Danska tónleikasíðan Gaffa hevur ummælt útgávua Taking Ships hjá føroysku songkvinnuni Guðrið Hansdóttir, og ummælið er framúr gott.
Gaffa heldur, at Guðrið Hansdóttir hevur tað, sum skal til fyri at blíva eitt heimsnavn. Tað snýr seg um at hitta røttu fólkini á rætta stað til røttu tíð.
Hóast Guðrið Hansdóttir er ein av fleiri føroyskum singer/songwriter og einki serstak í so máta er við henni, heldur Gaffa, at Guðrið hevur ein serstakan norðurlendskan tóna, sum er sera dragandi og hevur trúvirði.
Gaffa hevur hug at samanlíkna Gurðið við gamlan bretskan fólkapopp, men samstundis er Guðrið nútímans og frísk.
Gaffa heldur, at Taking Ships er framúrskarandi og gevur útgávuni 5 av 6 stjørnum.










