Martin Næs
??????????
Fyri seks mentamálaráðharrum síðan skrivaði eg eina heilsan til mín tá trettanda ráðharra. Hetta var so seint sum í august 2000. Yvirskriftin, Álitið fer ongan veg, var kanska í so djørv, kann eg bara staðfesta í dag, men hon slapp vissuliga at standa sína roynd.
Í tíðarskeiðnum 1988-2003 hevur Mentamálaráðið skift leiðara nítjan ferðir! Ta fyrstu tíðina æt tað ikki Mentamálaráðið, men lat tað fara. Tað sum er av týdningi, er, at hesi nítjan skiftini hava slóðað fyri eini mentan av heilt serligum slag. Eini mentan, sum í nógvum førum hevur skapt ótryggleika, har tað hevur verið torført at fingið eygað á nakran kontinuitet, har tað tykist sum um tað á ein ella annan hátt bara er vorðið longri til fólkið og tættari ímillum trupulleikarnar.
Teir flestu ráðharrarnir fóru av sær sjálvum. Summir vórðu ikki aftur-valdir, aðrir tráaðu eftir hægri tindum. Onkur fór tí hann ikki legði í at vera har longur. Aðrir fingu fótin í eitt ávíst stað og vórðu bidnir um at stinga í posan, tí teir skuldu kannast. So varð kannað og seinni staðfest, at teir høvdu einki galið gjørt, men tá var stólurin upptikin, og har vendist ikki aftur.
Øll hesi fólkini hava havt teirra politisku og umsitingarligu ætlanir og dreymar, tá ið tey settust í stólin, og sigast má av sonnum, at tað ikki ein gong hevur verið ymiskt, hvussu skorist hevur hjá teimum. Eingin teirra kann tíverri reypa av at hava fingið meira av skafti enn tann undanfarni. Úrslitið hevur verið stak vánaligt. Men undir øllum umstøðum er talan um fólk, sum í teirra dagliga arbeiði sum mentamálaráðharrar, eru soleiðis staðsett, at tey mugu vænta, at tey eru fyrimynd bæði hjá ungum og gomlum, hjá kvinnum og monnum, hjá hvítum og svørtum, hjá sjúkum og frískum, hjá sambandsfólkum, javnaðar-fólkum og hjá tjóðveldis-fólkum.
Hvussu skal skilið vera? Einoghvør kann siga sær sjálvum, at við so títtari útskifting, kemur ikki tað burturúr, sum tann politiski myndugleikin setur sær fyri. Hvørki av einum ella øðrum. Fólkini sum hava høvðusábyrgdina støðast ikki, og tí kemur tað ein ávís óró yvir alt økið. Ráðharrarnir gera einki annað enn at trilva seg fram, og so við eitt vekk eru teir burtur aftur. Tey, sum sita tættast við hesar ráðharrarnar, mugu taka meira og meira á seg, og tað hava tey sjálvandi bara gott av, men gott er tað ikki fyri úrslitið. Tí, tá ið tað so knappliga fer at ganga embætisfólkunum ímóti, tá eru tey til reiðar at snúgva sær undan við svarinum: ja, men tað sigur tann politiski myndugleikin! Trupulleikin er bara tann, at í flestu førum veit tann politiski myndugleikin ikki av hesum, fyrr enn hann hevur fingið fótin. Bara tað at skulu seta 19 mentamálaráðharrar inn í arbeiðsgongdir, mannagongdir og aðrar gongdir upp á 15 ár. Tað verður tann bera gongd. Og tað ber ikki til. Tey fáa hvørki tíð ella umstøður at seta seg inn í tey ymisku málini, og hvaðna minni fáa tey stundir at kava til botns í teimum størstu málunum, ið arbeitt verður við. Hvussu hevði fiskiskipaflotin hjá Ejleri Jacobsen sæð út, hevði hann brúkt hesa fyrimyndina? Bara fyri at taka eitt dømi.
