soleiðis, at hóast tað ikki verður staðfest í hesum lógaruppskotinum, hvar oljuhavnin skal liggja, so merkir tað ikki, at myndugleikarnir ikki einaferð seinni kunnu geva boð um at hon júst skal liggja í [...] Sveinur Tróndarson ? Eg havi ikki snýtt suðuroyingar í hesum føri, og eg ætli mær heldur ikki at gera tað. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at seta eitt uppskot fram í tinginum - upp á hvamsvís - tí fellur [...] hevur alla tíðina sagt, at hann er ein teirra. Nú lógin um fyrsta útbjóðingarumfar var fyri í vinnunevndini, tók Tjóðveldisflokkurin kortini ikki undir við broytingaruppskotinum hjá minnilutanum til ló
tosaðu um støðuna. Har komu øll ásamt um, at eingin skuldi taka upp arbeiði hjá hvørjum øðrum, og so statt var verkfall sett í gildi. Starvsfólkini royndu at spyrja Lárus R. Árason um hvussu støðan var viðv [...] enn bert prát um pengar, fyri at fáa hana uppá rætt kjøl aftur. Eitt nú, at lønurnar vóru útgoldnar soleiðis, at starvsfólkini fingu betri áhuga at gera sítt arbeiði. Vit tosa ikki um smáar upphæddir [...] fólkini fóru í verkfall. Men leiðslan koyrdi sum vanligt, t. v. s. at hon kallaði saman til starvsfólkafund og tá var eisini spurt um starvsfólkini vóru áhugað at stuðla Lárus R. Árasyni sum framhaldandi
Signar á Brúnni, landsstýrismaður herfyri bað um at verða loystur úr starvinum heitti hann samtíðis á løgmann um at fáa gjørt eina kanning av øllum málinum um játtanina til Sjónvarpið og viðurskiftum í hesum [...] fyri, hvussu ikki bara nýggja stýrisskipanarlógin kemur at virka men eisini, hvussu hon verður uppfatað. Signar á Brúnni hevur tikið eina prinsipiella avgerð. Nú stórur ivi er reistur um hetta málið, valdi [...] Signar ikki fær ta kanning, sum hann hevur biðið um? -Nei. Eg haldi hann skal hava hasa kanningina. -Nú einasti møguleiki tykist at vera fyri slíkari kanning, at 13 tingmenn heita á tingformannin um at fáa
sjúkrahúsið mitt á nátt, var, hvør ansaði systkjunum heima. Thomina var so sjúk, at hon kundi ikki fáa fasta føði. Hon man hava verið vorðin byrgari, tí svongd kom á hana, og hon bað um breyð. Tá breyð varð [...] Eg var niðri allan juni mánaða og gekk til eina kanning fyri og aðra eftir, men eg fekk ongantíð nøkur rættilig boð, sigur hon. Hon sigur, at tey m.a. tosaðu um at skifta livur, men hon visti ikki hví [...] løgið, tí kvinnan skilti ikki nóg væl danskt til, at tað skuldi gjørt nakað, um hon var har. Men eg hugsaði eisini, at hetta helst var álvarsligt, tá hon mátti koyrast út. - Eftir inni, saman við okkum, vóru
borgarliga møguleikan fyrst, kann koma teimum aftur um brekku. Men kemur tað ikki Fólkaflokkinum aftur um brekku, um teir gera eina borgarliga samgongu? ? Tað er ivasamt. Mín fatan av Fólkafloksveljarum er, at [...] skilligt, tí tað er sera torført at gita um hvør endin verður á samgongusamráðingunum. Jákup Pauli Støm er ikki so avgjørdur, sum Zakarias Wang í sínum forsøgnum um samgongumøguleikarnar. ? Stutt áðrenn valið [...] ein vansi fyri arbeiðið í tinginum? ? Vit kunnu í hvussu er siga, at tað er ikki so grumsut í tinginum, sum tað var áðrenn. Var úrslitið av valinum tað tú hevði roknað við frammanundan? ? Stórt sæð. Tjó
