? Tað er púra opið

? sigur Jákup Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur um samgongusamráðingarnar. ? Í løtuni fer fram eitt stórt taktiskt politiskt spæl, og tað er ómøguligt at siga hvørjari samgongu tað endar við

Teir eru ymisr á málið, samfelagsfrøðingarnir og tað er skilligt, tí tað er sera torført at gita um hvør endin verður á samgongusamráðingunum.

Jákup Pauli Støm er ikki so avgjørdur, sum Zakarias Wang í sínum forsøgnum um samgongumøguleikarnar.

? Stutt áðrenn valið avgjørdi Fólkaflokkurin at gera meira við ríkispolitikkin, men spurningurin er hvat teir seta í fremstu røð.

? Fólkaflokkurin hevur altíð verið ein borgarligur flokkur, og ein borgarlig samgonga er møguligt enn, hóast Fólkaflokkurin ynskir at tosa um eina sjálvstýrissamgongu sigur Jákup Pauli Strøm.

Tí heldur hann, at útmeldingin hjá Tjóðveldisflokkinum um, at Fólkaflokkurin skal kannað tann borgarliga møguleikan fyrst, kann koma teimum aftur um brekku.

Men kemur tað ikki Fólkaflokkinum aftur um brekku, um teir gera eina borgarliga samgongu?

? Tað er ivasamt. Mín fatan av Fólkafloksveljarum er, at teir leggja størri dent á búskaparpolitikkin, heldur enn loysingarpolitikkin. Men tað er rætt, at valstríðið fyri tað mesta hevur snúð seg um broyting í ríkisviðurskiftunum.


Breiða samgongu

Annars heldur Jákup Pauli Strøm, at ein breið samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin hevði verið tann besta.

? Hon hevur fyri tað fyrsta breiða undirtøku í tinginum og so kann hon útrætta nakað politiskt, bæði á tí búskaparliga økinum og viðvíkjandi ríkisviðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

? Men ein má seta spurnartekin við, um Fólkaflokkurin er áhugaður í hesum, tí bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin mugu roknast sum sosialistiskir flokkar, hóast ymsir tjóðveldismenn hava sagt, at Tjóðveldisflokkurin er ein liberalistiskur flokkur. Í eini slíkari samgongu kemur Fólkaflokkurin at føla seg, sum lús ímillum tvær negl, sigur Jákup Pauli Strøm


Smáu vilja

hava ávirkan

Ein samgonga millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin er møgulig, og tað er ein minnilutasamgonga eisini, men tað krevur at ein av teimum smærru flokkunum verður parlamentariskt grundarlag hjá landsstýrinum og tað er ivasamt um teir vilja tað.

? Helena Dam á Neystabø segði valkvøldið, at Sjálvstýrisflokkurin fegin vil í eina samgongu, og eg rokni við at tað merkir at teir vilja hava umboð í landsstýrinum.

Og støðan hjá Miðflokkinum má metast verða tann sama. Tordur Niclasen, sum stovnaði Miðflokkin misti sæti í tinginum og teir vilja fegnir hava hann innaftur og einasti máti er at fara í samgongu.


Ikki so grumsut

í tinginum nú

Úrslitið av løgtingsvalinum gjørdist, sum kunnugt, at tað nú eru tveir flokkar færri í tinginum.

Tí samstundis sum Miðflokkurin misti annan mannin, so mistu bæði Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin sína umboðan.

Er hetta ein fyrimunur ella ein vansi fyri arbeiðið í tinginum?

? Vit kunnu í hvussu er siga, at tað er ikki so grumsut í tinginum, sum tað var áðrenn.

Var úrslitið av valinum tað tú hevði roknað við frammanundan?

? Stórt sæð. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu eitt sindur størri framgongd enn eg hevði væntað, men annars samsvaraði tað.