– Allir føroyingar eiga at hava møguleikan at sleppa framat okkara fiskivinnuríkidømi og sleppa at virka í hesum vinnugeiranum, sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum.
Hann heldur ikki, at tað ber til at halda fram við verandi lógar- og regluverki, tí tann lóggávan fevnir í veruleikanum bara um ein part av tí fiskiskapi, føroyingar ráða yvir í dag, tí alt hitt verður regulerað í kunngerð av landsstýrismanninum, ið einsamallur ræður yvir tí.
– Tað halda vit ikki vera nøktandi fyri eitt rættarsamfelag í 2014, tí upp á tann mátan fær landsstýrismaðurin alt ov nógvar og víðar heimildir, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.