Framsókn stillar seks upp

Vilja taka fólkatingssessirnar av, men stilla kortini upp til Fólkatingsvalið.

Framsókn boðar í tíðindaskrivi frá, at flokkurin stillar seks valevni upp til komandi fólkatingsval, sum í morgun var kunngjørt at vera 18. juni.

Tey seks valevnini eru Poul Michelsen, Hanna Jensen, Karlot Hergeirsson, Sunneva Háberg Eysturstein, Høgni Reistrup og Ruth Vang.

Framsókn skrivar, at flokkurin ynskir at taka fólkatingssessirnar av, og lata føroysku sendistovuna røkja samstarvið við Danmark. Kortini stillar flokkurin upp til fólkatingsvalið, tí flokkurin ásannar, at nógvur politikkur, ið ávirkar Føroyar verður tilevnaður uttan fyri landoddarnar, og har vil flokkurin gera sína ávirkan galdandi.

Framsókn er annar flokkurin, ið almannakunnger vallistan til Fólkatingsvalið. Sambandsflokkurin almannakunngjørdi sín lista í gjár. Umframt teir báðar flokkarnar, hevur Zakarias Wang. Seinasta freist at lata listar inn er sunnudagin 7. juni.