seinasta, ið hendur á fyrsta harudegnum í Nólsoy, er, at haran verður flett. Hetta hendir eftir, at menn hava hildið veitslu. Ofta taka fleiri seg saman um at fletta haruna, og her blivu 24 harur flettar hetta [...] hálað av. Á myndini er tað hent, og so er bara eftir at spretta haruna upp og taka innvølirnar út. Summastaðni velja menn at lata haruna hanga í eina tíð at ræsa, áðrenn hon verður flett, men tað verður ikki
– Allir føroyingar eiga at hava møguleikan at sleppa framat okkara fiskivinnuríkidømi og sleppa at virka í hesum vinnugeiranum, sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum. Hann [...] Hann heldur ikki, at tað ber til at halda fram við verandi lógar- og regluverki, tí tann lóggávan fevnir í veruleikanum bara um ein part av tí fiskiskapi, føroyingar ráða yvir í dag, tí alt hitt verður [...] landsstýrismaðurin alt ov nógvar og víðar heimildir, sigur Páll á Reynatúgvu. Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.
onnur áhugað boðin í skúlan mikukvøldið og hóskvøldið at hyggja at tí, sum næmingarnir hava fingið burturúr. Nes kommuna vísir á, at høvi var eisini at fara inn í eitt miniplanetarium, har næmingar í 3. og [...] okkara himmalhválvi. Tofta skúli sigur, at næmingarnar hava verið sera hugagóðir og fyri tey, sum vóru í skúlanum hesi bæði kvøldini, var tað sjón fyri søgn, at næmingarnir eisini høvdu fingið væl burturúr
inum sigur Jóannes Jacobsen, hjálparvenjari hjá landsliðnum, at Johan kann spæla á øllum plássum í verjuni, men at tað er sum miðverji, at teir hava kallað hann inn. [...] Eitt leikbann hevur við sær, at Lars Olsen og Jóannes Jacobsen hava verið noyddir at boðsenda nýggjum leikara til fótbóltslandsdystin í móti Svøríki týskvøldið. Rógvi Baldvinsson fekk gult kort í dystinum [...] hevur venjaratoymið boðsent Johan Trost Davidsen úr HB. Johan var við í upprunahópinum, men noyddist at geva avboð vegna próvtøkur. Próvtøkur eru tó eingin forðing nú seinni dysturin skal spælast, Johan
Luxembourg umrøtt fría møguleikan hjá ES-borgarum at ferðast runt í øðrum londum í europeiska samveldinum. Bretland, Holland, Týskland og Eysturríki vísa á, at summir innflytarar úr øðrum ES-londum gera sær [...] møguleikum, hetta frælsi gevur, uttan at lúka tær treytir, ið annars eru. Tí vilja hesi lond forða teimum, ið áður hava snýtt ella misbrúkt sosialar tænastur, at sleppa innaftur í eitt ES-land, men hesum [...] hesum taka onnur ES-limalond ikki undir við. At seta spurnartekin við rættin hjá ES-borgarum at ferðast frítt í samveldinum, ber ikki til, sigur svenski ES-kommiserurin, Cecilia Malmström (myndin).
íslendska ríkið at rinda peningin aftur. Bankin vísti millum annað á, at summir íslendskir ráðharrar høvdu borið seg ólógliga at upp undir skrædlið. Íslendska stjórnin helt hinvegin uppá, at danski bankin [...] kravi frá Danske Bank, sum vildi hava íslendska ríkið at endurrinda pening, sum bankin misti í sambandi við bankaskrædlið í Íslandi. Hetta er aðru ferð, at dómsvaldið gongur ímóti danska bankanum, tí rætturin
politistøð, umframt at rútar blivu knústir og annað herverk gjørt. Politiið hevur í nátt handtikið fleiri fólk, sum verður sagdur at stava frá, at ungdómsarbeiðsloysið er stórt, men eisini, at hesi fremmandu [...] Stockholm, har ungfólk av fremmandum uppruna gjørdu herverk, settu eld á bilar og bygningar, umframt at tey steinaðu eftir politistum. Eldur varð settur á tríggjar skúlar, harav tann eini brann í grund, [...] fremmandu ungu duga illa at laga seg til svenska samfelagið.
danskarar velja at flyta yvir um Oyrarsund og búseta seg í Skåne, vísa tøl frá donsku hagstovuni. Í fjør fluttu 1.876 fólk úr Sælandi til Skåne, og tað er tað minsta í 11 ár, umframt at vera munandi minni [...] minni enn í 2007, tá tilsamans 5.000 danskarar fluttu yvir til Svøríkis at búgva. Ein orsøk er helst, at bústaðirnir í Danmark eru blivnir bíligari, og tá sum flest fluttu til Skåne, vóru bústaðarprísirnir [...] nir í Kjøpinhavn og har um leiðir upp á tað hægsta. Tølini vísa eisini, at fleiri svenskarar velja at verða verandi í Svøríki, tí í fjør búsettu 2.551 svenskarar seg í Danmark, og tað er tað minsta síðani
al-Assad, eru í prinsippinum gingin við til at fara undir friðartingingar við andstøðuna. Tað upplýsa diplomatiskar keldur úr Russlandi, sum saman við USA roynir at fáa í lag friðartingingar í Genève í næsta [...] næsta mánaði. Áður hevur sýriska leiðslan boðað frá, at spyrst nakað burtur úr tinginunum, fer forsætisráðharrin, Wael al-Halki, at standa á odda fyri sendinevndini hjá stjórnini. Sýriska andstøðan, sum [...] útlegd, er tó ikki ovurfegin um russisku tíðindini, men krevur av sýrisku stjórnini, at hon sjálv váttar viljan til at samráðast umn frið. Borgarakríggið í Sýrialandi hevur vart í meira enn tvey ár, og tað
í Wales er farin at kanna umstøðurnar í sambandi við, at ein 107 ára gomul kvinna og 69 ára gamla dóttur hennara eru funnar deyðar heima við hús í býnum Builth Wells. Sky News sigur, at møðgurnar vórðu [...] vórðu funnar deyðar mánadagin, og at løgreglan hevur illgrunað um, at tær eru deyðar av kolsýrueitran. Hetta er tó ikki staðfest enn. Sambært Sky News doyggja umleið 50 bretar av kolsýrueitran árliga. Onnur [...] brúka kol, við ella gass sum brenni. Í einum afturlatnum rúmi kann login taka alt súrevnið, og tað ger, at luftin verður metta við kolsýru, sum ikki sæst, og sum heldur ikki luktar.