kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Endamálið við heiðrinum er at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast. Tann sum fær heiðurin [...] Krossur Føroya er nú farin undir at leita eftir evnum til Ársins Fyrstahjálpara, ið felagsskapurin velur á hvørjum ári. Felagsskapurin skrivar í tíðindaskrivi í dag, at tann, sum er í uppskoti, skal í farna
sjey málum gjørdi sítt til, at Kyndil vann 26-24 á KÍF fyrr í kvøld. Josef heldur, at teir eldru spælararnir hjá Kyndli gingu undan, og traðkaðu í karakter. Josef viðgongur tó, at tað var strævið í fyrra hálvleiki [...] tá hann føldi, at marginalarnir koppaðu til KÍF, tá talan er um returbóltar. Josef heldur, at Kyndil fekk vent hesari gongdini í seinna hálvleiki. Fyri Kyndil hevði tað alstóran týdning at vinna, og teir
í serliga skipaðum miðnámi. Felagið heitir eisini á landsstýrið um at tryggja, at tey tilboð, sum longu eru byrjað, halda fram, og at neyðug játtan til tað verður sett av á fíggjarlógini fyri 2016. Hilmar [...] teirra, ið bera brek í Føroyum" sett fram ynski um, at brekøkið sum heild verður staðfest í ítøkiligari játtan. - Munagóðu batarnir síðstu árini eiga nú at halda fram sum miðvís menning av øllum brekøkinum [...] Hilmar Jan Hansen tosaði við Tóru við Keldu á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Tóru við Keldu.
um, at stórur tørvur er á at byggja 50 metra svimjihylar í Føroyum. Nú batnar støðan skjótt. Langhylurin í Pálshøll opnaði í heyst og Bogi Andreasen, býráðslimur, sigur, gongd er á við arbeiðinum at byggja [...] uppgávuni, sigur Bogi Andreasen. Ætlanin er, at langhylurin skal byggjast vestanfyri verandi hylar og at svimjihøllin tí skal útbyggjast vestureftir. Trupulleikin er, at har liggur ÍSF-húsið, og tey mugu tí fyrst
Eftir at dagurin í dag er farin til at leggja fram skjøl, fer ein stórur partur av degnum í morgin til at hyggja at sjónvarpi. Dagurin byrjar við, at sendingin um tollmálið verður víst og síðani skal rætturin [...] sakførararnir hjá miðlafólkunum tá hava sínar endaligu framløgur. Christian F. Andreasen sleppur síðani at leggja fram sína endaligu framløgu mikudagin í næstu viku.
grønmetissamstarv fyri Sandoynna. At enda var kunnað um møguleikarnar at verða við í einum skeiði í grønmetisvelting, sum Laura Joensen kemur at taka sær av. Meira verður at lesa um tiltakið í Skálavík á in [...] øllum, sum hava áhuga fyri grønmetisvelting - antin tað er til egið brúk ella til at selja - og øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka. Stórur áhugi var fyri tiltakinum, og eini 60-70 fólk mundu vera við á
Hansdóttir, og ummælið er framúr gott. Gaffa heldur, at Guðrið Hansdóttir hevur tað, sum skal til fyri at blíva eitt heimsnavn. Tað snýr seg um at hitta røttu fólkini á rætta stað til røttu tíð. Hóast [...] serstak í so máta er við henni, heldur Gaffa, at Guðrið hevur ein serstakan norðurlendskan tóna, sum er sera dragandi og hevur trúvirði. Gaffa hevur hug at samanlíkna Gurðið við gamlan bretskan fólkapopp [...] fólkapopp, men samstundis er Guðrið nútímans og frísk. Gaffa heldur, at Taking Ships er framúrskarandi og gevur útgávuni 5 av 6 stjørnum.
til dagligt, men vænti, at eg gerist spentur, tá løtan kemur, sigur Henrik Hammer, skipari á Norrønu. Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin? - Eg fari at verða heima á altanuni [...] altanuni hjá mær sjálvum, um veður verður til tað. Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking? - Ja, tað skilji eg, tí áhugamálini hjá fólki eru so sera ymisk. Hetta síggja
sjálvt, at hetta kann vera ein smittuvandi, serliga fyri alivinnuna, sigur Niels Winther. - Tað er ein generellur trupulleiki, tá skip koma til Føroya, at vit ikki hava nakrar reglur móti, at skip kunnu [...] havøki, sigur hann og vísir á, at í øðrum londum siga reglurnar at skipini skulu tøma barlasttangarnar, áðrenn tey koma inn í ávís sjóøki. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Niels Winther
skrivar, at flokkurin ynskir at taka fólkatingssessirnar av, og lata føroysku sendistovuna røkja samstarvið við Danmark. Kortini stillar flokkurin upp til fólkatingsvalið, tí flokkurin ásannar, at nógvur [...] Framsókn boðar í tíðindaskrivi frá, at flokkurin stillar seks valevni upp til komandi fólkatingsval, sum í morgun var kunngjørt at vera 18. juni. Tey seks valevnini eru Poul Michelsen, Hanna Jensen, Karlot [...] almannakunngjørdi sín lista í gjár. Umframt teir báðar flokkarnar, hevur Zakarias Wang. Seinasta freist at lata listar inn er sunnudagin 7. juni.