Mugu halda fast við verandi tilboð

Tóra við Keldu óttast, at møguligar sparingar fara at raka tey, ið bera brek fyrst.

Nú nýggja landsstýrið arbeiðir við fíggjarlógaruppskoti fyri komandi ár, hevur "Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum" sett fram ynski um, at brekøkið sum heild verður staðfest í ítøkiligari játtan.

 

- Munagóðu batarnir síðstu árini eiga nú at halda fram sum miðvís menning av øllum brekøkinum, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, ið serliga vísir á tilboðini, sum eru komin í serliga skipaðum miðnámi.

 

Felagið heitir eisini á landsstýrið um at tryggja, at tey tilboð, sum longu eru byrjað, halda fram, og at neyðug játtan til tað verður sett av á fíggjarlógini fyri 2016.

 

Hilmar Jan Hansen tosaði við Tóru við Keldu á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Tóru við Keldu.