Útskifting í landsliðshópinum

Eitt leikbann hevur við sær, at Lars Olsen og Jóannes Jacobsen hava verið noyddir at boðsenda nýggjum leikara til fótbóltslandsdystin í móti Svøríki týskvøldið. Rógvi Baldvinsson fekk gult kort í dystinum í móti Írlandi fríggjakvøldið, og er tískil leikbannaður.

 

Tí hevur venjaratoymið boðsent Johan Trost Davidsen úr HB. Johan var við í upprunahópinum, men noyddist at geva avboð vegna próvtøkur. Próvtøkur eru tó eingin forðing nú seinni dysturin skal spælast, Johan er tøkur og tískil boðsendur nú brúk er fyri honum.

 

Við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum sigur Jóannes Jacobsen, hjálparvenjari hjá landsliðnum, at Johan kann spæla á øllum plássum í verjuni, men at tað er sum miðverji, at teir hava kallað hann inn.