? Tað er ein størri lækni enn tú

Tað var ein fríggjadag í mai mánaði, at 55 ára gamla, Thomina Svøðstein úr Klaksvík, gjørdist ógvuliga sjúk. - Eg hevði ilt í búkinum, men hugsaði ikki so nógv um tað og fór kortini til arbeiðis, sigur hon. Hóast hon ikki føldi seg væl, fór hon til gongu heim eftir arbeiðstíð.

Tá hon kom heim, ringdi hon til læknan, sum legði hana inn beinanvegin, og varð hon send akutt á Landssjúkrahúsið.
Hon hevði ógvusliga pínu og ristingar, og nakrar dagar seinni varð Thomina send niður á Ríkissjúkrahúsið.
- Eg var niðri allan juni mánaða og gekk til eina kanning fyri og aðra eftir, men eg fekk ongantíð nøkur rættilig boð, sigur hon.
Hon sigur, at tey m.a. tosaðu um at skifta livur, men hon visti ikki hví, og tey nevndu einki um, at hon hevði krabbamein.
Tú hevur eina sterka trúgv
So kom dagurin, tá Thomina varð boðsend at koma á Ríkissjúkrahúsið til samtalu. Vit geva Thominu orðið:
- Innast inni hugsaði eg: "Bara tað ikki er krabbamein, mær bagir".
- Kristoffer, maður mín, var við mær, og tá vit komu inn á stovuna, varð ein grønlendsk kvinna, sum lá á stovuni, koyrd út.
- Hetta helt eg vera løgið, tí kvinnan skilti ikki nóg væl danskt til, at tað skuldi gjørt nakað, um hon var har. Men eg hugsaði eisini, at hetta helst var álvarsligt, tá hon mátti koyrast út.
- Eftir inni, saman við okkum, vóru tvær sjúkrasystrar umframt læknin, sum skuldi tosa við okkum.
- Men læknin hevði ilt við at koma til sakina; hann tøvdi í tí og bleiv við at blaða í sjúkujournalini.
- Til endans spurdi eg beint fram, um eg hevði krabbamein.
"Ja, tíverri, segði læknin, vit kunnu einki gera".
- Eg nevndi ymiskar viðgerðir, eg visti um, t.d. strálir ella kemo, men læknin segði aftur, at einki var at gera. Hann bað meg fara heim ella út at ferðast.
- Út at ferðast ? tað var avgjørt ikki tað, eg kundi hugsað mær beint tá.
- Eg gjørdist ill inn á læknan og segði: "Der er en større læge end dig!"
Læknin hugdi upp á meg, sat eina løtu, uttan at siga nakað og fór so út úr stovuni.
- Sjúkrasystrarnar undraðust á, hvussu róliga eg tók boðini frá læknanum og søgdu við meg: "Du har en stærk tro".
- Eg græt sjálvsagt, men eg fall ikki saman. Tá ein løta var farin, fóru vit av sjúkrahúsinum. Fáar dagar eftir fóru vit heim til Føroyar.
Eri ikki bangin fyri ævinleikanum
Thomina sigur víðari:
- Eg var ikki bangin fyri ævinleikanum, tí eg eri frelst og eigi Jesus í mínum hjarta. Men tað eru nógvir tankar, ið koma, tá tú fært slík boð.
- Eg hugsaði um ommubørnini, sum eg ikki fór at síggja vaksa upp og alt tað, sum eg mátti fara frá.
- Eg byrjaði at gera alt til reiðar at fara og syrgdi fyri, at alt tað húsliga var uppá pláss. Eg las í Bíbliuni og bað nógv.
- So frætti eg frá svigarinnu míni, at ein kendur prædikumaður, Charles Ndifon, skuldi halda møtir í Kolding. Ndifon hevur fingið náðigávuna at grøða við handálegging.
- Dóttir mín og eg gjørdu av, at vit skuldu fara niður, so eg kundi koma til forbøn hjá honum. Tá var eg so sjúk og hevði so nógva pínu, at eg mátti nýta morfinplástur, morfin undir tunguna og stillandi heilivág.
- Eg var so ússalig, at eg mundi setst aftur, men tann 17. august fóru vit avstað.
- Vit fóru á møti og eg hoyrdi Ndifon siga: "Ein er her, sum fer at verða lekt fyri krabbamein!"
- Eg føldi, at Jesus var nær ? eg kendi á mær, at tað var meg, hann meinti við.
- Eg var so sannførd um tað, at eg tók morfinplástrið av, men pínan kom aftur og beiggi mín, Tórur, sum vit búðu hjá, bað meg koyra plástrið á aftur.
Kvøldið eftir fóru vit aftur á møti, og tá bað Ndifon tey, ið høvdu krabbamein, koma fram til hansara til forbøn. Eg fór fram, og hann legði hendurnar á búkin á mær, bað og segði, at eg fór at verða grødd.
Læknin ynskti mær tillukku
- Eftir hetta nýttist mær hvørki morfin ella stillandi heilivág. Vit fóru heimaftur til Føroya, og eg havi ikki síðani kent til pínu.
- Vanligt er, at sjúklingar sum taka so nógv morfin, sum eg gjørdi, mugu til avvenjingar. Men eg kendi meg púra fríska og var væl til passar.
- Eisini slapp eg eftir einum degi av við tubakkið, sum eg so manga ferðir fyrr hevði stríðst við at lagt frá mær.
- Medisinarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ynskti mær tillukku og segði, at tað var fantastiskt, at eg var sloppin av við bæði heilivág og tubakk.
Vit hava nú sitið í tímar í hugnaligu stovuni hjá Thominu, meðan hon hevur sagt mær frá søgu síni.
Tað seinasta, hon sigur, áðrenn eg fari út um hurðina, er:
"Eg vil, at Jesus skal hava æruna!"



