Vitnisavhoyringar í morgin

Viðgerðin av tollmálinum í Eystara Landsrætti heldur áfram í morgin.

Eftir at dagurin í dag er farin til at leggja fram skjøl, fer ein stórur partur av degnum í morgin til at hyggja at sjónvarpi. Dagurin byrjar við, at sendingin um tollmálið verður víst og síðani skal rætturin hyggja eftir øllum innsløgunum í Degi og Viku, sum handlað um hetta málið. Talan er um tilsamans hálvan triðja tíma av tilfari.

 

Eftir hetta skulu Jan Lamhauge, Dia Midjord, Liljan Weihe og Sveinur Tróndarson greiða frá sínum leikluti í málinum.

 

Týsdagin í næstu viku skal Jørgen Niclasen avhoyrast og væntandi skulu sakførararnir hjá miðlafólkunum tá hava sínar endaligu framløgur. Christian F. Andreasen sleppur síðani at leggja fram sína endaligu framløgu mikudagin í næstu viku.