Evnisdagar: Í rúmdini í eina viku

Næmingar í Tofta skúla hava havt eina øðrvísi skúlaviku, har evnið hevur verið "rúmdin".

Næmingarnir í Tofta skúla, sum ganga í 1.-8. flokki, hava hesa vikuna havt øðrvísi skúlaviku. Evnisvika hevur verið á skúlaskemanum, og evnið hevur verið "rúmdin".

 

- Í hesum sambandi vóru foreldur og onnur áhugað boðin í skúlan mikukvøldið og hóskvøldið at hyggja at tí, sum næmingarnir hava fingið burturúr.

 

Nes kommuna vísir á, at høvi var eisini at fara inn í eitt miniplanetarium, har næmingar í 3. og 4. flokki søgdu frá sagnum um nakrar av stjørnumyndunum á okkara himmalhválvi.

Tofta skúli sigur, at næmingarnar hava verið sera hugagóðir og fyri tey, sum vóru í skúlanum hesi bæði kvøldini, var tað sjón fyri søgn, at næmingarnir eisini høvdu fingið væl burturúr.