Alsamt færri danskarar velja at flyta yvir um Oyrarsund og búseta seg í Skåne, vísa tøl frá donsku hagstovuni.
Í fjør fluttu 1.876 fólk úr Sælandi til Skåne, og tað er tað minsta í 11 ár, umframt at vera munandi minni enn í 2007, tá tilsamans 5.000 danskarar fluttu yvir til Svøríkis at búgva.
Ein orsøk er helst, at bústaðirnir í Danmark eru blivnir bíligari, og tá sum flest fluttu til Skåne, vóru bústaðarprísirnir í Kjøpinhavn og har um leiðir upp á tað hægsta.
Tølini vísa eisini, at fleiri svenskarar velja at verða verandi í Svøríki, tí í fjør búsettu 2.551 svenskarar seg í Danmark, og tað er tað minsta síðani 2008.