Men hetta er ikki tað versta. Tað er uppaftur nógv verri, at síðan á sumri 1998 hevur Føroya løg-maður, sum hevur verið tann sami alla tíðina, koyrt ella verið noyddur at loyst úr starvi - seks lands-stýrismenn. Taka vit so eisini við tey fýra tjóðveldis-fólkini, sum vórðu uppsøgd nú henda dagin, tá ið val varð útskrivað, so hevur núverandi løgmaður, sett nýtt met í heimssøguni, eitt met, sum eg vóni seint verður tikið, hóast eg, landsins vegna, skammist av tí. Hann hevur koyrt ella loyst 10 landsstýrisfólk úr starvi upp á seks ár: allar tríggjar kvinnurnar og haraftrat sjey av monnunum!! Upp á seks ár! Ber hetta til? Eru tað veruliga so vánaligir mannaheilar, sum hava stýrt Føroya fólki hesi síðstu 6 árini? Hvat hugsa vit? Hvat er áfatt? Grunaði Føroya løgmaður einki av hesum fyri seks árum síðan? Spurdi hann ongantíð í hesum tíðarskeiðnum seg sjálvan: Er tað kanska mær tað er galið við?
Og so kann man spyrja seg sjálvan: teir, sum ongantíð vórðu koyrdir, munnu teir hava verið heilt okay? Hava teir gjørt nóg mikið til nyttu?
Eg má bara siga, sum er, eitthvørt vanligt arbeiðs-pláss við so nógvum gjóstri kann bara pakka saman. Har hava vit einki at gera, har kann almennur starvsfólkapolitikkur og almennur setanarpolitikkur og almennur eitt og almennur annað einki stilla upp. Tann fyrimyndin kann so ikki brúkast.
?Eru fólkini, vit hava valt í løgting og landsstýri veruliga so illa fyri?
?Er nakað galið við aðalráðunum?
?Er nakað galið við stýrisskipanarlógini?
?Er nakað galið við okkum veljarum?, ella
?Er nakað galið við løgmanni?
Eg eri veruliga í iva.
Tíggju landsstýrisfólk hava fingið durafjórðingin frá sama manni í einum tíðarskeiði upp á seks ár??!!
Tað kann gott vera, at hesi tíggju høvdu tað uppiborið, men eg loyvi mær at ivast í, um man frá byrjan av var so samdur um tað politiska endamálið, sum tað sá út til á myndum og á pappírum. - Heilt einfalt er at hugsa, at nú, vit vóru um at nærkast endanum, nú tordu teir ikki meira. - Og eg gevi ikki løgmanni alla skylduna, sjálvt um hann eigur størsta partin, tí løgmaður má hava eitt mótspæl, eitt mótspæl innaní-frá, eisini frá sínari egnu samgongu, og tað haldi eg ongantíð, at hann fekk. Ongantíð, nóg týðiliga. Hann fekk til síðst eitt so einsíðugt ultimatum frá sínum stóra samgongu-flokki, at tað fekk valla enda øðrvísi.
Tað er stórur vandi fyri, at framferðarhátturin, hesin ófráboðaði ótryggleikin oyðileggur fyri okkum meira enn gott er. Okkara umdømi, og tað so nógv umtalaða trúvirðið fer heilt í knús, tað er púra vist. Fyri tíggju árum síðan fóru vit fíggjarliga um koll. Tað fingu vit rættað uppá, og komu fyri okkum aftur. Í dag eri eg bangin fyri, at vit fara moralskt fyri bakka, og illa ber til, at fara í bankan at rætta upp á tað.
Spurningurin er, um vit føroyingar ikki eiga at vera nógv dugnaligari at vísa fólki durafjórðingin, langt áðrenn tey eru komin so høgt upp á tindarnar at sita.
Hugsa um hetta, tá ið krossurin skal setast!Fra









