Aftur ófriður í Stockholm
Fimtu náttina á rað var ófriður í forstøðum kring svenska høvuðsstaðin, Stockholm, har ungfólk av fremmandum uppruna gjørdu herverk, settu eld á bilar og bygningar, umframt at tey steinaðu eftir politistum.
Eldur varð settur á tríggjar skúlar, harav tann eini brann í grund, og í minsta lagi 15 bilar blivu brendir í forstøðunum, Rinkeby og Tensta.
Í Älvsjö, sunnan fyri Stockholm, varð millum annað eldur settur á eina politistøð, umframt at rútar blivu knústir og annað herverk gjørt.
Politiið hevur í nátt handtikið fleiri fólk, sum verður sagdur at stava frá, at ungdómsarbeiðsloysið er stórt, men eisini, at hesi fremmandu ungu duga illa at laga seg til svenska samfelagið.