Kennir til sjúku frá barni av<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>


Thomina er dóttir Thurid og Hjalgrím Andreassen í Klaksvík. Hon er gift, Kristoffer Svøðstein, og eiga tey sonin, Hjalgrím, nevndur Gimmi og dótrina Mathildu.
  Alt sítt lív hevur Thomina kent til sjúku. Fyrstu ferð, tað eydnaðist henni at halda føðingardag heima, var, tá hon fylti 10 ár. Tað árið var eisini fyrstu ferð, hon slapp at halda jól heima. Øll hini árini hevði hon hildið sínar føðingardagar og jól á sjúkrahúsum her heima og niðri í Danmark.
 
Bert 4 ára gomul, varð hon løgd undir skurð fyrstu ferð, og miltið varð tikið. Tá var ikki sum nú; foreldur henna sluppu ikki við niður.
 
Bert 7 ára gomul ferðaðist hon niður við skipi einsamøll, bara við eini kathytsjomfrú at ansa sær. Ta ferðina var hon niðri í seks mánaðir og hevði næstan gloymt, hvussu tey har heima sóu út.
 
Hon sigur, at hon minnist ongantíð, at hon græt.  - Eg havi altíð átt Jesus, og eg visti, at heima bóðu foreldur míni fyri mær, sigur hon
 
- Einferð, eg lá á sjúkrahúsinum í Klaksvík, var eg so sjúk, at tey ringdu eftir mammu og pápa at koma at síggja meg. Pápi fortaldi mær seinni, at tey, áðrenn tey fóru frá húsum, fóru inn í kamarið, løgdu seg á síni knø og bóðu Gud gera meg fríska, sigur Thomina.
 
- Vit vóru 10 systkin, og tey søgdu mær, at tað fyrsta, eg spurdi, tá mamma og pápi bæði komu á sjúkrahúsið mitt á nátt, var, hvør ansaði systkjunum heima.
 
Thomina var so sjúk, at hon kundi ikki fáa fasta føði. Hon man hava verið vorðin byrgari, tí svongd kom á hana, og hon bað um breyð. Tá breyð varð henni noktað, spurdi hon, um hon so ikki bara kundi sleppa at halda í breyðnum.
 
- Jú, hóast sjúku er mangt stuttligt at minnast aftur á ?  eg havi havt ein góðan barndóm og eitt gott lív, sigur Thomina, sum nú er frísk og full av lívsgleði.<o:p></o:p>



<o:p> </o:p>



<o:p> </o:p>