- Eg gerist spentur tá løtan kemur

- Eg fari at verða heima á altanuni hjá mær sjálvum, um veður verður til tað, sigur skiparin á Norrønu, Henrik Hammer.

Ert tú spentur til sólarmyrkingina?

 

- Eg hugsi ikki um tað til dagligt, men vænti, at eg gerist spentur, tá løtan kemur, sigur Henrik Hammer, skipari á Norrønu.

 

Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?

 

- Eg fari at verða heima á altanuni hjá mær sjálvum, um veður verður til tað.

 

Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?

 

- Ja, tað skilji eg, tí áhugamálini hjá fólki eru so sera ymisk. Hetta síggja vit ikki minst í ferðavinnuni. 

 

Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?

 

- Nei, eg havi ongantíð upplivað eina sólarmyrking, men eg havi hoyrt eitt sindur um sólarmyrkingina í 1954, sigur Henrik Hammer.