? Tað eigur at kannast frá byrjan til enda

-Hevur hann ikki gjørt nakað skeivt, so eigur støðan at verða nullstillað og Signar á Brúnni settur aftur í landsstýrisstarvið sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum heldur floksfelagin eigur at fáa tað kanning, sum er lovað honum

Tá Signar á Brúnni, landsstýrismaður herfyri bað um at verða loystur úr starvinum heitti hann samtíðis á løgmann um at fáa gjørt eina kanning av øllum málinum um játtanina til Sjónvarpið og viðurskiftum í hesum sambandi. Síðani er komið fram, at løgmaður hevur ikki møguleika at skipa eina slíka kanning, men at Landsstýrismálanevndin kann taka stig til eina kanning. Men hesum hevur formaðurin í Landsstýrismálanevndini longu víst aftur. So er bert tann eini møguleikin eftir, og hann er at fáa 13 tingmenn til at heita á tingformannin um skipa fyri eini kanning.

Sosialurin hevur spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann, hvat Tjóðveldisflokkurin fer at fyritaka sær í hesum máli, nú flokkurin longu hevur givið Signar á Brúnni sín fulla stuðul til at fáa eina kanning av málinum.

Hann sigur, at tað má bera til at fáa sligið fast, at tað ber til at gera eina kanning í hesum máli av einum óheftum, uttan at málið verður blakað millum løgting og landsstýri.

-Vit mugu fáa hesa kanningina, soleiðis at málið verður lýst til fulnar. Sjálvandi skal man ikki inn at kanna Grannskoðaranevndina, men lat okkum kanna málið frá byrjan til enda bæði út frá einum løgfrøðiligum sjónarmiði og eisini fyri at fáa eina politiska meting. Landsstýrismenn eru bæði undir løgfrøðiligari og politiskari ábyrgd. Vit mugu tí fáa nakað á borðið sum sigur, hvat er hent frá byrjan til enda.

-Heldur tú sjálvur, at Signar er sekur í teimum ákærum, sum eru reistar móti honum?

-Signar á Brúnni hevur tikið eina avgerð, sum er sera týdningarmikil fyri, hvussu ikki bara nýggja stýrisskipanarlógin kemur at virka men eisini, hvussu hon verður uppfatað. Signar á Brúnni hevur tikið eina prinsipiella avgerð. Nú stórur ivi er reistur um hetta málið, valdi hann at fara úr sessinum, til málið er kannað til botns. Tað er ein avgerð, sum hevur gjørt, at bæði landsstýri, løgting og veljarin hevur álit á skipanini.

-Kanst tú liva við, at Signar ikki fær ta kanning, sum hann hevur biðið um?

-Nei. Eg haldi hann skal hava hasa kanningina.

-Nú einasti møguleiki tykist at vera fyri slíkari kanning, at 13 tingmenn heita á tingformannin um at fáa eina kanning, kemur Tjóðveldisflokkurin tá at taka seitt slíkt stig?

-Tað skulu tit spyrja formannin í tingbólkinum um.

Høgni Hoydal heldur sum nevnt tað vera umráðandi at fáa eina kanning av málinum frá byrjan til enda. Hann heldur tað er óheppið, at eitt upplop í fjølmiðlunum ella aðrastaðni skal vera hornasteinurin undir øllum. Men Høgni Hoydal heldur tað var rætt av Signar á Brúnni at taka hasa avgerðina, tí so stórur ivi varð reistur. Og tað er týdningarmikið fyri rættartrygdina og álitið á skipanina, og hann heldur, at Signar stendur sum ein sterkur maður aftaná ta avgerðina.

-Sær tú fyri tær, at Signar kemur aftur í sessin eftir eina kanning?

-Tað geri eg. Hevur hann ikki gjørt nakað skeivt, so verður støðan nullstillað. Signar á Brúnni hevur biðið um eina kanning og hann hevur heitt á løgmann um at gera hana, og tað vilja vit í Tjóðveldisflokkinum sjálvandi hava framt so ella so.

Høgni Hoydal heldur tað annars vera rætt, at bæði landsstýrismenn og løgtingið eisini umrøða hini málini, sum Landsgrannskoðarin eisini nemur við.

-Heldur tú, at aðrir landsstýrismenn, hvørs stýri eisini hava brúkt meira pengar enn játtan hevur verið til, áttu at tikið somu støðu sum eitt nú Signar á Brúnni?

Signar á Brúnni og Tjóðveldisflokkurin hava viðgjørt málið og í hesum føri helt man tað vera skilabest fyri at ganga á odda í at skapa álit á skipanina og rættartrygdina, at Signar á Brúnni tók hesa avgerð. Hvat aðrir landsstýrismenn velja at taka avleiðingar av er teira avgerð.

Málið um landskassaroknskapirnar kemur til 1. viðgerð á tingi í dag upplýsir tingformaðurin, Finnbogi Ísakson. Hann hevur onga viðmerking til ?Signar á Brúnni málið?, men váttar, at 13 tingmenn hava møguleika at biðja tingformannin seta ein kanningarstjóra at kanna málið.

-Fái eg eina slíkan áheitan, so sigur stýrisskipanarlógin, at ein juristur skal setast sum kanningarstjóri. Men hvat hann skal kanna er so upp til teir tingmenn, sum vilja hava eina kanning.