Sýriska stjórnin og forsetin, Bashar al-Assad, eru í prinsippinum gingin við til at fara undir friðartingingar við andstøðuna.
Tað upplýsa diplomatiskar keldur úr Russlandi, sum saman við USA roynir at fáa í lag friðartingingar í Genève í næsta mánaði.
Áður hevur sýriska leiðslan boðað frá, at spyrst nakað burtur úr tinginunum, fer forsætisráðharrin, Wael al-Halki, at standa á odda fyri sendinevndini hjá stjórnini.
Sýriska andstøðan, sum er í útlegd, er tó ikki ovurfegin um russisku tíðindini, men krevur av sýrisku stjórnini, at hon sjálv váttar viljan til at samráðast umn frið.
Borgarakríggið í Sýrialandi hevur vart í meira enn tvey ár, og tað hevur higartil kravt yvir 80.000 mannalív, harav helvtin er sivilfólk.