Danske Bank fær ongar pengar

Hægstirættur í Íslandi havnaði í gjár einum kravi frá Danske Bank, sum vildi hava íslendska ríkið at endurrinda pening, sum bankin misti í sambandi við bankaskrædlið í Íslandi. Hetta er aðru ferð, at dómsvaldið gongur ímóti danska bankanum, tí rætturin í Reykjavík hevur havnað kravinum fyrr.

Danske Bank lænti í 2008 íslendska bankanum Glitnir 677 milliónir evrur. Seinni sama ár fór Glitnir av knóranum, og Danske Bank vildi hava íslendska ríkið at rinda peningin aftur. Bankin vísti millum annað á, at summir íslendskir ráðharrar høvdu borið seg ólógliga at upp undir skrædlið.

Íslendska stjórnin helt hinvegin uppá, at danski bankin mátti sjálvur átaka sær avleiðingarnar av samskiftinum við Glitnir, og tað heldur dómsvaldið eisini.