Barlastvatnið er smittuberi

Útlendsk skip tøma sínar barlasttangar á føroyskum firðum. Hetta kann skaða føroysku alivinnuna.

Sjúkur kunnu førast av fjarskotnum leiðum til Føroya í barlastvatninum frá størri skipum, ið tøma sítt barlastvatn inni á føroyskum firðum. Tað sigur Niels Winther, ið er ráðgevi á Vinnuhúsinum hjá Havbúnaðarfelagnum og Føroya Ráfiskakeyparafelag.

 

-          Tað sigur seg sjálvt, at hetta kann vera ein smittuvandi, serliga fyri alivinnuna, sigur Niels Winther.

 

-          Tað er ein generellur trupulleiki, tá skip koma til Føroya, at vit ikki hava nakrar reglur móti, at skip kunnu tøma sínar barlasttangar í føroyskum havøki, sigur hann og vísir á, at í øðrum londum siga reglurnar at skipini skulu tøma barlasttangarnar, áðrenn tey koma inn í ávís sjóøki.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Niels Winther.