Í kvøld hevur verið skipað fyri fundi á Hotel Skálavík, har Katrin Petersen vegna Vakstrarætlanina fyri Sandoynna hevði eina forvitnisliga framløgu um møguleikar við grønmetisvelting.
Tiltakið var ætlað øllum, sum hava áhuga fyri grønmetisvelting - antin tað er til egið brúk ella til at selja - og øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Stórur áhugi var fyri tiltakinum, og eini 60-70 fólk mundu vera við á fundinum í Skálavík í kvøld. Kunnað var eisini um eitt nýtt grønmetissamstarv fyri Sandoynna.
At enda var kunnað um møguleikarnar at verða við í einum skeiði í grønmetisvelting, sum Laura Joensen kemur at taka sær av.
Meira verður at lesa um tiltakið í Skálavík á in.fo í kvøld.