misti systur sína, tá hon var fýra ára gomul. Hendan gentan hevði ikki fingið nóg væl greitt frá, hvat var hent við systrini, og tískil hevði hon øll árini gingið við tí fatan, at um hon hevði verið heima [...] missir, so ræður um at skilja, hvat tað er, sum síðani hendir við hesum barni. Samstundis er tað sera týdningarmikið, at hugsað verður um hini, sum eru rundan um hetta barnið til dagligt. ? Um nú eitt barn [...] frammarlaga í høvdinum á dronginum, at hann fekk ikki samlað seg um skúlan. ? Tað ringasta vit kunnu gera er at svara okkara børnum, at tað skulu tey ikki hugsa um. Tí tað gera tey kortini, og so fer hugaheimurin
Sproyngisbrekka, av tí at hon var so brøtt, so tað var ikki sørt, at eg stúrdi fyri at ganga hesa brekku á heimleiðini, men tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt. Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga [...] Eg var við til at hjálpa mongum fuglfirðingi úr móðurlívi. Spenningurin kundi ofta vera stórur, um nú alt fór at gangast væl, og stór var frøin, tá alt var væl yvirstaðið. Tíðin, meðan bíðað var eftir [...] nærkaðust Bogunum, var sovorðin sjóvarilska, at vit vendu aftur, so farast mátti um Skarðið. Tað var kavi og illsligt veður. Eg tosaði fyrst við Poul Martin á Trøðni, men hann var ikki so væl fyri, hann
Fyri ikki so langari tíð síðani hendi størsta bilvanlukka í íslendsku søguni, síðani tók Hekla at goysa og sum ikki tað var nóg mikið, so kom stóra ódnarveðrið upp í leikin eisini. Forsetin var og hugdi [...] fá hava tikið undan teimum. Sosialurin hevur frætt úr Íslandi, at tað gekk stutt tíð, so var ikki hugsingur um at fara nærhendis fjallinum. Byrjaði ógvusliga ? Tá tað byrjaði sá tað út til at fara at gerast [...] Marentsa Poulsen, sum býr í Reykjavík. Hon hevur, sum allir aðrir íslendingar fylgt við gosinum, sum ikki kom so óvart á íslendingar kortini Tíggju ár ímillum Tað er ikki ókent, at tað ganga júst tíggju ár
við donsku sjóverjutyrluna, sum var fyrst á staðnum, er føroyska tyrlan størri, hon kann taka fleiri fólk, hon hevur størri motororku, hon kann vera longri á flogi, og hon er sera væl útgjørd. ? Vit hava [...] føroyska tyrlan farið á flog, tá ið hon var til reiðar, kundi hon verið næstan hálvan annan tíma fyrri frammi á vanlukkustaðnum enn danska sjóverjutyrlan. ? Tað var ræðuligt fyri flogskipararnar at sita [...] bestu útgerð at brúka, ikki vórðu sendir avstað beinanvegin, men máttu sita og bíða við avmarkaðum upplýsingum um tilburðin. Tá ið føroyska tyrlan umsíðir var send avstað, leitaði hon á vanlukkuøkinum í hálvan
eg á bæði. Tað var ikki av ótta, at fór at seta spurnartekin við framtíðina hjá hesi ferð. Tað var ikki tí, at vit ikki høvdu nóg mikið av bensini til at koma til Íslands. Tað var ikki orsakað av skilaleysu [...] djarvi atburður okkara var loystur av við hóvligari og avgjørdari framferð. Okkurt var í luftini rundan um okkum, sum var ikki til at kenna aftur. Tað ræddi meg eitt sindur. Eg var ófyrireikaður til hesa [...] samband við hann gjøgnum sendaran og finna út av, um teir høvdu bensin umborð. Hetta var ikki sørt snópisligt, men um tað eydnaðist at fáa bensin frá teimum, var tað ein betri loysn enn at venda við aftur sum