Ræðast “sosiala turismu” í ES

ES-ráðharrarnir, sum umsita útlendingamál og innflyting, hava á fundi í Luxembourg umrøtt fría møguleikan hjá ES-borgarum at ferðast runt í øðrum londum í europeiska samveldinum.

Bretland, Holland, Týskland og Eysturríki vísa á, at summir innflytarar úr øðrum ES-londum gera sær dælt av teimum møguleikum, hetta frælsi gevur, uttan at lúka tær treytir, ið annars eru.

Tí vilja hesi lond forða teimum, ið áður hava snýtt ella misbrúkt sosialar tænastur, at sleppa innaftur í eitt ES-land, men hesum taka onnur ES-limalond ikki undir við.

– At seta spurnartekin við rættin hjá ES-borgarum at ferðast frítt í samveldinum, ber ikki til, sigur svenski ES-kommiserurin, Cecilia Malmström (myndin).