningina -miðdepilin í móttøkuni. Tí, eftir at landsstýriskvinnan hevði ?vígt? húsið, takkaði Sigrun Gunnarsdóttir og beyð fólkunum at fáa sær okkurt leskandi. Men Sigrun takkaði í sama viðfangi foreldrum sínum, at hon var sloppin at nýta tey sum myndevni ? ?Og her eru tey, nú kunnu tit síggja tey og heilsa uppá tey?, segði hon.
Fólk so gjørdu og flokkaðust um tey. Tá ið myndamaðurin klikti úr eystri og vestiri og til seinast tók í hondina á hesi kendu mammuni og ynskti henni tillukku við hølunum hjá dóttrini svaraði hin gamla vísa kvinnan, sum gongur langar túrar hvønn dag, meðan maðurin er til arbeiði á Tonito: ?Kennast vit??
Ein fjálg løta, at ein lítil bygd hevur fingið eitt so væla listhús og framsýningarhøli. Men mest av øllum fegnist eg Sigrunsa vegna at hava klárað at reist ein so tignarligan bygning á einum so listarligum stað við so frágera kveikjandi útsýni, sum bert kann geva íbástur til hópin av spennandi myndum, sum framtíðin fer at vísa okkum.
Sigrun hevur fyrr latið listardyr upp í føroyum og eisini víða úti í heimi ? Heilt vesturi í New York og eysturi í Japan. Í dag lat hon sína egnu upp, sum fer at geva henni og heiminum enn meir.
Tillukku og góða eydnu!«
Listaframsýningin verður opin fram til 13.06.10.
Skrivað hevur Dávur Winther