Haraftrat er súkkling ein góður háttur at fáa dagliga rørslu og burðardygga ferðslu, sum er við til at minka um bilaferðsluna.
Tórshavnar kommuna vil eggja øllum borgarum í kommununi, sum hava umstøður og møguleika til tess at súkkla til arbeiðis, í skúla, til ítriv og hvar enn so leiðin gongur.
Eisini bjóðar kommunan øllum súkkluáhugaðum, sum leggja leiðina framvið Steinatúni í morgin millum kl. 16 til 17 ein lítlan kaffimunn og eitt gott prát.